hósdagur 13. juni 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eitt fyribrigdi hevur sníkt seg
inn í bæði føroyska og danska
málnýtslu, og tað er orðið Ríkis
felagsskapurin/Rigsfællesskabet.
Hetta gevur onga meining, tí
Danmark og Føroyar eru ikki ein
ríkiseind, men tvey ymisk lond.
Um vit fingu formaliserað eina
fullveldisskipan við sama regenti,
so kundu vit kanska tala um
ein Ríkjafelagskap (á donskum
kanska: Rigers Fællesskab).
Núverandi løgmaður, formaður
Sambandsflokksins, Kaj Leo
Johannesen, kom við teirri útsøgn
herfyri, at hann sá fyri sær ein
Ríkjafelagsskap. Um hann og
flokkur hansara stendur inni
fyri hesum, so kann helst skjótt
komast væl á leið í hesum máli, ti
Sambandsflokkurin er væl tann
mest afturhaldandi í hesum høpi.
Um hesi viðurskifti verða
avgreidd, so hvørvur ein partur
av stevnuskránni hjá teim ymisku
flokkunum, og flokkarnir kunnu
so við øðvísi ídni kasta seg yvir
vanligan samfelagspolitkk, sum
upptekur politiskar flokkar í
øðrum londum. Hvussu nógvar
flokkar vit so fáa í Føroyum,
veit eg ikki, men eg ímyndi mær,
at vit koma at fáa nakað sum
líkist eini tvíflokkaskipan, sum
til dømis í Bretlandi. Eg síggi
fyri mær, at tveir av núverandi
flokkum vera høvuðsflokkar,
og tað eru Javnaðarflokkurin
og Fólkaflokkurin. Ein partur
av Tjóðveldisflokkinum og eitt
sindur av Sambandsflokkinum fer
so saman við Javnaðarflokkinum,
meðan ein annar partur av Tjóð
veldisflokkinum og meginparturin
av Sambandsflokkinum leggur
saman við Fólkaflokkin.
Sjálvstýrisflokkurin fer helst
helvt um helvt í hvønn partin.
Miðflokkurin fer helst ongan veg,
meðan Framsókn má roknast við
at fara borgarliga vegin.
Í eini tíðargrein hevur Jóann
es Eidesgaard eftirlýst einum
alternativi til núverandi sam
gongu. Eg rokni ikki við nøkrum
varandi alternativi undir núver
andi politisku skipan, men
fáa vit fullveldi og fáa loyst
suverenitetsspurningin, so kundi
tað hent, at Jóannes fekk sítt
ynski um tvey alternativ uppfylt.
Hann átti at gjørt sína ávirkan
galdandi og fingi sjálvstýrismálið
loyst.
Flokkar og umboðan á tingi
Eitt annað mál, sum eg kundi
hugsað mær at nevnt í hesi grein,
er, hvussu umboðanin á tingi er
skipað. Eg byrjaði greinina við at
taka fram sum dømi útbyggingina
av samferðslukervinum í norðara
parti av landinum.Hetta er úrslit
av framburðshugaðum arbeiði,
men eisini av virksemi hjá valdum
tingumboðum. Frá fyrndartíð
møttust menn úr øllum landinum
á tingi. Harvið fekst ein fjølbroytt
umboðan. Seinri fingu vit polit
iskar flokkar, hvørs umboð vóru
vald í ymiskum valdømum. Fjøl
broytni gjørdist uppaftur størri,
tí skipanin tryggjaði bæði, at
politisku ákoðanir og áhugamálini
hjá ymisku landspørtunum fingu
høvi at gera sína ávirkan galdandi.
Skipanin hevði eisini við sær, at
flokkarnir hvør sær beinleiðis sóu
tað neyðuga í at virka politiskt í
teim ymisku valdømunum.
Tíverri er hetta ikki longur
heilt tað sama. Fyri nøkrum árum
síðani varð landið umskipað til eitt
felags valdømi. So vítt eg havi skilt,
hevði táverandi tingformaðurin
ein ávísan egináhuga í hesi um
skipan. Hann fekk meiriluta
fyri hesum í táverandi tingi, og
broytingin varð framd, uttan
at val hevði verið ímillum. Um
hetta ikki verður broytt aftur,
verður langtíðarávirkanin helst
tann, at politisku flokkarnir, og
verulig politisk sjónarmið í heila
tikið, verða nógv veikari úti í
valdømunum, og harvið eisini sum
frá líður, í landinum sum heild.
