Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen Vit hava fyrr umrøtt hetlendskar fiskimenn, sum eru jarðaðir á Svínaryggi. Men tað øki uttanfyri Føroyar, sum er best umboðað, er Bretland. Serliga er tað Grimsby. Hesir eru skrásettir í kirkju­ garðsprotokollini. Tann fyrsti er Henry Young, sum longu í 1878 fekk grøv í Føroyum. Tað er so langt síðani, at hetta var áðrenn trolaratíðina, so tá hava fiskimenn úr Grimsby eisini verið undir Føroyum. Vit vita lítið og einki um Henry Young, uttan at hann var skipari. Men okkurt hevur verið við honum, tí hevur hann fingið ein vakran gravstein, har innskriftin sæst væl, hóast steinurin er ein av teimum elstu í kirkjugarðinum. Innskriftin vísir eisini, at mað­ ur­in hevur verið serligur. Týtt til føroyskt ljóðar innskriftin nakað soleiðis: Til minnis um okkara kæra Henry Young, sum doyði undir Føroyum 8. juli 1878, 42 ára gamal. Sundurskildir vinir skulu hittast aftur, har slept verður undan stríði, og har gleði og vinskapur verður ævigur. Reistur av vinum í Grimsby. Henry var jarðaður 10. juli 1878. Nógvar vanlukkur við trolarum Vit skulu fram í 1900 talið, áðr­enn tann næsti fiskimaður úr Grims­ by kemur á Svínarygg. Nú er tro­l­ aratíðin hjá bretum undir Føroyum byrjað av álvara, soleiðis sum tað sæst greitt í dagbókini hjá Petur Alberg, sum argast um ólógliga fiskiskapin hjá hesum trolarum við síni framkomnu tøk­ni, sum gjørdi arbeiðið umborð vanda­miklari. Serliga Dimmalætting skrivar í fleiri førum um hesar vanlukkur, sum ofta kravdu mannalív. Aðrar jarðarferðir av monnum úr Grimsby og grannabýnum Hull eru hesar: 5. januar 1901: Sterman Conq­ merov, fýrbøtari á trolaranum Conqueror, 23 ár. Dimmalætting skrivar 12. janu­ ar, at maðurin varð deyður av hjartaslag, og trolarin kom inn á Havnina at fáa mannin jarðaðan. Men tá eingin lækni var heima í Havn, mátti trolarin fara til Klaksvíkar at fáa deyðsváttan frá læknanum har. Komið varð so aftur til Havnar, og maðurin varð jarðaður. 28. april 1901: William Buul, matrósur, 22 ár. 2. december 1905: Albert Thorn­ ton, 24 ár. Um hann skrivar Dimmalætting 9. desember; Ombord i den engelske Trawler Argentina skete der forleden Nat en beklagelig Ulykke. Da Gaslygter­ ne paa Dækket var gaaet ud, gik Andenmester ned i Maskinrummet for at se efter Gasbeholderen. Pludselig lød et mægtigt Knald, og da Kaptajnen kom ned i Rummet fandt han Andenmester liggende paa Gulvet i en Blodpøl med knust Hoved. Det viste sig da, at Gas­ beholderen var eksploderet. 24. september 1912: Charles Wright, 40 ár. Dagin eftir skrivar Dimma­lætt­ ing: Da Grimsbytrawleren GY643 Night­hawk Lørdag Formiddags be­ fandt sig vest for Suderø skete et slemt Ulykkestilfælde ombord. Skibet sejlede med temmelig stærk Fart og havde Trawlen ude, da plud­ selig en Wire gik itu og ramte en af Besætningen, den 19 Aarige Charles Wright, der opholdt sig i Nærheden, i Hovedet. Virkningen var frygtelig. Et stort stykke af Hovedskallen blev fuldstændigt kløvet, og der fremkom et gabende Saar, saa Hjernehinden blev synlig. Night­ hawk satte straks Kursen mod Thorshavn, hvortil den kom efter 3 Timers forløb og fik den Til­skade­ komne, der hele Tiden havde været uden Bevidsthed, indlagt paa Hos­ pi­talet, hvor han Afgik ved Døden efter nogle faa Timers Forløb. Greitt verður frá, at slíkar van­ lukkur ikki eru óvanligar umborð á trolarunum, at veirurin slitnar, hóast hann var nýggjur og av bestu góðsku. Nógvir trolaramenn eru deyðir ella hava fingið mein fyri lívið av slíkum vanlukkum. Fyri kortum varð ein maður kvettur av um miðjuna í eini slíkari vanlukku. Trolarin segði annars frá góðum fiskiskapi og hevði eina náttina fingið 160 kurvar. Hesin trolarin var ein av teimum nýggjastu og størstu og sigldi 11 míl. Hann varð annars søktur av minu jóladag 1914. 