hósdagur 13. juni 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 14. juni 2013
2
VIKUSKIFTI
Móti
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
– Eg eri ótrúliga glað fyri henda møgu
leikan, tí tað vísir, at alt stríðið lønar
seg. Soleiðis sigur Barbara í Gongini,
sum luttekur á framsýningini “Moba” í
Niðurlondum og “Outer Dark Continu
ing after Fashion” í Frankfurt. Talan er
um tvey av teimum heilt stóru fram
sýningarstøðunum innan list og snið.
Fyri føroyska sniðgevan hevur tað
stóran týdning at kunna luttaka á
hesum báðum framsýningunum.
– Tað hevur nógv at siga, at vit við
hesi luttøkuni kunnu marknaðarføra
okkum innan mótasjangruna avant
garde, tí tað er eitt smalt og serligt økið,
og kappingin er ekstremt hørð, sigur
Barbara í Gongini.
Føroysk verkætlan
Barbara í Gongini hevur gjørt serliga
nógv burturúr luttøkuni á framsýningini
í Frankfurt.
– Eg havi samstarvað við føroyska
tónleikabólkin Orka. Vit bandaðu
ljóð frá ymsum tilfari, og tilevnaðu
fleiri objekt yvir ljóðini. Eg og Jens L.
Thomsen hava so gjørt eitt slag av ljóð
installatión burtur úr hesum, greiðir
Barbara í Gongini frá.
Eisini verða filmsbrot brúkt til sýn
ingarnar hjá føroyska sniðgevanum.
– Eg fekk Janus á Argjahøvda at
filma kroppin í rørslu, og tann film
urin verður so brúktur afturat ljóð
unum, sum eisini verða brúkt undir
sýningunum, fortelur Barbara í Gong
ini.
Hon vísir á, at hennara luttøka í
Niðurlondum og Frankfurt ikki bert
ávirkar hana sum sniðgeva, men
eisini føroyska list og aðrar føroyskar
sniðgevar.
– Bara tað at vit marknaðarføra
okkum sum føroyingar á hesum fram
sýningunum, fær eitt ávíst fokus á
Føroyar, listina og mótan í Føroyum.
Tað, at hetta er ein føroysk verkætlan,
har føroyingar samstarva, er í sær
sjálvum ein góð søga. Og so vísa vit
okkum á fremstu støðunum innan list,
og tað hevur stóran týdning, sigur
Barbara í Gongini.
Barbara í Gongini hevur í hesum
døgum ein pop up store í Perluni í
Tórsgøtu í Havn, har til ber at síggja
og keypa sær klæðir frá føroyska
sniðgevanum.
Tann
deiliga
Havn
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Beinta Dahl Olsen / Mynd: Álvur Haraldssen
klumman
Simona
Weihe
Føroyski sniðgevin Barbara í Gongini er útvald at umboða
skandinaviska mótapallin á tveimum stórum altjóða
framsýningum í ávikavist Niðurlondum og Frankfurt. Við á
framsýningunum eru einans tey bestu innan list og móta
Havnin er vorðin so livandi og sjarmerandi
við øllum sínum mat- og kaffistovum. Í
summarveðrinum hava fleiri tikið túnið
uttanfyri í brúk við. Og gestirnir kunnu nú
eisini njóta máltíðina mjúku summardagarnar
undir opnum himli. Kemur skýggj fyri sólina,
so verða markisurnar rullaðar út og stráluhitin
tendraður. Summi eru enntá so umhugsin at
bjóða mær teppi at balla meg í.
Soleiðis hava matstovueigararnir í Havn dugað
so sera væl at tikið hesa stórbýarmentan til sín.
Og vit eru nógv, sum finna fragd í at hittast á
kaffistovu til eitt prát aftur við einum bita.
Matstøðini gera eisini nógv burtur úr mat
skránni. Angin av forkunnugum kryddi og
angandi te’i fær teg at droyma teg burtur í
onnur lond.
Og allastaðni eru fólkini handan diskarnar
blíð og fyrikomandi. Nógv av teimum eru
heilt ung. Av og á eru tey eitt sindur trilvandi,
men tað er eisini í lagi, tí øll byrjan kann vera
torfør.
Nøkur arbeiða eftir skúlatíð, og onnur taka
sær frí, áðrenn tey halda fram at útbúgva seg.
Soleiðis hevur altíð verið. Og fer helst at vera.
Vænti at arbeiðsgevararnir halda fram við
at gera sær ómakin at læra tey nýggju upp
og at geva teimum stundir at seta seg inn í
arbeiðsgongdirnar.
Las fyri stuttum kronikk í Politiken, har ein
Louis P. Larsen, sum tók sabbatár, skrivar um
sínar upplivingar á danska arbeiðsmarknaðin
um. Og tað er ikki serliga hugaligur lesnaður.
Vónandi fara matstovueigarar og -leiðarar –
nú sum fyrr – at vísa somu virðing sum higar
til fyri ungu arbeiðsmegini. Og annars bara
taka eftir tí besta, sum tey gera aðrastaðni.
Tí vit kundar seta stóran prís upp á lekkran
mat og ynskja hann borðreiddan av dugna
ligum tænastufólkum, sum kenna seg trygg.
Leinkið til kronikkin hjá Louis P. Larsen:
http://politiken.dk/debat/kroniken/ECE1983436/
kald-mig-bare-ledige -louis/,
So segði
hon...
Altjóða herðaklapp
til Barbaru í Gongini
– Tað er venjingin og hugburðurin,
ið bila hjá føroyskum fimleikarum sum heild,
og støðið er hareftir
Elna Johannesen, altjóða dómari í estetiskum fimleiki, eftir at føroyskt lið
farna vikuskiftið bleiv nr. 23 av 27 í HM í estetiskum fimleiki
Talan er um framsýningina, Moba, í Niðurlondum og um eina framsýning, ið nevnist, “Outer Dark Continuing after Fashion” í Frankfurt