mánadagur 17. juni 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ið her í eina viku. Eg rokni eg
við, at teir skjótt høvdu rýmt
oman aftur í barnagarðin,
sipar hon speiskliga til løg
tingið, meðan hon setir kopp
ar og gløs upp á pláss.
Yvirav Jónasi situr gøtu
konan Borghild so friðalig við
køksborið og bíðar eftir, at
Nina verður liðug at taka av
borðinum, og at hon sleppur
inn at hvíla seg eina løtu. Tá
kamarið er ruddað.
Á gólvinum gongur hús
hundurin Lady og melur við
reyðari sloyfu um hálsin.
Óvitandi um alt rokið og
arbeiðstrýstið, sum stendst
av seinastu sparitiltøkunum,
sum hava rakt ta hugnaligu
og heimligu Lavalonina.
Tað er ógjørligt!
– Neyðarróp. Hjálp.
Í Miðstovuni sker Femja
við jøvnum millumbilum út
eitt gallróp. Men støðan er
ikki so álvarsom og akutt,
sum tað kundi ljóða. Viðhvør
situr hon millum hini og
rópar, men sær annars rólig
út.
Soleiðis hevur tað verið í
dagar. Vikur. Mánaðir.
– Hon er sálarliga sjúk og
hevur tørv á støðugari per
sónligari røkt, greiðir Ruth
frá.
– Hon hoyrir av røttum
heima á eini serdeild og vit
eru ikki mannaðar, at gevi
henni ta sálarligu røkt, henni
tørvar. Tey á psykiatriska
deplinum siga, at vit skulu
vera um hana 5. til 10. hvørt
minutt, men tað hava vit ikki
manning til. Tey siga eisini
at, at vit skulu vera meira
kontant við hana, men tað
hava vit ikki hjarta til, tí vit
eru góð við hana, greiðir
Ruth frá.
– Tú verður móður av hes
um rópinum og tað er frustr
erandi fyri búfólkini. Vit
sleppa heim, men húsfólkini
búgva her og skulu hoyra
hetta fyri oyrunum alla tíð
ina.
Eitt dilemma
Í Lavalon á Tjarnargarði er
heilsurøktarin Nina loksins
leys av køkstjansinum, so at
hon kann taka sær av gøtu
konuni Borghild, sum er
minnisveik. Nýggja vaktar
skipanin við styttum vaktum
ger, at tað hevur drigið út
at fáa kømørini klár eftir
náttina.
Seinnapartin eru tær bert
tvey røktarstarvsfólk um 12
búfólk. Tað er tungt.
Ov tungt.
– Eg haldi at tey allarflestu
á deildini eru dement. Tað
er øgiliga tungt. Her eru
fólk, sum hava brúk fyri
persónligum stuðli. Her er
tildømis ein kona, sum alla
tíðina spyr eftir manninum,
sum langt síðani er deyður.
Hon er djúpt ólukkulig og
hevur brúk fyri at onkur er
um hana alla tíðina, harmast
Nina.
Eins og hinir starvsfe
lagarnir á Tjarnargarði og
á Lágargarði, sum renna
um kapp við tíðina, er sam
hugin hjá Ninu stórur við
búfólkunum. Kenslan av at
tey yvirliva, men ikki hava
møguleika, at bjóða bú
fólkunum eitt virðiligt lív,
spøkir.
– Tað er serliga ringt um
kvøldarnar, tá ið songartíðin
nærkast og tíðin tá náttar
vaktin kemur, sigur Nina
meðan hon skiftir seingja
klæðini.
– Summum dámar væl
at sita uppi, og tað eiga tey
sjálvandi eisini at sleppa,
tí hetta er jú teirra heim.
Men ganga tey flestu uppi,
tá klokkan er blivin 11, so er
galið, tí tað klárar eitt fólk á
náttarvakt ikki at taka sær
av einsamalt. Tí mugu vit av
prakiskum grundum signa
lera, at nú nærkast songartíð.
Tað er eitt sindur sum við
børnunum. Men tann dagin,
eg beinleiðis noyðist at koyra
vaksin fólk í song klokkan 11,
sigi eg upp. Tað er óvirðilig.
