Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 67 · 14. juni 2013 9 VIKUSKIFTI donskum mynduleikum. “Danskir stovnar vita einki um Føroyar, lógir ella hvussu tað er, tá ein flytur ímillum. Á nógvum stovnum vita tey nóg illa at vit eru danskir ríkisborgarar,” sigur Randi. Hjartabarnið skal gevast víðari Líka síðan Ráðgevingin byrjaði í fyrru helvt av áttatiárinum, hevur stovnurin peningaliga stríðst fyri at yvirliva. Í fjør var um reppið at nevndin fyri stovnin gav skarvin yvir og snaraði lykilin um. Játtanin á fíggjarlógini fyri 2012 varð skorin við 100.000 krónum og tá eginpeningurin í 2012 varð um at vera uppi vegna undirskot á rakstrinum, sást ongin onnur loysn enn at stongja. Men beint fyri jól bleiv Ráðgevingin bjargað. Løgtingið samtykti við einum broytingaruppskotið at játta 200.000 krónir. “Vit vóru ógvuliga fegin um, at tað eydnaðist, og at vit kundu halda fram. Tað var sum at fáa eina stóra jólagávu,” sigur Randi. Men tað vera ikki tær báðar sum framhaldandi fara at mynda stovnin. Randi hevur átta til tíggju ár eftir á arbeiðsmarknaðinum, men Ruth verður 65 ár í oktober og tá fer hon frá við eftirløn. Ruth og Randi eru byrjaðar at savna alla vitanina og royndirnar saman og skrivað mannagongdirnar niður, sum skal vera leiðbeining hjá starvsfólkunum. Ruth sigur, at nú er hon klár at sleppa hjartabarninum. Hon ætlaði sær frá tá hon varð 60, men tíðin var ikki tann rætta. Nú er Ráðgevingin í góðum hondum og nú skulu yngri kreftir sleppa framat. “Eg fari at brúka tíðina uppá ommubørnini og kolonihavan. Men eg fari at sakna Randi nógv og vænti eisini at eg fari at vitja á Ráðgevingini av og til,” sigur Ruth.