hósdagur 13. juni 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mangt umbroytist á mansins ævi,
sigur eitt gamalt orð. Og tað er
ikki minst satt fyri okkum, sum
nú eru við at eldast. Av ymiskum
orsøkum kom eg at hugsa um,
tá eg sum smádrongur plagdi at
ferðast norðuri í Sundi – í Hvanna
sundi. Ein part av summarfrítíðini
var í nøkur ár vanligt, at eg – og
við hvørt onkur av
systrunum eisini –
hildu til úti í Bug hjá
Honnu og Absalon
Matras, ommusysti og
ommubeiggja. Tað var
ein góð tíð, sjálvt um
heimsbardagin nakað
av hesi tíðini leikaði á
samstundis , og ein minn
ist aftur á hana við gleði,
sjálvt um mong eru árini
síðani.
Men eisini á annan hátt er tað
áhugavert at líta aftur á tíðina
frá seinast í tríatiárunum og til
nútíðina. Fyri at koma norð í
Sund sama dag, ein fór úr Havn,
skuldi eg fara við mjólkabátinum
Streymi tíðliga fríggjamorgun og
síðani inn á Klaksvík og so norður
um Múla og suður gjøgnum
Sundið og komu vit uppá pláss út
á seinrapartin.
Tá ein so skuldi aftur til Havn
ar (beinleiðis) var í øllum førum
neyðugt at bíða til næsta fríggja
dag. Sambandið millum Hvanna
sund og høvuðsstaðin var bert
hendan eina dagin í vikuni. Til
Klaksvíkar kundi ein koma við
postbátinum Immanuel tríggjar
dagar um vikuna. Annars kundi
ein eisini fara til gongu um fjallið.
Skuldi ein til dømis til Viðareiðis
var antin at fara til gongu norður
ella við báti.
Koma vit so til nútíðina so
ber til at sita í Havn og gera av, at
nú fari eg norður í Sund ella til
Viðareiðis, ella eisini øvugtan veg.
Tað er at seta seg í ein bil, koyra
avstað eftir nútímans landsvegi,
um brúgvar og byrgingar og
yvir- og undirsjóartunnlar og
góðan tíma aftaná er ein komin
uppá pláss. Og hetta kann ein
gera næstan nær sum helst á degi
sum á nátt, bert harður stormur
ella kavarok kann hindra tær. Ja
sanniliga, munur er á tilveru-
grundarlagnum nú og fyri einum
60-70 árum síðani.
Men hetta er ikki bara komið av
sær sjálvum. Her liggur ein vilji og
ágrýtni aftanfyri.
Hetta við farleiðini millum
høvuðsstaðin og Norðuroyggjar
er bert eitt dømi um útbyggingina
av landinum. Menningin er farin
fram um stóran part av landinum,
og er prógv um viljan hjá fólkinum
at yvirliva.
Ein niðurundirkomin tjóð,
sum (næstan) fótaði sær
Men hvussu hevur hetta kunnað
latið seg gjørt. Kaga vit í søgu
okkara, so má viðgangast, at
tjóðin var við at týnast. Fólkatalið
var lítið, tjóðareyðkenni við at
kámast, næstan alt var latið upp í
hendurnar á aðrari tjóð (dønum).
Danski kongurin ráddi og stýrdi
landinum undir heitinum Færø
Amt og handilslívið var undirgivið
kongliga monopolhandlinum. Tá
danir í 1849 fingu sína grundlóg,
og kongliga einaveldi varð avtikið,
vóru føroyingar ikki mentir at
gera vart við seg og gera dønum
greitt, at Føroyar ikki vóru partur
av Danmark, men at danakongur
var kongur í Føroyum sum
norskt land. Danir fingu nakað
sum líktist demokrati í 1849, men
demokratiska sinnalagið hjá
teimum var ikki frægari enn so,
at teir ikki játtaðu føroyingum
teirra sjálvsavgerðarrætt og egnu
grundlóg. Teir lótu heldur ikki
føroyingar taka støðu til um teir
góðtóku donsku grundlógina. Hini
norsku londini, Noreg og Ísland,
sluppu undan donsku grundlógini,
Noreg tí kongur misti landið í 1814,
og Noreg fekk sína egnu grundlóg,
og Ísland, tí teir noktaðu fyri at
góðtaka donsku grundlógina.Men,
sum sagt, føroyingar vóru ikki so
frægt sum spurdir.
