hósdagur 13. juni 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 14. juni 2013
11
VIKUSKIFTI
navnið í Vágum, ber flagveltan eisini
nøvnini vágavelta og onkustaðni
eisini hestvelta, eitt nú í Nólsoy, tí
nólsoyingar hildu, at hon var komin
úr Hesti, men so er ikki. Flagveltan,
reimaveltan ella vágaveltan hevur
sín uppruna í Vágum. Fyrsti maður
sum velti reimaveltu, var Hans Jacob
Hansen, Hans Jakku við Eiristoft í
Miðvági. Um 1980 vóru tað enn fleiri
fólk, sum mintust ta fyrstu veltuna av
hesum slag hjá Hans Jakku, onkur teirra
skuldi hava hoyrt hann siga:
»Eg havi hoyrt, at epli vaksa so væl
gras móti grasi«. Og so royndi hann tað
og uppfann reimaveltuna. Hans Jakku
brúkti fiskaryggir, fiskagarnar og land
sum tøð. Ein kona úr Miðvági minnist
væl um heystið »hvussu tað rivnaði
fyri fløgunum, so nógv epli vóru undir.
Reimaveltan var so nosslig,eplini lógu
sum eitt reiður«.
Ein uppfinning fer um landið
Fólk í Miðvági tóku skjótt undir við
at velta epli á henda hátt. Tað komu
eisini menn úr øðrum bygdum til
Miðvágs at kunna seg við hetta nýggja
veltingarlagið, og tað var tí heilt
skjótt, at hesin nýggi veltingarháttur
breiddi seg um allar Føroyar. Tað
sæst eisini á hagtølunum frá hesi
tíð, at fólk fóru at velta nógv meira
epli enn fyrr. Tað kom eisini var við í
teimum ringu tíðunum í tríatiárunum.
Fyrimunurin við reimaveltini var
tann, at tað bar eisini til at velta epli,
har sum moldin er grunn. Tað er skjótt
at loysa, skjótt at seta niður og skjótt
at taka upp. Og um lagt verður væl
aftur, so er bøurin góðir aftur eftir
tveimum árum. At onkur spoyskliga
hevur skýrt hesa veltuna við navninum
letivelta er prógv um, at hon hevur
verið lættari at hava við at gera enn
ryggjaveltan.
Tey fyrstu árini var loyst við
vanligum handamboðum so sum haka
og forskera, men seinni eru serligar
plógvir uppfunnar, sum loysa fløgini í
eini handavend, so tað er bert at kvetta
tey við haka ella spaka. Eg minnist at
Karmal á Presttrøðni var ein tann fyrsti
sum kom við hesi plógv til Sørvágs.
Hann loysti fyri fólk.
»tú skalt eta tey epli,
tú sjálv hevur velt«
Flagveltan er ein sera nosslig velta.
Eplini vera sett á rað á lítlaflag,
og kunsttøð verða koyrd við skeið
í passandi nøgd millum eplini, og
so verður stóraflag langt oman á,
so eplini liggja gras móti grasi.
Tær flagvelturnar sum vit síggja í
hesi tíð av árinum og fram til heystið
kemur er ein serligur formur fyri land
art ella repetitiónsestetikki, sum prýðir
bøin um summarið. Fyrst moldlitt
og síðani grønt og blomstrandi, til
slokkarnir fella av um heystið og eplini
verða tikin upp. Og vit kunnu syngja
saman við Kára P, at »tú skalt eta tey
epli, tú sjálv hevur velt.«
Tá nú menn loysa og velta av makt,
haldi eg at tað ikki er heilt av leið, at vit
í huganum leita aftur til Hans Jakku við
Eirikstoft og minnast hann sum ein av
teimum nýskapandi føroyingunum, sum
gjørdi tað lættari at velta epli.
Hann uppfann reimaveltuna
sum eina nýskapan sum enn
hevur sín týðandi tátt í føroyskum
undirstøðubúskapi. Hvønn týdning
hesin veltingarformur hevur fyri
veltingarmentanina í heiminum í sínum
heild, dugi eg ikki at siga, men man ikki
onkur hava tikið eftir. Tað er kortini ikki
eftirkannað, men er tað marknaðarført
av umboðunum fyri okkara public
diplomacy?
savnsmynd