hósdagur 13. juni 2013síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
føroyar 0 (0)
svøríki
2 (1)
Tróndur Arge
– Stokholm, Friends Arena
Føroyska
landsliðið
fekk
uppreins, tá teir týskvøldið
taptu 2-0 fyri einum svensk
um landsliðið, sum bleiv
bjargað av heimsstjørnuni
Zlatan Ibrahimovich og eini
dómarakvartet úr Bulgaria,
sum ikki var uppgávuna
vaksi.
Í 80 minuttir ger før
oyska liðið alt tað ein kann
krevja av teimum. Teir eru
framvegis við og málmun
urin var er eitt mál. Svenska
liðið hevur trupult við at
hava tamarhald á føroyska
miðvøllinum, sum so smátt
byrjar at gera um seg.
Fleiri ferðir megna okkara
at flyta bóltin millum sín.
Svensku viðhaldsfólkini eru
ótolin og fjáltur tykist koma
onkrar av svensku spælar
arum. Ein av teimum er
miðverjin, Andreas Grand
qvist, sum tveitir seg í vøllin,
eftir at Fróði Benjaminsen
hevur taklað bóltin. Fróði
gevur honum av grovfíluni
og Andreas Grandqvist vel
ur at leggja á Fróða, tá hann
reisist. Nikolay Yordanov
hevur ongan annan møgu
leika enn at vísa svenksa
miðverjanum av vøllinum.
Fróði fær eisini eitt gult kort
við á vegnum.
- Eg skilji ikki hví eg skuldi
fáa gult kort í støðuni, er við
merkingin hjá føroyska lið
skiparanum.
Í løtuni eftir reyða kortið
velur Zlatan Ibrahimovic
at senda bóltin í høvdið
á Gunnari Nielsen. Beint
frammanfyri
dómaranum,
sum ikki tordi ella vildi geva
svenska liðskiparanum hvør-
ki gult ella reytt kort.
- Eg var for erligur í støðu
ni. Eg skuldi havt tveitt meg
niður í vøllin, so hevði hann
kanska fingið gult ella reytt
kort, sigur Gunnar Nielsen,
meðan svensku miðlarnir
eru sum gribbar at fáa før
oyska málverjan at siga okk
urt, sum teir kunnu brúka
sum yvirskrift.
Nú hómast ein møgueliki
at skapa óvæntaða úrslitið.
Svenskarnir eru skelkaðir og
umskipa liðið. Føroyska liðið
ger klárt at senda Páll Klett
skarð á vøllin.
Men áðrenn vit klára at
byrja at droyma er bulgarski
dómarin aftur upp á spæl.
Hóast hann fleiri ferðir í
dystinum hevur biðið spæl
arar reist seg upp aftur, tá
teir hava tveitt seg og lætt
liga. Men nú hevur floytan
fingið annað ljóð.
Tann næstan tveir metrar
høgi og 95 kilo tungi Zlatan
dettur sum er hann skotin, tá
Jónas Tór Næs kelar honum
eftir beini. Nú fekk Nikolay
Yordanov sín møguleika at
útjavna samlaða úrslitið av
dømingini, og áðrenn Zlatan
er komin longu leiðina niður
á vøllin hevur bulgarski
dómarin brísksað fyri brots
sparki.
Gunnar ger eins og Atli
og vísur ikki Zlatan meiri
viðring enn hann hevur
uppiborið.
Hann
argar
heimsstjørnuna, sum ikki
tolir smakkin av sínum egna
heilivági. Gott nokk skorar
Zlatan upp á brotssparkið,
men reaktiónin eftir brots
sparkið vísur heilt greitt ein
kroystan Zlatan, sum hevur
fingið aftur av somu skuffu,
sum hann til dagligt deilir
út av. Vánaligi atburðurin
á vøllinum vísti eisini, at
Zlatan als ikki fekk tað virð
ing hann heldur hann hev
ur uppiborið av føroysku
“fiskarunum”, sum hann róp
ar okkum.
Ongantíð áður hevur ein
heimsstjørna verið so glað
fyri at skorað móti Føroyum.
Móti endanum av dystinum
missur Zlatan fultkomiliga
høvdið, tá hann heilt greitt
við vilja sendir albogan í and
litið á Atla Gregersen. Enn
eina ferð verður einki bríksl
að og tað kann bara skapa
undran, at ongin av teimum
fýra dómaranum sóu tað,
sum øll hini á Friends Arena
sóu. Eitt klokkuklárt reytt
kort.
- Zlatan er ein fantastiskur
fótbóltsspælari og fari ikki at
standa her og spilla hann út,
men hann kann verða ein
Vánalig planlegging Føroysku áskoðararnir komu til Friends Arena í góðum lag,
men vóru plaseraðir so, at teir ikki kundu standa upp og rópa, sum annars altíð
hevur verið vanligt. Tað endaði við, at einstakir føroyingar blivu tveittir út. Ill
hugsað av svenska fótbóltssambandinum og tápuligur atburður hjá harðrendu
vaktarfólkunum. Vit komu bara fyri at stuðla okkara liðið og hugna okkum!
