hósdagur 13. juni 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bachelor í orku- og
umhvørvis verkfrøði
Har tú millum annað fært svarini
uppá spurningarnar omanfyri! Hetta
er ein spildurnýggj útbúgving, sum
Setrið bjóðar eftir summarfrítíðina.
Útbúgvingin er grundað á føroysk
viðurskifti og heimligu náttúruna,
men hon viðger samstundis ein
altjóða tørv. Varandi orkukeldur verða
alsamt meiri eftirspurdar, og tí er ein
útbúgving innan orku og umhvørvi
viðkomandi og nýtilig um allan heim.
Tað tekur 3 ár at lesa til orku- og
umhvørvisverkfrøðing, harav 1/2 ár
kann takast uttanlands. Prógvið
gevur nógvar møguleikar, bæði til
gransking, størv og víðari lesnað.
Hvussu sleppa
vit undan stóru
oljunýtsluni?
Hvar skal
okkara orka
koma frá í
framtíðini?
Hvørji árin hava
ymsu orkusløgini
á samfelagið og
umhvørvið?
Kom og les Bsc í orKu-
og umHvørvis verKfrøði
umsóknarfreist er 1. juli 2013
les meiri á www.setur.fo
Sosialurin 341800
tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast til samans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari
umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har
starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskiftið og samskiftið við borgaran høgt. Hetta fyri
at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Býararkitektur
HEVUR TÚ HUGFLOG OG
TORIR TÚ AT HUGSA NÝTT?
ERT TÚ TANN MIÐVÍSI LEIÐARIN TIL EITT
AVBJÓÐANDI OG FJØLTÁTTAÐ STARV VIÐ STÓRARI
ÁBYRGD OG NÓGVUM TÝÐANDI UPPGÁVUM? HEVUR
TÚ HUGFLOG OG TORIR TÚ AT HUGSA NÝTT?
So ert tú møguliga tann rætti persónurin til starvið
sum býararkitektur í Tórshavnar kommunu.
VIRKISØKIÐ HJÁ BÝARARKITEKTINUM
Býararkitekturin er deildarleiðari á
býarskipanardeildini og er bygnaðarliga undir
tekniska stjóranum.
Deildin umsitir m.a. kommunuplanin, býar-/
lendisskipanarlig viðurskifti og arkitekturpolitikk
kommununnar.
TÍTT ÁBYRGDARØKI
Talan er um fjølbroytt og avbjóðandi starv.
Týdningarmestu uppgávurnar eru m.a. at:
• leiða og samskipa arbeiðsøkini undir býar skipanar-
deildini og hava umsitingarligu og fíggjarligu
ábyrgdina av økinum um hendi
• arbeiða tætt saman við stjórn kommununnar
og politiska myndugleikanum um framhaldandi
menning av kommununi
• arbeiða tætt saman við øðrum deildum til tess
at tryggja eitt dygdargott tvørgangandi samstarv
• tryggja, at býarskipanardeildin hevur gott samskifti
við borgaran, viðskiftafólk og landsstovnar
Býararkitekturin fyrireikar saman við tekniska
stjóranum øll mál á økinum hjá deildini til
politiska støðutakan.
ÚTBÚGVING OG ROYNDIR
Umsøkjarin skal hava útbúgving sum arkitektur,
skal hava leiðslu- og fyrisitingarligar royndir og
harumframt kunnleika til býarskipanarlig viðurskifti.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett og lønt sum deildarleiðari
sambært akademikara sáttmálanum.
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og
upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera
Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn,
ella torshavn@torshavn.fo, í hendi í seinasta lagi
mánadagin 8. juli 2013, kl. 12.00.
Merkið umsóknina „Býararkitektur“.
MEIRI FÆST AT VITA
Les meiri um starvið og útgreinaðan starvsprofi l
á starvstorginum á www.torshavn.fo. Meiri fæst
eisini at vita um starvið við at venda sær til Jákup
Egholm Hansen, tekniska stjóra, ella Ingibjørg Berg,
kommunustjóra á telefon 302010.
Akfør
Persónbilar til leigu
Ring og fá ein góðan prís 213992
Alt til akfør
summardekk á alufelgum
4 stk. summardekk á alufelgum
(195/60 R 15 ) so gott sum nýggj,
passa ti Toyota Avensis 261600
Amboð
Mingravari til leigu
Vigar 900 kg. Vælegnaður til
dren,urtagarðsarbeiðið og kann
arbeiða í kjallara. Brekkari og
minidumpari kunnu fylgja við.
