hósdagur 13. juni 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 14. juni 2013
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydnaskaale@hotmail.com
Nýggja statussúmbolið:
Maturin!
Einaferð var tað húðarliturin, einaferð var tað bilurin og einaferð vóru
tað børnini, sum vóru ímyndirnar av høgum statusi. Nú er tað tó heilsugóða
lívið, sum er statussúmoblið. Men hvat er tað so, tú skalt draga fram úr
taskuni í matarsteðginum, um tú skalt vísa yvirskot, tilvitan og sans fyri
modernaðu rákunum? Hvat kanst tú í eini handavending skifta út?
Góðan dag
• Fullkornspasta, speltpasta, quinoa og aðrar vørur úr fullkorni
• Grønt the við antioxidantum
• Rótfrugtir sum gularøtur, søtepli, reyðrøtur osfr
• Brokkoli, kál og spinat, sum geva kroppinum nakað at arbeiða við
• Sunnar oljur: jomfrú hørfræolja, olivenolja ella kokosolja
• Ber av øllum handa slagi
• Mandlur
• Soyamjólk, havramjólk ella rísmjólk.
Farvæl
• Hvítt rís og pasta. Tað er tað sama sum at eta appelsinhúð
• Kaffi. Serliga kaffi latté úr feitari mjólk
• Vanlig, hvít epli. Tey eru totalt 90'ini
• Agurk og Iceberg - tað er í høvuðsheitum vatn og gevur tær lítið gott
• Margarin og smør, sum setur seg beint á búkin
• Søtmeti og sodavatn. Tað rukkar húðina
• Keks og knekkbreyð
• Mjólkaúrdráttir eru bara ikki serliga modernaðir at vísa fram