Gunnar Nielsen: 4
Hevði eina bjarging í heimflokki
og stóð seg annars væl á strikuni.
Kundi ikki gera nakað við málini,
men útspørkini vóru elendig í fyrra
hálvleiki. Alt í alt eitt gott avrik.
Jónas Tór Næs: 4
Kom væl frá uppgávuni á høgra
bakki. Legði hart út og setti seg í
respekt. Tað mundi kostað gult kort.
Kom framvið til innlegg, men tað
restar tað seinasta í álopsspælinum.
Kundi verið meiri vakin við fyrra
málið og gjørdi brotsspark, sum var
heldur bíligt. Spældi annars væl.
Jóhan Troest Davidsen: 5
Vísti landsliðsvenjaranum, at hann
hoyrir heima á landsliðnum. Spældi
fyrimyndarliga væl og virkaði sum ein
javnvág til spælið hjá Atla Gregersen.
Er róligur á bóltinum, smæðist
ikki í tvídystunum og umhugsin í
verjuspælinum.
Atli Gregersen: 4
Bakkaði ikki ein metur fyri Zlatan
og gav honum aftur, tá hann byrjaði
at brúka kjaft. Stóð væl í verjuni,
men hevði onkrar trupulleikar í
avspælinum, men í verjustøðu er
einki at fílast á.
Viljormur Davidsen: 4
Kom inn og spældi ein frálíkan dyst á
vinstra bakki. Serliga var hann tryggur
á bóltinum og dugdi væl at sleppa sær
av við hann. Nú hava vit brádliga ein
luksustrupulleika á vinstra bakki við
Viljormi og Ára Mohr Jónsson.
Fróði Benjaminsen: 4
Stríddist sum altíð væl á
miðvøllinum. Var ikki so sjónligur,
sum hann onkuntíð hevur verið, men
svenska spælið fór eisini upp um
miðjuna. Framtvingaði reyða kortið
hjá svium.
Súni Olsen: 3
Virkaði tungur eftir at hava spælt
fullan dyst í Írlandi. Heldur ikki
fríspørkini vóru av teimum bestu og
tað endaði oftani við mótálopið. Fór
út við skaða í fyrra hálvleiki.
Hallur Hansson: 4
Varð fluttur út á høgra vong og
kom bara væl frá uppgávuni. Tordi
at spæla bóltin og var ágrýtin í
verjupartinum. Hevði sína bestu løtu
beint áðrenn hann bleiv tikin út.
Pól J. Justinussen: 4
Er sum endurføddur á vinstra vongi.
Sleppur til sín rætt tá málspørkini verða
sparkaði niðan móti honum. Hann
vinnur alt í luftini og svenskarnir høvdu
trupulleikar við at fáa bóltin frá honum,
tá hann fór fram við.
Christian L. Holst: 2
Klárt vánaligasti dysturin hjá
Christiani í longri tíð. Arbeiddi alt
ov lítið og tað gekk út yvir restina
av miðvøllinum. Fekk at kalla einki
burtur úr í framrættaða spælinum.
Jóan Símun
Edmundsson: 3
Tað var sjáldan at okkara spældu
upp á styrkirnar hjá framherjanum,
men hann gjørdi sítt í luftspælinum.
Arbeiddi eisini hart og jagstraði allan
dystin. Kemur framvegis ikki til nóg
nógvar málmøguleikar.
Heini Vatnsdal
(Inn 41.min): 4
Tað kom javnvág á miðvøllin, tá Heini
kom inn. Orkan hjá miðvallaranum
gjørdi, at hann fylti nógv og vann
nógvar nærdystir.
Símun Samuelsen
(Inn 59.min): 4
Byrjaði á bonkinum, men kom inn
tíðliga í seinna hálvleiki og virkaði
frískur. Bjóðaði fleiri ferðir av og var
óheppin at detta, tá hann var komin
framvið tvær av ferðunum. Varð
dømdur rangsaddur, tá hann bleiv
spældur leysur móti málinum – tað
var ikki rangstøða.
Páll Klettskarð
(Inn 87.min):
Kom inn í nakrar fáar minuttir. Ov
stutt til at gera ein meting.
Avrik: tøl 1 til 6 Zlatan gjørdi
tað aftur
Zlatan Ibrahimovic vísti seg bæði frá sínu bestu
og ringastu síðu í landsdystinum móti Føroyum.
Hann avgjørdi dystin, men skuldi verið útblakaður
tvær ferðir. Avgerandi dømingar fullu ikki í
okkara lut og tí standa vit eftir við ongum
ítróttur fótbóltur landsdystur