Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 67 · 14. juni 2013 5 VIKUSKIFTI Kannar stoffskiftisjúkur í Føroyum Síðani 2009 hevur Amalia Danielsen, lækni, kannað, hvussu nógvir føroyingar hvørt ár fáa staðfest eina stoffskiftissjúku. Eingin slík uppgerð hevur annars verið innan økið. Kanningin tekur støði í øllum teimum, ið hava fingið heilivág fyri stoffskiftissjúkur útskrivaðan frá Apoteksverkinum. Sambært kanningini fáa í meðal beint omanfyri 50 føroyingar staðfest eina stoffskiftissjúku hvørt ár. - Hetta er ein lítil kanning yvir eitt fimm ára skeið, og tískil kann talið á fólkum, ið fáa staðfest eina stoffskiftisssjúku um árið, verða skiftandi, men kanningin vísir, at um árið fáa í meðal 33 føroyingar staðfest ov lágt stoffskifti og 22 ov høgt, sigur Amalia Danielsen. Samlaða talið er ikki stórvegis hægri, um samanborið verður við donsk viðurskifti. - Men býtið er heilt annarleiðis. Í Føroyum fáa nógv fleiri staðfest ov lágt stoffskifti og færri ov høgt, og sostatt er lutfallið øðrvísi í mun til Danmark, har støðan er øvugt, sigur Amalia Danielsen. Í Danmark eru kanningar gjørdar, sum vísa samband millum jod og stoffskiftið. - Stoffskiftið er tætt knýtt at, hvussu nógv jod ein persónur fær. Kanningar eru gjørdar í teimum ymsu regiónunum í Danmark, og har sæst, at í teimum regiónunum, har nógv jod er í vatninum, hava tey lágt stoffskiftið, meðan í teimum regiónunum, har jod- innihaldið í vatninum ikki er so stórt, hava tey høgt stoffskifti, greiðir Amalia Danielsen frá. - Kanska hava vit nógv jod í Føroyum, tí fleiri hava ov lágt stoffskifti, men enn er tað so bert ein teori. Sjúkueyðkenni fyri ov høgt stoffskifti Sama, hvør orsøkin til ov høgt stoffskifti er, so eru sjúkueyðkennini tey somu. Høga stoffskiftið ávirkar øll gøgn í kroppinum, og alt virksemið í kroppinum verður skjótari. Mest vanligu sjúkutekin eru hesi: • fjáltur • angist • hjartaklapp • órógv • grátur av lítlum • ring bindindi • ristingar, serliga á hondunum • hitakensla • títtur hjartasláttur • meiri sveitti • vekttap – hóast sera góðan matarlyst • vøddapína • vøddamøði • leyst lív • óreglulig mánasjúka Sjúkueyðkennini eru mong, og neyðugt er als ikki at hava øll omanfyri nevndu tekin fyri at hava ov høgt stoffskifti. Tað kann tí vera trupult at taka sjúkuavgerðina, men er illgruni um stoffskiftissjúku, er lætt at staðfesta hana við eini blóðroynd. Sjúkueyðkenni fyri ov lágt stoffskifti Tekin um sjúku koma ofta so líðandi, og við hvørt gongur long tíð, áðrenn fólk verða greið um, at tey eru sjúk, m.a. av tí at verri enn so øll hava júst somu sjúkueyðkenni. Serliga hjá eldri fólki verða sjúkutekin av ov lágum stoffskifti ofta mistikin fyri at vera komin av elli. Ov lágt stoffskifti ávirkar øll gøgn í kroppinum, og mest vanligu sjúkueyðkennini eru møði og kuldakensla. Eisini kunnu vera eitt ella fleiri av hesum eyðkennum: • veikur og seinur hjartasláttur • vøddaveikleiki • lítil matarlystur • taka uppá • tunglyndi • ringt minni • ring bindindi • tjykkri húð • harður opningur • hás og djúp rødd • struma (størri skjaldkertil)