Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 idiot á vøllinum, sigur Atli Greger­sen, sum heilt týðiliga kom undir húðina á Zlatan. Gott føroyskt avrik Føroyska avrikið var á eini góð­ari leið. Vit gjørdu tað vit kundu fyri at halda svensku spælarunum vekk frá før­ oyska málinum og møgu­leik­ ar­nir vóru fáir. Jóhan Troest Davidsen spæl­di væl í miðverjuni og Vilj­ormur Davidsen kom væl frá uppgávuni á vinstra bak­ki. Á miðvøllinum gekk ikki so væl at byrja við. Hvørki Christian Lamhauge Holst ella Súni Olsen raktu dagin frá byrjan. Ikki so at tað bein­leiðis kostaði, men tað merkt­ist, tá Heini Vatnsdal og Símun Samuelsen komu inn, og Hallur Hansson bleiv flutt­ur inn á miðvøllinum. Jóan Símun Edmundsson varð í álopinum, men kom ikki til so nógvar mál­møgu­ leik­ar. Til tað spældi før­ oyska liðið ov lítið upp á hans­ara styrkir. Jóan Símun átti brotsspark, tá hann bleiv hál­að­ur niður eftir horna­ spark, men dómarin valdi ikki at døma. Hinvegin vóru teir skjótir at døma fyri rangstøðu, tá Símun Samuelsen varð spældur leysur ígjøg­ num. Talan var als ikki um rangstøðu. Vit tosa um metrar! Tað er alt ov vána­ ligt av bulgarska hjálpa­ d­óm­ra­num. Fjórði dóm­ arin, Stanislav Todorov, fylg­di sjálvandi væl við og tryggjaði, at útskifti Christ­ ian Lamhauge Holst fekk gult kort fyri av bonkinum at gera vart við sína ónøgd. Kanska skuldi Stanislav havt fylgt líka væl við tá Zlatan tvær ferðir skuldi ver­ ið útvístur, ella hvat heldur tú sjálvur Stanislav? Samanumtikið er avrikið hjá Føroyum góðtikið og vóru vit ikki snýttir í av­ ger­andi dømingum, so ikki óhugs­andi, at føroyska liðið hevði kunna endurtikið javn­ leiki frá 2001, tá vit spældu 0-0 móti Svøríki í Svøríki. Tvær ferðir upp í slag hev­ur Zlatan Ibrahimovic søkt føroyska landsliðið - hesa ferð við góðari hjálp frá Hallur rann yvir 10 kilometrar Hallur Hansson rann samanlagt 10,3 kilometrar í dsytinum. Toppferðin var 28,8 km/t. Hallur Hansson spældi á høgra vongi og varð útskiftur stutt fyri tíð. Heilar 55 ferðir var hann í sprint ferðir. Pär Hansson: 4 Hevði ikki so nógv at gera, men tók sær av tí sum hann skuldi. torført at geva honum meir enn eitt 4-tal hóast hann sum so ongan feil gjørdi. Mikael Lustig: 4 Legði upp til fyrra málið og var sjónligur í álopsspælinum. Royndi at koma fram við og megnaði fyri tað mesta at steðga føroyska liðnum at koma framvið í vinstru síðu, men trupulleikar av styrkini hjá Pól Jóhannus Justinussen. Per Nilsson: 4 Megnaði at halda føroyska liðnum niðri á tveimum forkølaðum skotum. Tapti onkrar luftdystir móti Jóan Símuni, men tað var vandaleyst, tí ongin føroyskur spælari rann eftir longda bóltinum. Andreas Grandqvist: 2 Spældi sum so eins væl og Per Nilsson, men fekk sær eitt býtt reytt kort, tá hann legði á Fróða Benjaminsen, sum nú kostar honum minst tveir dystir leikbann. Pierre Bengtsson: 3 Hevði meir at gera enn høgri bakkurin. Bæði Hallur Hansson og Jónas T. Næs lupu á og hóttu gjøgnum hansara síðu. Var heppin, at Símun bleiv dømdur rangstaddur. Sebastian Larsson: 3 Var óvanliga lítið sjónligur á høgra kanti. Viljormur hevði ikki stórvegis trupulleikar av Premier League spælaranum. Heldur ikki eyðkendu innleggini vóru góð. Bleiv útskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki. Kim Källström: 4 Fordeildi bóltin