hósdagur 13. juni 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 14. juni 2013
10
VIKUSKIFTI
Jóan Pauli Joensen
Vit eru farin um tíðina á árinum,
har fólk seta epli niður, og nógvar
eplaveltur eru á síggja á bønum
um alt landið. Epli eru ein týðandi
táttur í matarhaldinum hjá okkum
øllum, og nógv fólk hava enn eina
stóra gleði at seta epli niður í eina
flagveltu, sum er ein uppfinning,
sum Hans Jakku við Eirikstoft í
Miðvági ríkaði Føroyar við í 1925
Eplasøgan
Eplini eru komin úr Amerika. Til
Danmark komu tey fyrstu ferð í
1719, og til Føroyar komu eplini
seinast í 1700-árunum. Í 1775
komu í øllum førum fýra tunnur av
seteplum til einahandilin, og í 1799
fingu soldátarnir í Havn 10 tunnur
við seteplum at seta niður. Sagt
verður, at tey fyrstu eplini komu til
Gjáar í 1835, og til Sands í 1840.
Tað tók kortini sína tíð, áðrenn
føroyingar tóku henda ávøkstur til
sín, og teir vistu ikki rættiliga, hvat
teir skuldu við hesum nýggja at byrja
við. Teir høvdu velt korn og røtur og
vistu heldur ikki, hvussu teir skuldu
velta eplini, men brúktu tær royndir,
teir høvdu, men so við og við kom
ryggjaveltan, ella hyppiveltan, sum vit
søgdu í Sørvági, at verða tað vanliga.
Eplaveltingin øktist ár eftir ári, frá
5137 tunnum í 1857 til 38.000 tunnur
í 1947, men tá var eisini flagveltan
komin.
Ryggjaveltan
Heilt fram til umleið 1925 vóru epli
bert velt í ryggjaveltum, men so
kom reimaveltan, sum lætti mikið
um. Fólk hildu ikki uppat at velta
epli í ryggjaveltum fyri tað,
tí vóru pláss í Føroyum við
góðari sandjørð oman móti
sjóvarmálanum, eitt nú heima
á Sandi og í Sørvági. Í Sørvági
vóru nógv epli velt á Oyruni.
Áðrenn útstykkingin fór fram
vóru tað nógv fólk, sum,
høvdu eina eplaveltu har.
Eg minnist væl, at vit veltu
epli á Oyruni, frá tí tøðini vóru
koyrd úr køstinum úr á oyruna og
til eplini vóru tikin upp og goymd
í einum holi, sum var grivið niður
stykki til eplini, so tey vóru sum nýggj
mestsum alt árið. Tað setti sín serliga
dám á summarið at síggja fólk lúka
og hyppa eplavelturnar úti á Oyruni.
Oyran liggur har enn, men eftir at hon
varð útskift, so nú eru tað bert tey fáu,
sum hava jarðarstykki har, men tað eru
nú eisini fleiri sum velta nógv annað
her enn bert epli. á hvørjum vári. Tá
fólk bert høvdu ryggjaveltuna at líta
á, vóru tað ikki øll, sum áttu nýggj epli
til nýggj epli komu aftur, men so skjótt
slokkarnir í august vóru vorðnir so
stórir at epli vóru komin undir, fóru tey
at leita eftir eplum undir slokkunum.
Dávur í Tjørnuvík, sum er føddur
1911 minnist, at tað vóru nógv epli
brúkt í teirra húsi:
»Vit høvdu 34 leypar, tá vit høvdu
mest. Men tað var javnan, at tað
rakk ikki, tá ið leið út á várið. Tá skar
mamma reyvina undan seteplunum
at hava afturat. Tað gjørdu tey fyrr.
Tað mátti ansast eftir ikki at skera
nálina. Seteplið var líka gott fyri tað.
Tað var enntá lættari at seta, tá ið
botnurin var slættur. Og hann minnist
eisini, at Ì abbasa tíð vóru eingi epli.
Tað hevur verið grúiliga smáligt hjá
teimum í so máta. Tá var farið í bøin
at grava eftir sløkjum. Tá ið ongar
sløkjur vóru í bønum, fóru teir út í Skor,
sum er skorin heiman fyri Stakkin, at
grava eftir sløkjum. Har fingu teir væl
av sløkjum. Teir kókaðu tær at hava
afturvið døgurðamati ístaðin fyri epli.
Eg havi smakkða sløkjur. Tað bleiv
brúkt, táið eg var heilt ungur. Tá ið epli
manglaðu um várið, ótu vit sløkjur. Eg
helt at tað smakkaðu bara væl. Tað
líktist mest gularót í smakki, men eitt
sindur sterkari, haldi eg.«
Á Sandoynni veltu teir tíðliga í tíðini
nógv epli og teir veltu so nógv epli
at teir kundu senda fleiri eplasekkir
til Havnar at selja, og í summum
førum gjørdu teir gerðabýti við fólk
á góðum nótaplássi, so teir fingu ein
sekk av seiði fyri ein sekk av eplum.
Sandoyingar velta enn nógv epli og
selja eisini.
Sjálvt um ryggjaveltan var
meira arbeiðskrevjandi, so var hon
framhaldandi brúkt, og er tað enn, og
eg helt altíð at oyrueplini smakkaðu
best.
Flagvelten ella reimaveltan
Ryggjavelturnar ella hyppivelturnar
kravdu nógv tøð og væl av arbeiði, og
tað var ofta torført at fáa nóg mikið
av neytatøðum, serliga ta tíðina, tá
kornið kappaðist um tøðini við eplini.
Munandi lættari var tað at velta
epli, tá flagveltan kom í nýtslu.
Flagveltan ella reimaveltan hevur
sína serligu søgu, tí hon er ein av
teimum fáu uppfinningum, sum
føroyingar hava ríkað heimin við.
Reimaveltan var uppfunnin í Miðvági
í umleið 1925. Umframt reimavelta
– ikki at forveksla við reinaveltu, sum
var ein kornvelta – sum er tað vanliga
Flagveltan
ein føroysk
uppfinning