hósdagur 13. juni 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er upp á tíðina, at mynd
ugleikarnir, í hesum føri
Johan Dahl, vinnumálaráð
harri, fara at endurskoða
krøvini um útbúgving av
sjófólki og gera undantak í
krøvunum um trygdarskeið,
tí sum krøvini eru nú, steðg
ar øll rekrutteringin til fiski
flotan upp.
Í dag er tað eitt ófrávíki
ligt krav, at ein og hvør, sum
mynstrar við einum fiski
skipi, hevur verið á góðkend
um trygdarskeiði.
Eitt slíkt skeið kostar
fleiri túsund krónur, og tað
tekur 2-4 dagar at taka, alt
eftir hvar tað verður tikið.
Tað er sjálvsagt, at hetta
kravið fær nógv at setast aft
ur, sum annars fegin høvdu
viljað roynt sjólívið. Tað er so
javnan, at vit hoyra tey ungu
siga, at tey fegin høvdu viljað
sloppið til skips fyri at vita,
um sjólívið er nakað fyri tey,
um tað bara ikki var so nógv
roks og dýrt at sleppa um
borð.
Støðan í dag er hon, at
miðalaldurin á manningu
num umborð á teimum før
oysku fiskiskipunum er støð
ugt vaksandi, og grammleikin
at sleppa umborð er minkað
ur nógv, serliga hjá ungum
fólki. Og tað gongst støðugt
verri at finna avloysarar, um
ein maður onkuntíð ætlar at
taka sær ein frítúr.
Henda áheitanin á lands
stýrismannin skal ikki mis
skiljast soleiðis, at eg vil
slaka upp á trygdarkrøvini
generelt umborð á føroysku
fiskiskipunum. Tað er als ikki
tað, talan er um, tí trygdin
skal sjálvsagt raðfestast sera
høgt.
Men tað fer neyvan nak
að av trygdini, um eitt fólk
í eini stórari skipsmanning
onkuntíð sleppur at mynstra
uttan at hava tikið trygdar
skeið. Undantøk verða eisini
gjørd frammanundan, eitt
nú sleppa skúlanæmingar í
starvsvenjing við fiskiskip
um, uttan at tey verða kravd
á trygdarskeið fyrst.
Tað snýr seg bara um at
laga reglurnar soleiðis, at tað
skal bera til at mynstra einar
tvær-tríggjar ferðir við ein
um fiskiskipi, áðrenn kravið
um trygdarskeið fær gildi.
Hetta eigur og skal bera til
í eini fiskivinnutjóð sum okk
ara. Tað einasta, ið krevst, er,
at Johan Dahl ger eina lítla
broyting
av
kunngerðini,
sum fyriskrivar reglurnar
um trygdarskeið (kunngerð
nr. 20 frá 22. apríl 2010 um
sjóvinnubrøv og førleikakrøv
til manning við skipum).
- Eg hoyrdi teg í útvarpinum! segði ein vinmaður sonin
ein dagin. - Ná, hvat tosaði eg um? - Tað minnist eg
ikki... Hetta fekk meg sum ikki einaferð at hugsa um,
hvat tað er, vit hoyra, tá onkur úttalar seg ella skrivar
okkurt. Og hvønn týdning hava miðlarnir, vit brúka.
Hesin spurningur er aktuellur við Facebook, har fólk
skriva bæði líkt og ólíkt, tíðliga og seint, við arbeiðs-
ella privathatti á, hultur til bultur. Málburðurin
er alt frá sera formalistiskum til púra avslappað,
orðavalið ofta meira talumál enn skriftmál, og langt
frá stílinum, sum flestu vildu brúkt í eini almennari
samrøðu ella einum lesarabrævið.
Hvat signaleri eg og hvør eri eg, tá eg skrivi á FB -
privatpersónur, alment sett, nevndarlimur, fyriverandi
okkurt ella kanska alt í senn. Hvønn síggja vinir og
kenningar mínir meg sum, tá eg skrivi, og hevur tað
nakran týdning. Og hvussu lesi eg boð frá øðrum. Eg
kann í øllum førum staðfesta at tað er ótrúliga stórur
munur á, hvussu fólk brúka Facebook til arbeiðis
og privat brúk, hvussu tey orða seg og hvat tey siga
nakað um.
Eg skilji ímillum mínar almennu leiklutir, tá eg úttali
meg, fyrst og fremst í fjølmiðlunum, men eisini í
almenna rúminum herundir Facebook. Samstundis
er tað greitt, at hóast eg veit, hvør avsendarin er, so er
tað ikki vist, at móttakarin er líka greiður um tað, tí eg
havi sum so nógv onnur her á landi fleiri leiklutir, sum
onkuntíð yvirlappað . Og tað ger, at eg eins og mong
onnur vari meg fyri, at tað eg sigi í einum leikluti, ikki
er í andsøgn ella kann virka negativt á ein av hinum
leiklutunum.
Eg haldi meg ikki beinleiðis aftur at siga mína erligu
meining sum privatpersónur, men í fleiri og fleiri
førum hugsi eg meg um eina ferð eyka, áðrenn og
serliga hvussu eg úttali meg, ikki minst um tað er
okkurt, eg eri ónøgd við ella ósamd um. Hetta er ein
neyðug, men vandamikil støða, tí tað er stórur vandi
fyri sjálvsensuri í einum leikluti av bangilsi fyri at
koma at traðka onkran á tærnar, sum eg fegin vil sita
væl um sátt við í øðrum leikluti.
