Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ÍF skal syrgja fyri spenninginum Jóannes Hansen Eftir landsliðssteðgin síðs­ ta vikuskifti er aftur um­far í EFFO deildini á skrán­ni í vikuskiftinum. Tveir dystir verða spældir leygar­kvøld­ ið klokkan 18.30 í sam­bandi við, at tað eru stevn­ur í Sunda­lag­num og á Skála­ fjørðinum, og tríggir dystir eru sunnudagin klokk­an 15.00. Hóast HB seinast tapti 2-0 í Streymnesi, so eru Oddbjørn Joen­sen og hansara menn fram­vegis greitt oddalið og upplagdir favorittar at vinna FM heitið. At talan er um toppliðið sæst aftur í, at nógvir spælarar hesa sein­astu vikuna hava verið upptiknir av landsdystum – bæðiu a-landsliðnum og U-21 lands­ liðnum. Tískil hevur Odd­ bjørn Joensen ikki havt allar sínar menn til venjingar, men í gjárkvøldið vóru teir allir aftur, og nú er fokus á av­bjóð­ing­ini á heimavølli ímóti ÍF sunnu­dagin. Albert Ellefsen og hans­ara menn vunnu seg næstsíðsta sunnudag við sigri í Sørvági fram á næst­ frems­ta plássið. Harvið er talan um toppuppgerð, tá ið ÍF fer í Gundadal. Tað eru sjey stig frá HB og aftur til ÍF. Um fuglfirðingar vinna fulla úr­tøku, so tódnar munurin til fýra stig, og harvið verð­ur spenningur aftur um odda­ sessin. Um favorittarnir á heima­lið­num vinna fulla úr­tøku, so verður munurin mill­um HB og ÍF tíggju stig. Allir HB spælararnir eru tøkir. Spurningurin er, um tað aftur hesa ferð verður Hans Jørgensen, sum fer at verja málið, ella um Teit­ ur M. Gestsson aftur fer at fáa møguleikan. Teir hava báðir verið burturi við landsliðnum. Hjá ÍF er sen­t­ rali miðvallarin Høgni Mad­ sen leikbannaður. Eyðun í eldin Mikukvøldið skifti KÍ venja­ ra. Nýggjur venjari er Eyðun Klakstein. Hann hevur hildið frí frá fótbólti í ár. Eyðun Klak­stein er ikki ókendur í KÍ. Har spældi hann øll síni virknu ár, og har hevur hann verið venjari í fleiri ár. Mill­ um aðrar hevur hann vant fleiri av teimum, sum nú eru við til at manna besta liðið. Fyrsta avbjóðingin er á heimavølli ímóti AB. Argja­ menn vunnu seinast á Víkingi. Tað var fyrsti sigur­ in á árinum. KÍ hevur ikki vunnið fulla úrtøku sein­ astu fýra ferðirnar. Á Norð­ oya­stev­nu vann B36 2-0, og frammanundan hevði KÍ verið partur av tríggjar ferðir 1-1. - Hetta verður torført. AB spæl­ar­arnir eru betri, enn støðu­talvan vísir, men hjá okkum ræður um at venda gongd­ini. Eftir heimadystin ímóti AB bíða tríggir torførir útidystir ímóti toppliðunum EB/Streymi, ÍF og HB. Tí hevði verið kærkomið at lagt fyri við fullari úrtøku á heima­vølli ímóti AB, sigur nýggir KÍ venjarin. Á aldukambinum og í dalinum Sjey tær seinastu ferðirnar eru víkingarnir farnir av vølli­num, uttan at tað hev­ur eydnast at vinna fulla úr­ tøku. Seinast tapti Vík­ing­ur 3-1 á Argjum. Hesa ferð bíðar EB/ Streymur norðuri við Marg­ áir, har tað er Sunda­lags­ stevna. Meðan Víkingur er í úrslitaligum aldudali, so hev­ur EB/Streymur seinstu ferð­ir­nar orduliga havt vind í seglunum. Fimm tær seinastu ferðirnar hevur tal­ an verið um úrtøku, og krún­ an á verkinum var tað, tá ið EB/Streymur næstsíðsta sunnu­dag megnaði at koppa HB. Í Sundalagnum er Arn­ bjørn Hansen farin at venja aftur, men hann verður ikki við ímóti Víkingi. Rógvi E. Niel­sen hevur trupulleikar við fótliðnum. Tað er rættu­ liga ivasamt, um hann verður tøkur ímóti Víkingi. Illa sperdir vágamenn á stevnu Fýra tær seinastu ferðirnar hev­ur NSÍ vunnið úrtøku. Men tað var ikki roknað at vera heilt gott, tá ið tað seinast endaði við mál­leys­ um javnleiki við Løkin, har TB vitjaði. Hesa ferð fær NSÍ vitjan av 07 Vestur í stevnu­dysti­ num, sum verður leygar­ kvøld­ið. Vágamenn eru illa sperd­ir. Teir hava spælt tígg­ju dystir á rað, uttan at tað hevur eydnast at vinna fulla úrtøku. Tí er 07 Vestur á niður­flyt­ingarplássi. Tá ið NSÍ í 4. umfari vitjaði í Sør­ vági, var úrslitið 1-1. B36 í Trongisvági Eftir fimm ferðir á rað at vera farið av vøllinum utt­ an at hava vunnið fulla úr­ tøku, eydnaðist tað B36 næs­ t­síðsta leygarkvøld at fara úr Klaksvík og av Norð­oya­ stevnu við fullari úrtøku. Tað hevur givið blóð á tonna hjá teimum í árstalsfelagnum, sum nú fyrireika seg til enn eina torføra avbjóðing á úti­ vølli. Higartil hevur TB ikki tapt á heimavølli í ár. Tríggj­ ar ferðir er tað endaði við javnleiki. B36 er eitt av liðunum, sum hevur ver­ið partur av nógvum javn­leik­ um, og tí kann roknast við rættu­liga tættari uppgerð. Eyðun Klakstein fær sín elddóp ímóti AB, tveir stevnu dystir vera leygarkvøldið, og B36 vitjar TB, sum framvegis ikki hevur tapt á heimavølli