væl og tað sæst, at hann spælir á høgum stigi til dagligt. Megnaði tó ikki at halda ferð á spælinum gjøgnum dystin. Albin Ekdal: 5 Sjónligur á miðvøllinum og var maðurin aftanfyri tey flestu av álopunum hjá Svøríki. Bjóðaði seg alltíð til og var neyvur í avspælingini. Alexandar Kacaniklic: 4 Fulham spælarin kom inn og gjørdi mun á Tórsvølli. Hesa ferð vísti hann eisini í løtum gott spæl, men Jónas var skjótur á honum. Ola Toivonen: 3 Spældi leingi til eitt 4-tal, men brendi seint í dystinum tveir risa møguleikar. Virkaði annars væl sum “hjálparin” hjá Zlatan. Kom væl frá skjóta og smáspælinum. Zlatan Ibrahimovic: 1-6 Her má tað verða upp til tann einstaka at meta um samlaða avrikið hjá superstjørnuni. Hann avgjørdi dystin og vísti tekniskt spæla á hægsta stigi, men vísti seg ein sum ein óbúðnan smádrong, tá hann tveitti bóltin í høvdið á Gunnari, rendi albogan í Atla og fór grátandi í fjølmiðlarnar eftir at hava fingið ein verbalan umgang frá Gunnari og Atla. At hoyra Zlatan grenja um at kjaftaslit hjá hinum, er sum at hoyra Lance Armstrong grenja um at hinir súkklarnir eru dopaðir. Andreas Svensson (Inn 58.min): 3 Kom inn á miðvøllin og var ikki eins sjónligur og Kim Källström. Svenska liðið sat ikki so tungt á miðvøllinum seinna partin av seinna hálvleiki. Jimmy Dumaz (Inn 63.min): 2 Kann ikki minnast hann hevði bóltin. Gjørdi í so máta lítið um seg. Jonas Olsson (Inn 83.min): Kom inn at verja borg, eftir at Svøríki fekk ein mann útvístan. Avrik: tøl 1 til 6 Deiligt at síggja Gunnar Nielsen og Atla Greger­sen geva Zlatan av grovfíluni. Vit bakka ikki ein metur og soleiðis skal tað eisini verða. Vit eru ikki við fyri at læra longur – eisini tá vit spæla móti heimsstjørnum sum Zlatan. Plaseringin av føroysku áskoðarunum og dómarakvartetin úr Bulgari. Har var nokk av plássi á Friends Arena at seta føroysku áskoðararniar fyri seg, so teir kunnu halda gang, sum vit altíð gera. Dómarakvartetin kostaði okkum dýrt. Vit áttu brotsspark og Zlatan átti reytt! Svøríki-Føroyar 2-0 (1-0) HM undankappingardystur á Friends Arena í Solna í Stokholm týsdagin 11. juni kl. 19.15 Dómarakvartett úr Bulgaria: Nikolai Yordanov, Ivan Valchev, Veselin Dobriyanov og Stanislav Todorov 1-0: Zlatan Ibrahimovic 35. 2-0: Zlatan Ibrahimovic br 82. Svøríki: Pär Hansson, – Mikael Lustig, Per Nilsson, Andreas Grandqvist, Pierre Bengtsson – Seb Larsson (Jimmy Dumaz, 63.), Kim Källström (Andreas Svensson, 58.), Albin Ekdal, Alexandar Kacaniklic – Ola Toivonen (Jonas Olsson, 83.), Zlatan Ibrahimovic. Á vøllinum uttan at verða skiftir inn: David Nilsson, Daniel Örlund, Rasmus Elm, Nils-Eric Johansson, Rasmus Bengtsson, Pontus Wernbloom, Erkan Zengin Venjari. Erik Hamrén Gult kort: eingin Reytt kort: Andreas Granqvist 79. (beinleiðis reytt) Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Hallur Hansson (Páll A. Klettskarð, 87.), Fróði Benjaminsen, Súni Olsen (Heini Vatnsdal, 41.), Pól Jóhannus Justinussen – Christian L. Holst (Símun Samuelsen, 59.) – Jóan Símun Edmundsson. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, Teitur M. Gestsson, Atli Danielsen, Jónhard Frederiksberg, Hans Pauli Samuelsen, Ári Jónsson, Christian R. Mouritsen Venjari: Lars Olsen Gult kort: Pól Jóhannus Justinussen, Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen ítróttur