hósdagur 13. juni 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 14. juni 2013
8
VIKUSKIFTI
Eftir Kaj Joensen
Føroyska Tíðindastovan
Á vesturbrúgv í Keypmannahavn, mitt
í øllum meldrinum av fólki og bilum,
veittrar føroyska flaggið. Har liggur
Føroyahúsið, og í einum av hølunum
húsast Ráðgevingin fyri Føroyingar
í Danmark. Inni á skrivstovuni hava
sita Ruth Dal Christiansen og Randi
Johannesen og taka ímóti spurningum
– teir koma bæði umvegis telefonina,
teldupost og so tá fólk koma innar
á lítlu skrivtovuni hjá Ráðgevingini:
“Hvussu nógv skal eg gjalda í
skatti; hvørji rættindi havi eg sum
arbeiðsleysur; hvussu beri eg meg at tá
eg verið send niður í sjúkraørindum?”
Í 30 ár hava Ruth Dal Christiansen
og Randi Johannesen svarað
spurningum og ráðgivið túsundtals
føroyingum, búsitandi í Danmark.
Tær báðar hava verið partur av
stovninum frá byrjan, men nú er tíðin
á arbeiðsmarknaðinum um at ganga
undan. Næsta málið verður tí at savna
alla vitanina saman; og geva hana
víðari, áðrenn tær gevast.
“Tað er umráðandi at vitanin verður
givin víðari til nýggj fólk og vit eru
longu ígongd við at fyrireikingarnar,”
sigur Randi Johannesen.
Byrjaðu sum sjalvbodnar
Søgan um Ráðgevingina byrjar seinast
í 70´unum. Um hetta mundi eru
Ruth og Randi undir útbúgving sum
socialráðgevar. Lidnar við lesturin,
byrja báðar at arbeiða á Ráðgevingini.
Arbeiðið er sjálvboðið, so tað
verður røkt omaná dagliga yrkið.
“Tørvurin á ráðgeving veksur
støðugt fyrst í áttatiárinum”, fortelur
Randi. Upprunaliga eru tað mest
lesandi, sum hava fyrispurningar,
men sum árini líða, leggjast alt meira
sjúklingar og fastbúgvandi afturat.
Tí verður farið undir at gera eina
meira varandi loysn og úrslitið er ein
sjálvsognarstovnur. Hann verður í dag
rikin á føroysku fíggjarlógini.
Tað er 1. maj í 1984, at Randi
verður sett sum fyrsta starvsfólkið; og
trý ár seinni fær Ruth eisini fast starv á
Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark.
Síðan tá hava tær báðar myndað
stovnin, og sum árini eru gingin er
hetta blivð hjartabarnið hjá Ruth og
Randi.
“Hetta er spennandi, tí tað er
so fjølbroytt starv,” sigur Ruth Dal
Christiansen. Hon leggur afturat, at ein
onnur orsøk til at hon hevur trivist væl,
er, at hon og Randi hava bygt stovnin
upp til tað hann er ídag.
“Vit hava havt ávirkan á hvørji virði
stovnurin skuldi virka eftir, og vit hava
verið við til at ment stovnin, so hann
hevur verið í einari støðugari menning,”
sigur Randi.
Brúk er fyri Ráðgevingini
Ráðgevingin viðgerð millum 1500
og 1800 mál um árið, og tað kann
vera alt frá skattaviðurskiftum til
sjúklingahjálp. Í endamálsorðingini
hjá stovninum stendur, at stovnurin
skal “...veita føroyingum í Danmark
hjálp í socialum, persónligum og
lestrarligum spurningum.”
Harafturat skal stovnurin reka
upplýsandi arbeiði á nevndum økjum
mótvegis einstaklingum og stovnum í
Danmark og í Føroyum.
Við øðrum orðum: Ivast tú í nøkrum,
so kann Ráðgevingin hjálpa tær. Men
ber tað til? Randi fer at grína, tá hon
verður spurd um tey kunnu svara øllum
spurningum.
“Vit kunnu ikki vita alt,” sigur hon
og heldur fram. “Tað er ikki altíð vit
hava serkunnleikan , men vit kunnu
vísa á hvagar tey skulu venda sær at
fáa røttu hjálpina. Vit duga at tosa
støðuna ígjøgnum og at fáa tey at
raðfesta. Høvuðsendamálið er hjálpa
fólki víðari,” sigur Randi.
Størstu málsøknini eru tey lesandi
og sjúklingar sum koma úr Føroyum
til Danmarkar. Ein dag um vikuna er
eitt av starvsfólkunum á Ráðgevingini
á føroyska sjúklingahotellinum í
Keypmannahavn.
Ráðgevingin fær eina millión um
árið á føroysku fíggjarlógini. Ein kundi
freistast at spurt, hví peningur skal
brúkast uppá at hjálpa føroyingum sum
flyta til Danmarkar, tá danski staturin
eisini hevur líknandi tilboð.
Randi vísir á, at fyrimunurin við
Føroysku Ráðgevingini er, at hon virkar
sum sambindingarlið millum Føroyar
og Danmark. Hon heldur at føroyingar
fáa langt frá ta hjálp teimum tørvar frá
Ráðgevingin
gjørdist
hjartabarnið
Í 30 ár hevur Ráðgevingin fyri Føroyingar í Danmark verið hjartabarnið
hjá Randi Johannesen og Ruth Dal Christiansen. Málið hevur øll árini
verið at ment stovnin, og nú gera tær sítt til, at royndirnar og vitanin
ikki fara fyri skeyti. Tær gera klárt til næsta ættarlið at taka yvir