Tað er eingin ivi um, at um vit kenna fólk úr einum
starvi ella leikluti, so hugsa vit um tann leiklutin
eisini, tá tey trína fram, siga ella skriva okkurt í einum
øðrum leikluti. Jú størri vald ella jú kendari leiklutur
in er, jú meira fyllir hesin í hugaheiminum hjá fólki
eisini, tá viðkomandi heldur frí.
Vanliga fatanin er, at jú longri upp tú kemur í hierarki
num, nærri maktsentrinum, jú minni kanst og eigur
tú úttala teg sum privatpersónur. Tí stúrsaði eg við,
tá eg nú ein dagin las á Facebook vanganum hjá ein
um landsstýrisfólki: “Sum privatpersónur haldi eg
...” og so hartar viðkomandi ein almennan stovn og
starvsfólkini har. Uttan at taka støðu til málið, sum
varð umrøtt, so fór eg at hugsa um, hvørt fólk megna
at síggja hesa útsøgnina sum støðuna hjá einum
privatpersóni, ja um tað yvirhøvur er gjørligt at hava
meiningar sum privatpersónur í almenna rúminum,
tá mann er landsstýrisfólk. Og um tað sømir seg hjá
landsstýrisfólki sum privatpersónum alment at harta
embætisfólk, uttan at leggja fram grundgevingar fyri
atfinningunum.
Men hetta er bara mín meining sum privatpersónur...
Annika Sølvará
stjóri í Granskingarráðnum
EYGA
MÁLIÐ
Eg sum privatper
sónur, hvør er tað?
kjak
kjak
Aftur ein dagur farin við tíð
indum um sparingar innan
eldraøkið. Dagur og Vika ber
boð um at størvini hjá tveim
um terapeutum verða niður
løgd á Lágargarði. Hetta ger
at dagtilboðið um venjing til
heimabúgvandi pensionistar
fellur burtur.
Avleiðingarnar av at hetta
tilboð fellur burtur er eyð
sýndur. Politikkurin um at
fólk skulu sleppa at verða sum
longst í egnum heimi kann
ikki fremjast, og gongdin frá
at vera sjálvstøðugur heima
búgvandi pensionistur til
røktarkrevjandi
búfólk
á
røktarheimi styttist mun
andi.
Skotið verður eftir leiðsl
unum fyri at mangla vitan
um
hvat
terapeutarnir
kunnu bjóða. Eg haldi at tað
er umráðandi at varpa ljós á,
at leiðslurnar innan eldra
økið, sum í flestu førum
eru
sjúkrarøktarfrøðingar,
eru fult greiðir yvir hvørja
venjing terapeutar kunnu
bjóða, og eisini greiðir yvir
hvussu stóra gleði brúkarin
hevur
av
venjingunum,
bæði likamliga og sálarliga.
Sparingarnar raka ikki tera
peutar, tí leiðslunar ikki eru
greiðar yvir hetta. Nei - spar
ingarnar raka terapeutanar,
tí at landsstýriskvinnan í
almannamálum hevur givið
beinleiðis boð um, at spar
ingarnar ikku mugu raka
røktina. Leiðslunar á røktar
heimunum hava nemliga víst
á, at hesar sparingar vilja
geva ein løtuvinning, sum
kemur at kosta uppá longri
sigt.
Spurningurin er so hvat
er røkt? Tað hevur enn ikki
eydnast at fáa landsstýris
kvinnuna í almannamálum
ella stjóran í almannaverk
inum at siga, hvat tær meina
at røkt er. Men tað stendur
púra greitt, at búfólk á røkt
arheimum skulu hjálpast
upp úr songini, hjálpast við
persónligari røkt, hjálpast á
ves, hjálpast at eta, stuðlast
við rørslu osv. og hetta skal
sum sagt ikki ávirkast av
sparingum. Einki er tó at
yvast í, at hesin tørvurin
økist í stórum við framdu
sparingunum.
Eg haldi at tað er um
ráðandi
at
ábreiðslurnar
fyri
sparingarnar
innan
eldraøkið verða settar á
røttum staði. Tað er Føroya
Løgting, sum hevur avgjørt
hvussu
nógvur
peningur
skal nýtast til eldraøkið.
Landsstýriskvinnan
í
al
mannamálum var í løgting
inum og bað um eina eyka
játtan. Væl vitandi um at 7
mio manglaðu, valdi Føroya
Løgting at játta 4,1 mio. Úrslit
er givið, álvarsamar sparingar
mugu fremjast og boðini eru
greið frá landsstýriskvinnuni.
“Sparingarnar
mugu
ikki
raka røktina”.
Sparingar og ábyrgd
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Óluva í Gong
Trygdarskeið
forðar rekruttering
Axel Hansen
nevndarlimur i Føroya
Fiskimannafelag
Undantøk verða eisini gjørd framman
undan, eitt nú sleppa skúlanæmingar
í starvsvenjing við fiskiskipum, utt
an at tey verða kravd á trygdarskeið
fyrst