12. november 1914: F. Mawer, doyði á hospitalinum, 27 ár. 5. april 1917: Albert Cracknee, 33 ár 9. august 1922: Harry Robinson, 58 ár 24. oktober 1924: John Teck, 22 ár. Dimmalætting skrivaði: Ein ensk­ur trolari kom týsdagin inn á Havnina við einum manni, ið var knappliga deyður umborð. Hann var komin við hendan túrin sum ferðamaður fyri at síggja trol­fiska­ ríið men varð mánadagin funnin deyður í koyggjuni. Hann var grivin á kirkjugarðinum her. 9. mars 1927: A. Key, 35 ár. Úr Hull Dimmalætting skrivaði12.3: Ein trolari kom nú um dagarnar inn við einum mann, ið var deyður umborð. Hann var jarðaður her. 31. mars 1931: John Burret, stýri­ maður við trolaranum “Salason”, 28 ár. 25. august 1932: T.H. Bracegirdle, 38 ár 27. februar 1933: R. Herwitt, 44 ár, úr Hull 22. mai 1934: Edvard Revill, við s/s Escallonia, 25 ár. Í Dimmalætting 23.5. verður greitt frá, at Edvard doyði av eini vanlukku, tá ið trolarin fiskaði á Føroya Banka. Pápi Edvard doyði fyri fleiri árum síðani, og heima situr ein gomul mamma og syrgir sonin, sum var hennara einasta hjálp og stuðul í aldurdóminum. Manningin á Escallonia bað blaðið bera eina hjartaliga tøkk til bretska konsulin, starvsfólkið á sjúkrahúsinum og onnur, sum hava víst samkenslu í sambandi við hesa syrgilgu hending. 7. september 1934: D. Gray, 36 ár. Havnarmaður doyði við Grimsbytrolara 11. november 1914 skrivar Dimma­ lætting um ein føroying, sum er deyður við Grimsbytrolara: Den skrækkelige Krig rammer mange Hjem og breder Sorg og Ulykke over Jorden. Heroppe paa vore rolige Smaaøer har vi hidtil været skaanet, men at Rædslerne ogsaa kan naa os, maa en Familie i Thorshavn i disse Dage sande. Skomager Knud Petersen her i Byen har nemlig faaet Besked om, at hans Søn, der var Styrmand paa Grimsby trawler Rosella, rederiet Baskcomb, er forulykket, da skibet den 29. f. M. blev sprængt i Luften af Miner. Foruden Styrmand Peter Petersen omkom ogsaa Kaptajnen. Den unge Mand, der var ældste Søn i en stor Søskendeflok, havde sejlet lige siden sin Konfirmation, var nu 29 aar gammel og en god Søn og Broder. Hans Familie saa ham for ca. 5 Uger siden, da han med en Trawler var herinde paa Havnen. Petur var sonur Isalinu og gamla Knút skómakaran. Systkin hjá honum vóru millum onnur yngri Knút skómakarin og Malla, gift við Pola skómakaran. HENDUR IÐ SLEPTU Grimsby er væl umboðað á Svínaryggi Gamli kirkjugarður á Svínaryggi er á fleiri økjum ein góð søgulýsing, eisini av okkara fiskivinnusøgu. Her eru nokk so nógvir útlendskir fiskimenn grivnir Hetta er húskið hjá Peter Petersen (1885-1914), sum doyði við trolara úr Grimsby. Tað vóru seks systrar og tveir beiggjar. Mitt i myndini síggjast foreldrini Isalina og Knút. Petur sæst millum foreldrini. Tann stóra gentan undir liðuni á Petur er Malla (1884-1970), sum var elst av systkjunum. Mamman situr undir Knúti (1900-1968), sum var yngstur Komandi partur Í komandi parti parti verður greitt frá Onnu og Hanus í Syðradali IN AFFECTIONAL REMBEMBRANCE OF HENRY YOUNG WHO DIED AT FAROES JULY 8TH 1878 AGED 42 YEARS PARTED FRIENDS AGAIN MAY MEET FROM THE TOILS AT NATIVE FREE GROWN WITH MERRY, O, HOW SWEET SHELF WILL ETERNAL FRIENDSHIP BE ERECTED BY FRIENDS IN GRIMSBY