mánadagur 17. juni 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tung røkt
Klokkan er 8 og í Miðstovu er
starvsfólkafundur.
Náttarvaktin,
sum
er
einsamøll, er farin heim, og
nú eru tey fimm røktarstarv
sfólk til arbeiðis. Ein heilsu
hjálpari, eitt hjálparfólk og
tríggjar sjúkrasytsrar, leið
andi sjúkrasysturin íroknað.
– Femja hevur ligið og rópt
í ein tíma og Jógvan fekk ikki
sovið fyri henni. Annars hava
øll sovið, gera tær status yvir
kvøldið og náttina.
– Askur var ordiliga illur
í gjár. Hann skumpaði eitt
av starvsfólkunum so illa,
at hon datt á gólvið. Hann
var púrasta svakur. Ordiliga
ringur.
– Lý hevur eisini ligið og
rópti. Hon rópar í svøvni. Tað
kann koma av, at hon hevur
ilt í beinum av blóðtøppinum,
hon fekk, gera tær støðuna
upp.
Miðstova er tann røktar
tyngsta deildin á Lágargarði.
Bert trý av 16 búfólkunum
klára at ganga sjálvi. Tey
flestu mugu hava hjálp at
koma í og úr songini og koyri
stólinum. Fleiri mugu matast
og hava hjálp til persónliga
reingerð og røkt, sum tey
leggja stóran dent á.
Her eru minnisveik fólk,
sum ikki kenna tíð og stað.
Sum viðhvørt hava hug at
taka til rýmingar gjøgnum
vindeyguni. Ella seta seg upp
móti teirri hjálpandi hondini
og bíta frá sær í maktarloysi.
Á einum stiga frá 0 til 20,
har 0 eru búfólk, ið eru púra
óhjálpin, er røktartygdin í
Miðstovu máld til 4,2 í meðal.
Tey flestu mugu hava hjálp
við tí mesta, og tí er brúk fyri
hvørjum einasta starvsfólki.
– Normeringin er ásett
eftir búfólkatali og ikki
røktartyngd. Verður nakar
sjúkur, kann eg ikki biðja
um avloysara fyrr enn tveir
dagar eru gingnir. Tað er eitt
av sparitiltøkunum. Tá má
eg so sjálv traðka til og taka
eitt eykatørn við í røktini.
Tað gongur so út yvir mínar
fyrisitingarligu
uppgávur,
sigur deildarsjúkrasystirnir
Ruth, tá hon hevur funnið
eina lítla løtu til pappírs
arbeiði á skrivstovuni.
Hon hevur júst fingið
álagt, at dokumentera neyvt
hvussu nógva tíð tey brúka
til tær ymsu uppgávurnar.
Eisini hevur hon fingið boð
um at vaktartalvan skal før
ast inn í telduskipanina.
– Okkara starvsfólkini
hava eitt stórt forsorgar-
gen og vit fáa so ótrúliga
nógv aftur frá búfólkunum.
Men vit fáa tað akkurát at
ganga sum er, og eg spyrji
bara hvussu leingi afturat
tað kann halda fram upp á
hendan mátan. Sjálv eri eg
upp á vegin, avdúkar Ruth,
áðrenn hon knappliga loypur
avstað, at hjálpa einum goml
um manni, sum er strand
aður uttanfyri skrivstovuna
við einum gongustativi.
Sum fluga í fløsku
Í Lavalon, sum ein av trimum
búdeildum á røktarheiminum
Tjarnargarði, er ein dúlig
stákan í køkinum, sum liggur
mitt í felags uppihaldsrúmin
um.
Tað er farið um døgverðatíð
og hjá røktarstarvsfólkunum
skal arbeiðsdagurin við eini
nýggjari og skerdari vaktar
manning standa sína roynd.
Vaktin, sum plagdi at
møta kl. 8 møtir ikki fyrr
enn klokkan 9, og tann sum
plagdi at fara kl. 14 fer nú kl.
13. Tað er sostatt bara millum
9 og 13, at tey eru trý starvs
fólk um 12 búfólk.
Nú, og tað sum eftir er av
degnum, eru tær tvær einigar
um røktina.
– Oy, her liggur nógv
á láni. Eg havi ikki fingið
rudda kømørini enn, blæsir
Nina Dalsgaard, heilsurøkt
ari, meðan hon tekur av borð
inum og setir í maskinuna.
Morgunin er farin við at
hjálpa búfólkum upp, fáa
teimum morgunmat og gera
tey klár til dagin.
Aftaná døgverða plaga
fleiri av búfólkunum at hvíla
seg á kømørunum, men so
leingi sengurnar ikki eru
skiftar, sleppa tey ikki at
leggja seg. Og onkrastaðni
situr ein kona framvegis og
bíða eftir at Nina skal hampa
henni hárið eftir at hon var í
brúsu í morgun.
Hetta er fyrstu ferð, at
Nina er møtt á vakt kl. 9. Og
tað merkist, nú klokkan er
farin av eitt og tær knappliga
bert ert tvær einigar. Tað ger
ikki støðan lættari, at onnur
av konunum, sum starvast í
køkinum, er sjúk, og at køk
urin tí hevur brúk fyri eyka
hjálp.
Við borðendan situr Jón
as, sum nýliga er fluttur inn,
og bíðar so tolin, tá hini eru
farin frá borðinum.
Undir liðini á honum
situr pappageykurin Jákup í
einum búri og rópar ”Halló”,
men gamli maðurin sigur
einki.
– Hevur Jónas fingið døg
verða, vil ein hava at vita.
– Nei. Vit mugu geva hon
um, og tað tekur sína tíð,
verður svarað.
Arbeiði um at koma upp
í røkur.
Gunnvá Eysturoy, sum
arbeiðir í køkinum, hevði frí
klokkan 13. Nú er óvist nær
hon sleppur heim.
– Ja, eg hevði frí klokkan
eitt, men eg veit ikki nær eg
sleppi heim. Rosinukakan
stendur í ovninum. Her skal
gerast klárt til millummála
og til náttura. Vit renna og
eru sum fluga í fløsku, sigur
hon og peikar á rugbreyðini
sum ligga á arbeiðsborðinum
og bíða.
– Hetta er ein keðilig støða.
Hetta kunnu tey ikki gera
móti okkara eldru borgarum,
sigur Gunnvá avgjørd og gev
ur politikarunum eina skolu.
– Teir burdu sloppið á ver
skerjingar á eldraøkinum
SEINKING
Heilsurøktarin Nina Dalsgaard reiðir songina upp hjá Borghild,
so gøtukonan sleppur at hvíla seg eftir døgverðan. Nú vaktinar
eru styttar kemur arbeiði upp í røkur og búfólkini mugu bíða
TRIVNAÐUR
Jógvan lesur avísir. Honum tørvar avbjóðingar, sum verða
truplar at uppfylla, nú skerjingar verða gjørdar.
Eg havi altíð droymt um at sleppa
at arbeiða við menniskjum. Men tann
dagin, eg noyðist at koyra fólk í song
kl. 11, sigi eg upp. Tað er óvirðiligt og
skomm
Nina Dalsgaard, heilsurøktari