hósdagur 13. juni 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landsdjóralækni
Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir Landsdjóralækna, Chief Veterinary Officer (CVO)
Landsdjóralæknin er hægsti veterineri myndugleiki í Føroyum.
Uppgávur
Uppgávurnar hjá landsdjóralæknanum eru serliga at:
• Skapa og dagføra reglur, ið stuðla undir tryggum, góðum matvørum og fóðri,
góðari djóraheilsu og djóratrivnaði.
• Tryggja, at lógir og kunngerðir eru fult út í sam svari við ES reglur innan matvørur
og djóraheilsu, sum ásett í sáttmála millum partarnar.
• Hava ábyrgdina av samskiftinum við ES innan karmarnar av heilsufrøðiligu avtaluni við ES.
• Fylgja við og luttaka í altjóða arbeiðnum á veterinera økinum og – har Føroyar hava
fráboðanarskyldu – tá at standa fyri hesum.
• Arbeiða fyri observatørstatus (fráboðan, talurætt osfr.) í altjóða felagsskapum,
sum t.d. OIE.
• Hava ábyrgdina av loypandi yvirvøku og skrá seting av djórasjúkum í Føroyum og
taka neyðugu fyrisitingarligu avgerðirnar.
• Leiða veterinerdeildina á Heilsufrøðiligu starv stovuni og verða partur av leiðslu bólkinum
á stovninum.
Krøv til útbúgving og kunnleika
Tú skalt hava útbúgving sum djóralækni frá einum hægri lærustovni í Norðurlond unum.
Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá arbeiði við almennum, veterinerum eftirliti og lógar-
og kunngerðaarbeiði. Kunnleiki til ES fyriskipanir og ES skipanina sum heild er eisini ein fyrimunur.
Væntað verður, at tú hevur góðan málsligan kunn leika til enskt í skrift og talu.
Væntað verður, at tú hevur hollar royndir við nýtslu av edv skipanum, eins og koyri kort til persónbil
er eitt krav.
Vit vænta
• Miðvíst, sjálvstøðugt og nærlagt arbeiðslag, og at tú annars er løtt/lættur at samstarva við.
• Tú skalt hava áræði og framfýsni at náa settum málum og annars tola stórt arbeiðspress,
tá hart leikar á.
• Tú sært nýggjar uppgávur sum nýggjar av bjóðingar.
• Hevur góð evni at samskifta við onnur bæði í skrift og talu.
• Ein arbeiðshátt, ið mennir starvsfólk á deild ini og annars stuðlar undir víðari menningina
av stovninum og fakøkinum sum heild.
Vit bjóða
• Sera spennandi og sjálvstøðugt arbeiði innan karmarnar av ES avtaluni og tær avtalur, ið
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur við aðrar stovnar í 3. londum, sum t.d. Russland og Kina.
• Eitt arbeiði í samstarvi við miðfyrisiting ina, vinnufyritøkur, vinnufeløg og onnur áhugafeløg.
• Støðuga og skipaða førleikamenning og annars eitt gott arbeiðs umhvørvi, har tú kemur at
arbeiða saman við dugnaligum og engageraðum starvsfólki, við hollum útbúgvingum og royndum.
• Arbeiðsamboðini eru framkomin og arbeiðs umhvørvið sera frítt.
• Væntast kann nakað væl av ferðing uttanlands, serliga í Norður londum, til ES stovnar og 3. lond.
Tíð og setanarviðurskifti
Starvið er fulla tíð. Setanan eigur at verða frá og við 1. september 2013, men vit bíða fegin eftir rætta
umsøkjaranum, so starvs byrjanin er nakað, ið vit kunnu avtala.
Arbeiðsstaðurin er á Falkavegi 6 í Tórshavn, har partur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni húsast.
Starvið sum landsdjóralækni verður áramáls sett til 5 ár sambært sersáttmála. Lønin er samsvar andi
37. flokki hjá tænastumonnunum, tó uttan at vera tænastu mannastarv. Fyri áramálsetanina á 5 ár
verður veitt ein viðbót á 20 % av lønini í 37. lønarflokki.
Eftirlønargjaldið er 15% av lønini í 37. lønarflokki og ikki av viðbótini.
Starvsheitið á føroyskum er landsdjóralækni og á enskum Chief Veterinary Officer (CVO).
Umsókn til starvið
Umsókn við CV, avriti av prógvum og við mælum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 4. juli 2013.
Donsk útgáva av lýsingini verður eisini latin donskum og møguliga norskum heimasíðum. Um ivamál
verða, er føroyski teksturin er galdandi.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Bárði Enni, stjóra.
Upplýsingar um stovnin síggjast á www.hfs.fo.
Góðskufólk
Fyri felag okkara
Sp/f P. P. Faroe Pelagic, Kollafirði
søkja vit eftir fólki til at starvast sum góðskufólk í
framleiðsluni á virki okkara.
Tey, sum setast skulu, mugu hava góðan kunnleika
til øll viðkomandi øki viðvíkjandi dagligu fram
leiðsluni av fiski. Royndir innan líknandi arbeiði er
ein fyrimunur.
Hetta er ein frálíkur møguleiki at gerast ein
part ur av tí, ið kemur at vera ein tann størsta
framleiðslueindin í Evropa.
Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við
fram leiðslustjóran. Vænta verður, at tú hevur
viðkomandi útbúgving ella upplæring og prak
tiskar royndir á økinum, og at tú kanst arbeiða
sjálvstøðugt og hevur initiativ til sjálv/ur at taka
stig til at loysa tær neyðugu arbeiðsuppgávurnar.
Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Løn sambært galdandi sáttmála.
Ynskjast nærri upplýsingar, kann ringjast Petru
Eystberg á 478888 ella við at senda teldupost til
finance@ppfaroe.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skulu
sendast til
finance@ppfaroe.fo
í seinasta lagi 20. juni 2013.
FAROE PELAGIC