hósdagur 13. juni 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo
Vísindastarvsfólk í búskaparfrøði
Á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi er eitt vísindastarv
sum lektari ella adjunktur í búskaparfrøði leyst at søkja
Starvsøki
Gransking og útbúgving í búskaparfrøði er virkisøki í menn-
ing á Fróðskaparsetri Føroya. Ætlanin er í fyrsta umfari at
seta Fróðskaparsetrið ført fyri at bjóða lesandi akademiska
útbúgving í búskaparfrøði. Somuleiðis skal støði leggjast
undir gransking í búskaparfrøði, sum saman við frálæruni
skal geva gott innlit í búskaparfrøði og serstakliga í føroysk
búskaparviðurskifti.
Starvið er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í búskap-
arfrøði. Tann, ið fær starvið, skal sum partur av einum toymi
skipa fyri B.Sc.-námi í búskaparfrøði og menna granskingina
á økinum. Góður kunnleiki til viðurskiftini í føroyska búskapin-
um er ein fyrimunur.
Førleikar
Lektaraumsøkjarar skulu hava ph.d.-prógv ella samsvarandi
førleika og skjalprógvaðan granskingarførleika á altjóða stigi.
Teir skulu hava góðan pedagogiskan førleika og fyrisitingar-
royndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/
ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvar-
andi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað
granskingarevni og hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.-rit-
gerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta
lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.
Út frá eini heildarmeting tilskilar Fróðskaparsetrið sær rætt
til at seta ein adjunkt í starv fram um ein lektara, um profilur-
in v.m. hjá adjunktinum hóskar betur saman við innihald í og
ætlan við lýsta starvinum.
Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir
útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðs-
royndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og fram-
tíðarætlanum.
Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir
framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum, um
tær eru til taks.
Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 5 vísindaligar greinir.
Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt.
Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróð-
skaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sátt-
mála við Akademikarafelag Føroya.
Sett verður metingarnevnd at meta um førleikar umsøkjar-
anna. Hvør umsøkjari fær sendandi metingina av sínum før-
leikum.
Freist
Umsóknarfreist er 28. juni 2013. Miðað verður eftir at seta
starvið skjótast tilber. Umsóknir skulu sendast við telduposti
til umsokn@setur.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til
Maluna Marnersdóttur, dekan, malanm@setur.fo.
Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at
finna á heimasíðuni: www.setur.fo
Ung í arbeiði
Kom við arbeiðsuppskotum
Er nøkur gøta, ið tú dagliga gongur framvið, ið kundi trongt til eina kerliga hond? Ella hevur tú
lagt merki til nakran garð, ið hevði tolt at verði málaður av nýggjum?
Seinastu trý árini hava borgarar í Tórshavnar Kommunu havt møguleika at koma við ymsum
uppskotum, ið tey ungu kundu taka sær av. Hetta eydnaðist stak væl og verður sjálvandi ein
møguleiki aftur í ár.
Arbeiðsuppskot kunnu skrásetast gjøgnum heimasíðuna hjá kommununi www.torshavn.fo ella á
teldupost: ungiarbeidi@torshavn.fo.
Tórshavnar kommuna