Eg havi nevnt frammanfyri í
hesi grein, at eg ímyndaði mær
meiri at sær komnar politiskar
flokkar í einum sjálvstøðugum
Føroyum. Men um skipanin við
einum valdømi verður varveitt,
óttist eg fyri, at politiska dygdin
hvørvir úr flokkunum, bæði
hugsjónarliga og persónliga.
Í staðin fáa vit, sum frá líður,
fleiri oppurtunistar, sum fara
at føra seg fram á politiska
vígvøllinum. Um hetta hendir – eg
vóni tað ikki – so kann Jóannes
Eidesgaard, og vit onnur eisini,
hyggja langt eftir burðardyggum
stjórnaralternativum.
tíðargrein
Framhald av síðu 17
Dagsskrá
1. Eykaaðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini ein fundarstjóra
2. Val av nevndarlimi
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast á telduposti ir@atlantic.fo ella
á høvuðsskrivstovu felagsins á telefon 341030. Seinasta freist fyri bílegging av
atgongumerki og atkvøðuseðlum er mánadagin 17. juni 2013 kl. 16:00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á eykaaðalfundinum, hava tygum møgu-
leika til at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna. Á heimasíðu
felagsins www.atlantic.fo og á høvuðsskrivstovu felagsins er eitt fulltrúarskjal,
sum kann nýtast í hesum sambandi. Fulltrú skal vera felagnum í hendi í sein-
asta lagi mánadagin tann 17. juni 2013 kl. 16:00. Fulltrúin kann sendast
umvegis teldupost.
Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at við-
komandi er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrásett við
navni, verða útgivin atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av eini í mesta
lagi 4 daga gamlari útskrift frá Værdipapircentralen A/S ella frá tí kontoførandi
peningastovninum (depotstaðnum), sum skjalprógv fyri partabrævaognini.
Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan fyri, at partabrøvini ikki eru ella verða
avhendað til onnur, áðrenn eykaaðalfundurin er hildin.
Partapeningur, atkvøðurættur og eykaaðalfundurin
Partapeningur felagsins er kr. 103.500.000 býttur sundur í 1.035.000 partabrøv
á kr. 100,00 og multipla av hesum. Felagið hevur 11.111 egin partabrøv, ið ikki
hava atkvøðurætt. Eingi partabrøv hava framíhjárættindi. Partabrøvini skulu
vera navnapartabrøv og eru negotiabul. Partaeigarar hava ikki skyldu til at lata
partabrøv síni innloysa.
Kapitaleigari, sum sambært partabrævabókini kann prógva við skrásettum
partabrævi, at hann er partaeigari, hevur atgongd til og atkvøðurætt á eyka-
aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi 17. juni 2013 hevur biðið um
atgongumerki.
Kapitaleigarar hava møguleika at atkvøða fyri evnum á dagsskránni við brævi,
t.e. at atkvøða skrivliga, áðrenn eykaaðalfundurin verður hildin. Til tað krevst,
at tað týðiliga framgongur, hvat atkvøtt verður fyri, og at atkvøður saman við
atkvøðumerki verða latin felagnum í seinasta lagi kl. 16 tann 17. juni 2013 í
afturlatnum brævbjálva. Eykaaðalfundarstjórin tekur støðu til, um tað fram-
gongur nóg týðiliga, hvat atkvøtt verður fyri.
Atkvøðurættur kann fremjast við skrivligari fulltrú, ið ikki kann gevast fyri meir
enn 12 mánaðir.
Harumframt hava fjølmiðlar og umboð fyri virðisbrævamarknaðir atgongd til
eykaaðalfundin.
Kapitaleigari felagsins hevur eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 100, ið hann eigur
í partapeningi. Fyri at geva atkvøðurætt krevst, at partabrøvini eru skrásett
í partabrævabók felagsins, áðrenn eykaaðalfundurin verður hildin.
Allar avgerðir á eykaaðalfundinum verða tiknar við vanligum meiriluta av
atkvøðum, um ikki annað er ásett í galdandi partafelagslóg.
Eykaaðalfundurin verður hildin á føroyskum og týddur til enskt.
Skrivligt tilfar verður á føroyskum og enskum.
P/F Atlantic Airways
Nevndin
Eykaaðalfundur í P/F Atlantic Airways, Faroe Islands
Boðað verður við hesum til eykaaðalfundar í P/F Atlantic Airways, Faroe Islands
mikudagin 19. juni 2013 kl. 16:30 á 62°N Airport Hotel (Hotel Vágar) Djúpheiðar 2, í Sørvági