hósdagur 13. juni 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 14. juni 2013
4
VIKUSKIFTI
samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sos.fo
Okkurt um 1000 føroyingar hava
eina stoffskiftissjúku, har stoffskiftið
antin er ov lágt ella ov høgt. Beinta
Dahl-Olsen, ið dagliga starvast
sum sjúkrarøktarfrøðingur og
ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum,
er ein av teimum, tí hon hevur
eitt stoffskifti, ið er ov høgt.
- Hevði eg ikki fingið heilivág, hevði
eg als ikki kunna fungerað í einum
gerandisdegi við familju og arbeiði,
tí uttan heilivág kennist tað, sum eg
júst havi runnið eitt maraton, og eg
eri útlúgvað av møði, sigur Beinta Dahl-
Olsen, sum fekk staðfest sjúkuna fyri
skjótt 12 árum síðani.
- Upp á nógvar mátar er hetta ein
ósjónlig sjúka. Tú sært ikki á øllum, ið
hava eina stoffskiftissjúku, at tey eru
sjúk, og av tí at sjúkueyðkennini minna
um strongd, eru tað fleiri, ið ikki lata
seg kanna, men bara halda, at tey hava
ov nógv um oyruni, sigur Beinta Dahl-
Olsen, sum takkað verið heilivági kann
hava ein vanligan gerandisdag.
- Áðrenn eg fór í viðgerð, var
tað, sum kroppurin koyrdi 180 km/t
alla tíðina, og tað er tað eingin,
sum heldur til. Heilivágurin ger, at
kroppurin arbeiðir, sum hann skal, og
eg havi orku til øll tey vanligu tingini í
gerandisdegnum.
Okkurt var galið
Tað var júst eftir, at Beinta Dahl.
Olsen hevði átt sítt triðja barn, at hon
byrjaði at kenna seg annarleiðis, enn
hon plagdi. Og so var altíð móð.
- Eg átti í februar, og nakað aftaná
legði eg til merkis, at eg var óvanliga
troytt. Eg hevði besta hugin at sova,
men tað bar ikki reiðiliga til við húsi,
manni og trimum børnum, sigur Beinta
Dahl-Olsen og heldur fram:
- Eg svav illa, var øgiliga heit, og
bleiv pøst av ongum. Harafturat bleiv
eg við at lætna í vekt, hóast eg át sum
flest onnur fólk, greiðir Beinta Dahl-
Olsen frá.
Eisini hevði hon ofta hjartabankan
og merkti, at pulsurin var ov høgur.
- Onkuntíð lá hvílipulsurin nakað
omanfyri 100. Hjá vanligum fólkum
er hann millum 60 og 70. Tí kendi eg
tað ofta,sum eg hevði runnið langt ella
gjørt onkran harðan ítrótt, soleiðis sum
hjartað til tíðir bankaði.
Av tí at kroppurin nærmast arbeiddi
av øllum alvi uttan íhald, vóru tað fleiri,
ið hildu hana vera hyperaktiva.
- Kroppurin arbeiddi skjótt, um
mann kann siga so. Eg var kvik í allar
mátar, rørslurnar vóru rættiliga skjótar,
eg hugsaði skjótt, var ótolin og ja, alt
skuldi helst koyra við fullari ferð. Onkrir
starvsfelagir hildu meg veruliga vera
hyperaktiva og bóðu meg slappa av,
sigur Beinta Dahl-Olsen.
Sjálv visti hon, at alt ikki var, sum
tað átti at vera.
- Eg visti, at okkurt var galið, men
eg dugdi bara ikki at siga hvat. Mamma
mín hevur ov høgt stoffskifti, men tað
var ein tanki, ið bleiv skjótt kveistraður
burtur, sigur Beinta Dahl-Olsen.
Bleiv innløgd
Eftir at hava gingið í fleiri mánaðir
og kent seg illa fyri, valdi Beinta
Dahl-Olsen at fara til læknan.
