Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leiðari til handilsøkið hjá Vodafone Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtn um, jalig­um,­árbyrgdar­full­um­og­fleksi­bl­um­leiðara­til­ okkara­handilsøkið. Ert­ tú­ kundavinarlig/ur­ og­ skip­að/ur,­ hevur­ góð­sam­starvs­evni,­dugir­at­arb­eiða­sjálv­ støðugt­eins­væl­og­í­bólkum,­ert­tú­TANN­ vit­sóknast­eftir­til­okkara­handilsøkið,­ið­er­ 2­handlar­og­1­søluumboð. Vit­bjóða­tær­eitt­starv­í­ein­i­spenn­andi­og­ framkomnari­ fyri­tøku,­ har­ tæn­asta­ og­ góðska­verða­sett­ í­ hásætið.­ Harumframt­ kemur­tú­­at­arb­eiða­í­einum­spennandi­virki­ s­øki­hjá­Vodafone.­­ Vit­vænta,­at­tú­hevur­gott­yvir­blikk­og­ert­ væl­skipað/ur,­hevur­lætt­við­og­áhuga­í­at­ læra­nýggj­ting.­ Lønin­er­sambært­avtalu. Starvið­verður­sett­skjótast­gjør­ligt. Hevur­tú­spurningar­viðvíkjandi­starvi­num­ kanst­ tú­ ringja­ til­ Høgna­ Thomsen­ á­ telefon­502048. Umsóknir­við­CV­skulu­sendast­við­teldu­ posti­ til­ Høgna­ innan­ 21.­ juni­ á­ ht@ vodafone.fo­ tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast til samans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskiftið og samskiftið við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Leiðari til verkætlanardeildina HEVUR TÚ SLAGKRAFT OG TORIR TÚ AT TAKA AVGERÐIR? ERT TÚ TANN MIÐVÍSI LEIÐARIN TIL EITT AVBJÓÐANDI OG FJØLTÁTTAÐ STARV VIÐ STÓRARI ÁBYRGD OG NÓGVUM TÝÐANDI UPPGÁVUM? HEVUR TÚ SLAGKRAFT OG TORIR TÚ AT TAKA AVGERÐIR? So ert tú møguliga tann rætti persónurin til starvið sum deildarleiðari fyri verkætlanardeildini hjá Tórshavnar kommunu. VIRKISØKIÐ HJÁ LEIÐARANUM Á VERKÆTLANARDEILDINI Talan er um nýstovnað starv. Verkætlanardeildin er bygnaðarliga undir tekniska stjóranum. Deildin umsitur m.a. byggi- og anleggsverkætlanir hjá kommununi og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og rakstri av bygningum, sum kommunan eigur ella leigar. TÍTT ÁBYRGDARØKI Talan er um fjølbroytt og avbjóðandi starv. Týdningarmestu uppgávurnar eru m.a. at: • leiða og samskipa arbeiðsøkini undir verkætlanardeildini og hava umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av økinum um hendi • arbeiða tætt saman við stjórn kommununnar og politiska myndugleikanum um verkætlaninar hjá kommununi • arbeiða tætt saman við øðrum deildum til tess at tryggja eitt dygdargott tvørgangandi samstarv • tryggja, at verkætlanardeildin hevur gott samskifti við borgaran, viðskiftafólk, ráðgevarar, arbeiðstakarar og aðrar myndugleikar Leiðarin á verkætlanardeildini fyrireikar saman við tekniska stjóranum øll mál á økinum hjá deildini til politiska støðutakan. Útbúgving og royndir Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri læristovni og leiðslu- og fyrisitingarligar royndir. Umsøkjarar við hollum kunnleika innan byggiløgfrøði, fíggjarstýring av byggiverkætlanum og viðkomandi KT skipanir hava fyrimun. Setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sum deildarleiðari sambært akademikara sáttmálanum. Umsókn Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, ella torshavn@torshavn.fo, í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. juli 2013, kl. 12.00. Merkið umsóknina „ Deildarleiðari fyri verkætlanar- deildina“. Meiri fæst at vita Les meiri um starvið og útgreinaðan starvsprofi l á starvstorginum á www.torshavn.fo. Meiri fæst eisini at vita um starvið við at venda sær til Jákup Egholm Hansen, tekniska stjóra, ella Ingibjørg Berg, kommunustjóra á telefon 302010.