hósdagur 13. juni 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 14. juni 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Tónleikasamskipari, útvarpsvertur og
tøkningur í Kringvarp Føroya.
Hvat er tað besta við starvinum?
Spennandi avbjóðingar, góðir starvsfelagir og at hitta
nógvar áhugaverdar persónar í gerandisdegnum.
Hvat ger teg í góðum lag?
Tá alt gongur uppá stás, og fólk rundan
um meg eru glað. Góður tónleikur kann
eisini altíð gera meg í góðum lag.
A ella B-menniskja?
Upprunaliga B-menniskja, men starvið krevur
viðhvørt, at eg í tíðarskeiðum livi sum A-menniskja.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Mær dámar væl at íðka ítrótt við bólti, so sum
tennis, flogbólt, hondbólt og fótbólt. Sum
áskoðari dámar mær best fótbólt, helst tí eg
eri uppvaksin í eini fótbóltsfamilju og eisini
sjálvur spældi nógv fótbólt sum yngri.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Eg lurti eftir stórt sæð øllum tónleiki. Bara
hann er góður, so hevur stílurin einki at siga.
Mær dámar væl at hoyra nýggjan tónleik, og
eg fylgi rættiliga væl við í tí, sum hendir á bæði
tí føroyska og á altjóða tónleikapallinum.
Hvussu eru tínir matvanar?
Mær dámar væl at eta sunt, men tá eg havi
nógv at gera, verður tað ofta til okkurt lætt.
Í vikuskiftinum dámar mær væl at gera eitt
sindur eyka burturúr bæði mati og víni.
Hvør er tín fyrimynd?
Havi ikki eina ávísa fyrimynd, men nógvar ymsar
innan hvør sítt økið. Størstu fyrimyndirnar
munnu tó vera foreldur míni.
Hvat gert tú í frítíðini?
Eri saman við mínum kæru, spæli tónleik, vitji tiltøk,
framsýningar og konsertir. Eisini dámar mær væl
at fara á café, matstovu ella í býin við damuni.
Hvat fert tú at gera í summar?
Komandi tvær vikurnar fari eg at gera Karrusellina
í útvarpinum, áðrenn fari verður á Roskilde
Festival. Síðan havi eg frí í fimm vikur, og tá ætli
eg at ferðast í Føroyum og uppliva náttúruna,
festivalar, stevnur, konsertir og onnur tiltøk.
Hvør er tín lívrættur?
Mær dámar sera væl føroyskan mat,
og best av øllum ræst kjøt.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Føroyskum og útlendskum dokumentar og
tíðindasendingum, undirhaldi, satiru og spælifilmum.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Hjá mær hevur iPaddurin størri rúmd
enn bókin, so oftast er tað á talgildum
síðum og bløðum at lisið verður.
Enda setningin: Eg kundi hugsað mær, at...
Føroyar var eitt rúmligt, nútíðar samfelag, har
mentan og list høvdu bestu korini í heiminum,
og fjølbroyttni blómaði, tí øll menniskju vóru vird
eins, uttan mun til kyn, uppruna, seksualitet,
trúgv, aldur, útbúgving, politiskan lit ella annað.
Sólin sær gjøgnum sínar gomlu
sólbrillur. Gott veður er gott,
siga øll. Og tá øll siga tað, er tað
sjálvandi satt. Meirilutin hevur
altíð rætt. Og vit flaggaðu danskt
í allari sólini grundlógardagin.
Men, nú lata vit eitt grásvart
illa vorðið og ljótt skýggj reka
fyri sólina og steðga har eina
løtu.
Tí gott veður er ikki bara gott.
Tað er sum jólini. Ein rúgva av
óreinum skyldum hongur uppií.
Glepsandi og hóttandi sum
seingjarklæði á snórinum.
Nú skínur sólin oman, og tú
skalt hetta og tú noyðist hatta,
annars telur tú ikki við.
Tú skalt grilla feitar danskar
pylsur, sum eru gjørdar av
tí, sum sópað er saman á
gólvunum á sláturvirkjunum, tá
arbeiðsdagurin er lokin.