- Eg skuldi ein túr til Danmakar
saman við bindiklubbanum, men hevði
als onga orku til at fara við. Tá hugsaði
eg, at tað kundi ikki vera rætt, at eg
skuldi vera so troytt, at eg ikki megnaði
at fara ein túr til Keypmannahavnar
við vinkonunum, fortelur Beinta Dahl-
Olsen og leggur afturat:
- Frá at hava orka alt og fáa eina
rúgvu av skafti hvønn dag, megnaði
eg brádliga einki orsakað av hesi
óforklárligu troyttheitini. Eg merkti
eina møði í øllum kroppinum, og tað
var, sum beinini ikki orkaðu at halda
mær uppi. Og tá bleiv tað veruliga ein
trupulleiki fyri meg, sigur Beinta Dahl-
Olsen.
Hon minnist væl ta ferðina, hon fór
til læknan fyri at finna útav, hvat henni
feilti.
- Tá eg kom inn í viðtaluhølið, spyr
læknin meg, um eg júst hevði runnið.
Eg svaraði nei og segði, at eg hevði
bara sitið í bíðirúminum. So mátaði
hon pulsin, sum vísti seg at vera 120,
og tað er ein alt ov høgur hvílipulsur.
Eg bleiv tá innløgd á B8 til nærri
kanningar.
Má taka heilivág
Á landssjúkrahúsinum blivu blóðroyndir
tiknar, og skjótt kundu læknarnir
staðfesta, at Beinta Dahl-Olsen
hevði eina stoffskiftissjúku.
- Stoffskiftið var alt ov høgt, og eg
fekk beinanvegin heilivág, sum skuldi
javna stoffskiftið. Eftir at hava verið
illa fyri í so langa tíð, var tað ein lætti
at fáa staðfest, hvat tað var, mær
bagdi. Eg havi so tikið heilivág líka
síðani, sigur Beinta Dahl-Olsen, sum
hevur lært seg at liva við sjúkuni.
- Eg fylgi væl við í, hvussu eg havi
tað og merki ógvuliga væl á kroppinum,
tá stoffskiftið ikki er, sum tað eigur.
Eg haldi ikki, at tað er strævið at skula
taka heilivág hvønn dag, tí taki eg
ikki heilivágin, merki eg alt fyri eitt til
sjúkueyðkennini. Pulsurin fer høgt upp,
eg verði heit, sovi ikki, eri órólig og havi
torført við at samla meg um eitthvørt,
greiðir Beinta Dahl-Olsen frá.
Hóast hon hevur eina
stoffskiftissjúku og má taka heilivág
hvønn dag, hevur hon ein gerandisdag
sum flest onnur.
- Eg arbeiði nógv og eisini í skiftandi
vaktum, men tað sær ikki út til at bila,
tí eg orki tað. Men tað er eingin ivi
um, at eg hevði ikki klárað tað uttan
heilivág, sigur Beinta Dahl-Olsen.
Hon hevur havt tað gott, síðani
sjúkan bleiv staðfest, og hon byrjaði
at taka heilivág, men tað er komið fyri,
at sjúkan brádliga brýtur fram aftur,
hóast Beinta Dahl-Olsen tekur heilivág.
- Eg havi havt okkurt útbrot, og
tá eri eg so blivin sjúkrameldað í 1-2
vikur. Mínir starvsfelagarnir merkja á
mær, tá sjúkan er komin framaftur, tí tá
verði eg meira rastleys, ótolin og illsint.
Men tíbetur merki eg ikki stórvegis til
sjúkuna í gerandisdegnum, sigur Beinta
Dahl-Olsen.
Í november 2006 bleiv Stoffskiftisfelagið sett á stovn.
Endamálið við felagnum er at veita upplýsing og stuðul til
stoffskiftissjúklingar í Føroyum og teirra avvarðandi. Felagið er
eitt av teimum 24 feløgunum, sum eru partur av MBF, og hevur
einar 200 limir.
Stoffskiftisfelagið leggur dent á, minst einaferð um árið, at
kunna skipa fyri fyrilestrum og øðrum átøkum, so at limirnir
kunnu fáa ta hjálp ella kunning, sum teimum tørvar.
Sí meira á heimasíðuni stoffskifti.com
eri útlúgvað
uttan
heilivág
- Í eina tíð hevði eg ikki havt tað gott og kendi meg ikki heilt fríska,
men eg dugdi ikki at siga, hvat mær bagdi. Tí var tað ein lætti, tá eg
fekk staðfest sjúkuna. Soleiðis sigur 45 ára gamla Beinta Dahl-Olsen,
sum livir við eini stoffskiftissjúku og tekur heilivág hvønn dag