Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Italsk, bretsk og norsk bløð skriva um hendingina og vísa til bæði myndir og sjón­ banda­brot av hend­0ing­ini. Corriere dello Sport skrivar at Zlatan Ibrahimovich ikki er tað at broyta og altíð fer at halda fram at við sínum til tíðir vánaliga atburði. Í Írlandi halda fjøl-miðl­ ar­nir skemtiliga fyri, at Zla­ tan burdi fingið leikbann til dystin móti Írlandi, men so heldur ikki fleiri enn tað. Stóra enska blaðið Dailymail hev­ur eisini eina stóra grein um hendingina. Eisini í Noregi er hendingin umrøtt. trondur@sosialurin.fo ítróttur fótbóltur landsdystur Gunnar og Zlatan ferðast kring heimin Myndir og sjónbandamyndir av Zlatan Ibrahimovic, tá hann tveitir bóltin í høvdið á føroyska landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen, ferðast kring allan heimin Tað gekk ikki, sus tað varð vónað, tá ið U-21 landsliðið í fótbólti týskvøldið royndi at liva upp til fína avrikið og 2-2 úrslitið á heimavølli ímóti Rumenia síðsta fríggjakvøld. Týskvøldið var føroyska liðið á útivølli suðuri í Mon­ te­negro, og heimaliðið vann 3-0. Eftir 1. hálvleik var 1-0. Málið varð skorað longu í 3. minutti, og fyrstu løtuna í eftir steðgin gekk tað heldur ikki væl. Montenegro økti um munin til 2-0, tá ið 2. hálvleikur var sjey minuttir gamal, og fjúrtan minuttir seinni var 3-0. Føroyska liðið hevði góðan møguleika at vara aftur, tá ið støðan var 2-0. Dóm­arin bríkslaði fyri brots­ sparki til Føroyar. Mið­vall­ arin Bogi Reinert Petersen royn­di seg úr ellivu metrum, og málverjin bjarg­aði. Tað sást væl, at føroyska liðið hevði verið í intensum dysti fríggjakvøldið, og at teir síðani høvu ferðast nógv og langt. Teir vóru ikki so væl fyri, sum teir vóru ímóti Ru­ menia. Mótstøðuliðið spæl­di ikki fríggjakvøldið. joannes@sosialurin.fo U-21 tapti 3-0 í Montenegro Montenegro – Føroyar 3-0(1-0) 1-0 Mugosa, 8 2-0 Boljevic, 51 3-0 Mugosa 65 Føroyar: (4-2-3-1) Føroyar: Kristian Joensen, NSÍ – Bárður Hansen, Víkingur, Hørður Askham B36, Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland, René Shaki Joensen ,Brøndby(Pál M. Joensen, 53.min) – Árni Frederiksberg, NSÍ, Ivan Joensen, KÍ, Bogi Reinert Petersen, ÍF(Eli F. Nielsen, 64.min), Gilli Sørensen, B36(Gunnar Christiansen, 82.min) – Ari Ellingsgaard, ÍF – Gunnar Zachariasen, EB/Streymur.