Stendur á vogni. 213992
STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU
LØTT ALUMINIUM STILLADS BÍLIGA
TIL LEIGU. ÚTKOYRING UM ALT
LANDIÐ.
GUTTORM MORTENSEN TLF 251160
Arbeiði
Timburarbeiði o.a. til rímiligan
pening!
Hava tygum brúk fyri einum
handverkara til at hampa um húsini?
Timburarbeiði o.a, verður gjørt skjótt,
gott og til ein rímiligan pening av
dugnaligum húsasmiðji. Ring og fá
eitt gott tilboð á tlf 503830
Vaskiarbeiði ynskist
Vaskiarbeiði ynskist. 251503
Býli í Føroyum
Hjááálp
Mamma við 3 kúllum leitar eftir íbúð
í havn, skjótast gjørligt. Má hava
minimum 2 kømur. Vit eru friðarlig,
og fara væl um. Max 6000-7000 kr
við øllum 565604
Hús til sølu í Tórshavn
Hús til sølu í Tórshavn Bygd 1963,
tvær hæddir á 64m2, í góðum
standi Garaga, altan, garður, stórt
tún Grundøkið 430 m2, matr. 1002d
Gott útsýni 31 29 16
Íbúð á Argjum til leigu
Uml. 80 m3 íbúð í góðum standi til
leigu beinanvegin. 2 kømur, stova,
køkur, gongd og baðirúm + atgongd
til vaskirúm. kr. 6.000 mðr. við hita.
210051
Stór íbúð á Argjum til leigu
Lofts íbúð, 3 kømur, køk stova
saman, wc+brúsa, 2 stk goymslurúm.
Atgongd til vaskimaskin, internet
og parabolantennu. Liggur beint við
Effo. 518526
Vit leita eftur íbúð
Eitt par við einum barnið á veg
ynskja at leiga eina íbúð í Havna
økinum. Vit roykja ikki, hava eingi
kelidjór og bæði hava fast arbeiði.
256325
Hús til leigu
Hús í Streymnesi til leigu frá 1. juli
261392
Hús/íbúð ynkist til leigu á Tvøroyri
Par ynskir hús/íbúð til leigu á
Tvøroyri. Eru friðarlig, fara væl um,
og gjalda til tíðina. 595399
Par søkir leiligheit
Vit eru eitt par, ið leitar eftir einari
íbúð í Tórshavn. Ìbúðin má helst
kosta max 5000kr/mðr við øllum. Vit
fara væl um, og gjalda til tíðina
+298259146 og +298561139
1 .kamar til leigu
við atgongd til køk, bað, vaski
maskinu, turkitrumlu, fristiboks og
tráleyst internetbreiðband. Nær við
Læraraskúlan og Sjómaskúlan
221158
Býli uttanlands
Ìbúð til framleigu í Esbjerg.
2vær.íbúð á Højvangshave 35 við
egið bað, køk, breiðband og atgongd
til vaskirúm. 2-5 min.til nærmasta
bussstoppistað. til leigu Frá 1/7 til
5/8. +4524481169
Íbúd á Øresunds Kollegiunum
3-rúms íbúd til leigu frá 9 juli
- 2. august. 4 seingjapláss og
1 tremmusong. Møguleiki fyri
eyka uppreiding. Allir hentleikar.
arnhold83@hotmail.com
0045 42596601
Íbúð til leigu í Keypmannahavn
Íbúð úti í Femøren til leigu í
tíðarskeiðnum 22. juni til og við 22.
august. Min. 5 seingjarpláss. Íbúðin
hevur allar hentleikar. 585120
Dýr
Kettlingar klárur at flyta
Kritahvítur kettlingur, frensur, 12
vikur gamal, verður latin djóravinum.
Vinarliga ring:
21 38 56 ella 22 38 56
Ryssa
Ljósbrá frá vikinghøj, fola 2001, sera
teymilig og góð at fáast við. Hon
er ekta Íslensk, tó uttan stamtavlu.
vinarliga ring ella sms a á 263239
Ymiskt
Flytibilur til leigu
Mercedes Sprinter v/síðuhurð og
dupilthurð aftan. Lastar 1550 kg
ella 11 m3. Kann eisini leigast til DK
. 213992
2 ferðsaseðlar FO-DK-FO til sølu!
2 ferðaseðlar v/ Atlantic 19.-22.
juli til sølu. vanl. kostnaður 7180,-
. Prísuppskot 5000,- fyri báðar
ferðaseðlarnar (v/ navnabroyting).
Boð vælkomin 503700
lýsingartorgið