Men frælsistankarnir í Europa
byrjaðu so smátt eisini at rína
við í Føroyum og millum summar
føroyingar uttanlands. Eisini vaks
sjálvsálitið millum fólk í ein vissan
mun aftaná, at monopolhandilin
varð avtikin í 1856. Føroyingar
byrjaðu sjálvir at handla og frá
1870unum fóru menn eisini sjálvir
at útvega sær fiskiskip og reka
havfiskiskap. Menn gjørdist
eisini meira politiskt og nationalt
tilvitandi. Tann tjóðskaparliga
rørslan, sum meira og meira tók
dik á seg seinrapartin av 19. øld
bjargaði landi okkara frá at hvørva
sum egið fólk og egin tjóð.
Fylgjan av hesum var m.a.,
at vit fingu feløg og persónar,
sum arbeiddu fyri meira sjálv
bjargni bæði á mentunnarliga,
vinnuliga og politiska økinum.
Løgtingið varð skipað av nýggj
um, hóast bert sum amtsráð.
Kortini hevði hetta við sær, at
vit fingu fólkavaldar persónar,
sum so líðandi komu at virka
sum politikarar og vóru við til
at at fremja ymiskar framburðs
skapandi loysnir. Tann parturin
av fólkinum, sum ynskti, at før
oyingar skuldu klára seg sjálvar,
legði lunnar undir úttbyggingina
av landinum og vinnulívinum.
Grundstøðið undir framburð
inum, sum spakuliga tók seg
upp, var ynski um, at Føroyar
og føroyingar skuldu “ganga
fram í øllum lutum”. Tað var tí
eisini nátúrligt, at ynskini um
meira sjálvræði gjørdist meira
sjónlig. Tað var eisini rímuligt,
at vit frá 1906 fingu poltiskar
flokkar, men tað syrgiliga var,
at í mong ár (og partvís enn)
var tann eini flokkurin at kalla
identiskur við, at vit ikki kundu
klára okkum sjálvar, men skuldu
hava hjálp frá Danmark. Hendan
mótstøðan móti sjálvstýri seinkaði
menningini nógv, og máttloysi
situr tíverri enn djúpt í føroysku
fólksálini. Men kortini er tað
óreingiligt, , at upprunin til
alla ta menning av føroyska
samfelagnum og føroysku
tjóðini, sum vit hava sæð hesi
stívligu seinastu 100 árini er
tjóðskaparliga tilvitanin frá
1870unum og frameftir.
Núverandi politiska
skipanin
Undir núverandi heimastýris
skipanini eru Føroyar bundnar
at Danmark í so stóran mun,
at vit ikki kunnu kalla okkum
sjálvstøðug (suveren) tjóð. Eisini
eru vit í ávísan mun bundin
at Danmark, tí vit fáa ávísan
fíggjarligan ríkisstuðul, og nøkur
málsøki eru framvegis felags- ella
ríkismál. Hetta handikappar
okkum sum land, og eisini í
samskifti við onnur lond. Hetta
ger eisini, at politiska arbeiði í
Føroyum verður ávirkað soleiðis,
at flokkarnir skulu taka støðu til
tveir høvuðsspurningar, nevniliga
sjálvstýri/samband og vinstra/
høgra. Harvið fáa vit bæði høgra
og vinstra flokkar á sjálvstýris
vonginum og tað sama á sam
bandsvonginum. Hetta fløkir
politiska arbeiði í stóran mun.
Og tí koma politisku flokkarnir
ikki uttanum at fá avgreitt
fullveldisspurningin sum skjótast.
Tað er – ella í øllum førum
verður skjótt – ein fortreyt fyri,
at Føroyar kunnu fungera sum
eitt framkomið land. Flokkarnir
mugu tí beinvegin fara undir
at fáa suverinitetsspurningin
avgreiddan Tað vil siga at fáa eina
føroyska grundlóg samtykta og
samráða seg til rættis við danir um
niðurrlaging av blokkstuðlinum.
Grundlógarabeiðið er komið so
mikið langt, at tað skuldi ikki verið
so trupult at fáa tað avgreitt.
tíðargrein
Jógvan Sundstein
fyrrverandi løgmaður
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Framhald á næstu síðu
– Eg síggi fyri mær, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin verða høvuðsflokkarnir í Føroyum, sigur Jógvan
Sundstein, sum sær fyri sær, at vit fáa eina tvíflokkaskipan í Føroyum, tá ríkisrættarligi spurningurin
er avgreiddur. – Ein partur av Tjóðveldisflokkinum og eitt sindur av Sambandsflokkinum fer saman við
Javnaðarflokkinum, meðan ein annar partur av Tjóðveldisflokkinum og meginparturin av Sambandsflokkinum
leggur saman við Fólkaflokkin. Sjálvstýrisflokkurin fer helst helvt um helvt í hvønn partin. Miðflokkurin
fer helst ongan veg, meðan Framsókn má roknast við at fara borgarliga vegin, heldur Jógvan Sundstein
At byggja land – framburður
kemur av at vilja