Mála alt tað, sum hevur bíðað
síðani í 2010. Lúka, vera úti, vera
úti. Forboðið at vera inni. Tí
kanska er hetta summarið í ár,
júst hesin dagurin. Forsøm hann
ikki, tín heidni hundur. Annars
kemur sólgudurin eftir tær og
tveitir teg á grillina.
At royta illgresi er líka so
skilagott sum at vaska vindeygu
og pissa í buksurnar. Um tveir
dagar er nýtt illgresi komið,
vindeyguni eru líka skitin aftur
og buksurnar vorðnar kaldar.
Men sólin krevur tað. Og so
fer hon aftan fyri eitt samsint
skýggj at flenna, so hon rodnar,
eftir okkum býttlingum, sum
verða lumpað hvørja ferð.
Tú kanst ikki sita inn, tá sólin
skínur úti.
Og so tosa øll um veðrið, men
eingin ger nakað við tað.
Og øll hendan orkan,
sólarorkan, sum bara kemur
og fer. Verður ikki brúkt til
annað enn at geva okkum ringa
samvitsku, brenda húð, ringan
arbeiðshug og snerktar pylsur.
Hon kundi annars verið
brúkt i staðin fyri olju, sum vit
framvegis ikki eiga, hóast menn
eina ferð enn hava verið á einum
væl mannaðum oljutingi. Vit vilja
so fegin hava olju. Tí alternativ
finnast ikki, ikki í Føroyum.
Skuldi onkur funnið upp á
at brúka sólina at hita annað
enn seg sjálva, fara nógvir
sólartímar kortini fyri skeytið,
tí kærufreistirnar eru nógvar og
drúgvar.
Sólin skínur oman og niðan
eftir oljutangunum og hitar
oljumenn og tunga olju.
Illa verður statt í Føroyum,
tá eingin olja er eftir. Tí tá er
eingin onnur orka til at taka. Hon
verður framvegis til viðgerðar í
kærunevndum.
Tá verður kalt og myrkt í
Føroyum. Gud fær neyðina til
hoyringar, men svarar ikki.
Øll tann orkan, sum
føroyingar brúka til at kæra og
mótmæla og grenja, kundi spart
okkum túsundtals tons av olju
um árið. Men skuldi onkur søkt
um loyvi at brúka ta orkuna,
kærir onkur annar eisini tað.
Í meðan grilla vit við koli,
sum eisini verður uppi einaferð.
Vit skola svartar pylsur niður við
pappvíni og litaðum sukurvatni,
tíggju litrar fyri 100 krónur,
sukurvatnið, tíverri ikki vínið.
Og sólin lær onga staðni so
lystiliga sum í Føroyum.
Sikken dó nakrir idiotar,
flennir hon líka til hon kavar fyri
at svala sær á í skellilátri.
Vindorkan var hent, tá vit
flaggaðu reytt og hvítt 5.juni.
Og plátan við fótbóltinum er
nú vend. Nú njórar B-síðan við
øllum undanførslunum. Hevur
nakar hoyrt tær fyrr? Sólin er
rund. Og nullið hjá okkum er
runt.
Teir skulu altíð í eldin. Næstu
ferð senda vit eitt sløkkilið av
stað í staðin fyri A-liðið.
Sum ein segði: Skarv helt mær
uppi, meðan eg var niðri.
Hvat hava brúdleypið og
jarðarferðin í felag?
Deyðan.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Eyðfinn Jensen
lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Ynskir eitt
rúmligt samfelag
Eg kundi hugsað mær, at Føroyar var eitt rúmligt,
nútíðar samfelag, har mentan og list høvdu bestu
korini í heiminum, og fjølbroyttni blómaði, tí øll
menniskju vóru vird eins, uttan mun til kyn, uppruna,
seksualitet, trúgv, aldur, útbúgving, politiskan
lit ella annað. Tað sigur Eyðfinn Jensen, ið sigur
foreldrini vera tær størstu fyrimyndirnar
Sólin
skellilær