Tað er skomm, sigur Nina
avgjørd.
Skerd vasking
Í Miðstovuni er Jóna Weihe
støðugt á ferð við vaskivogn
inum.
Á eini røktarkrevjandi
deild sum hesi er nógv at
taka upp. Fólk gera seg vát
an og klára ikki at halda seg
rein. Fyltar blæður enda á
gólvinum og vegurin á wc
kann blíva ov langur.
Tað slepst ikki undan.
Heldur ikki tí søta-súra lukti
num, sum fylgir við.
– Tað er tyngri enn tað
hevur verið. Tú klárar ikki at
gera alt, tú vildi gjørd, sigur
Jóna, sum aftur í morgun
møtti næstan ein hálvan
tíma áðrenn vaktin byrjaði.
Fyri betri at náa alt.
Sum hjá hinum er plikt
kenslan stór.
Upprunaliga hevði deild
in tvær vaskikonur. Nú er
Jóna einsamøll, og annan
hvørnn hósdag og annan
hvønn fríggjadag er eingin
vaskikona, men bert eitt
hjálparfólk í vardum starvi.
Tá Jóna hevur frí mugu røkt
arstarvsfólkini taka upp.
– Tú mást renna og renna.
Her verður eingin eyka
reingerð. Tað er ikki so reint,
sum tað plagdi at vera, men
mann roynir at halda tað
so nøkunlunda, sigur Jóna
meðan hon tekur eftir gólv
inum.
Ein strævin vakt
Í Lavalon á Tjarnargarði hev
ur Gunnvá Eysturoy fingið
rosinukakuna úr ovninum,
og ger klárt til millumála og
náttura. Klokkan er farin av
trý, og hon skuldi havt frí fyri
tveimum tímum síðani.
Kaffi er klárt. Einki grenj.
Bara bros. Yvirskot.
– Kom nú. Kom nú og
hjálp mær á wc, rópar ein
kona í rullistóli, sum hevur
fingið sær Familejournalen
í fangið.
Hinumegin rópar pappa
geykurin Jákup ”Halló”, með
an Gunnvá fer yvir at hjálpa
konuni.
– Eg setti meg 10 minuttir
og fekk mær ein frikadellu
á miðdegi. Tað hevur verið
einasti steðgurin í allan dag,
brosar Nina stillisliga, með
an hon fær sær ein skjótan
kaffimunn saman við starvs
felaganum.
– Um allir dagarnir verða
sum hesin, so verður tað ikki
stuttligt. Vit hava runnið
nógv áðrenn, og skulu vit
renna uppaftur meira, endar
tað galdið. Hettar er eitt dei
ligt arbeiðspláss, men hettar
er frustrerandi, sigur hon,
áðrenn hon má avstað aftur.
Pliktin kallar.
Tann ónda ringrásin
Í felagskøkinum í Miðstovuni
situr Jógvan og lesur avísir.
Hann fær illa tosað, men
er sosialur av lyndi. Í gjár
vóru búfólkini útferð í Vág
um, og Jógvan hevði gingið
og glett seg í longri tíð. Var
leingi klárur at fara í jakkan
og peikaði dúliga á plakatina,
sum segði frá útferðini.
Men
skerjingarnar
á
eldraøkinum kunnu koma at
merkja, at tað verður longri
millum útferðirnar og onn
ur tilboð, sum røkka útum
vanliga røkt. Tveir ergotera
peutar, sum hava arbeitt á
Virknis- og menningarstov
uni á Lágargarði, eru spardir
burtur.
Hetta eru ring tíðindi í
Miðstovuni.
– Tað, at halda seg virk
nan, likamliga og andaliga,
hevur stóran týdning fyri
lívsinnihaldið hjá búfólk
unum.
Røktarstarvsfólk
ini hava ikki møguleika at
fara út við búfólkunum
dagliga og halda tey virkin,
og tí fer innihaldið í teirra
gerandisdegi, at versna av
hesum sparingunum. Mann
skal ikki bara yvirliva, mann
skal eisini liva. Vit yvirliva,
men vit hava brúk fyri eini
hjálpandi hond, sigur Ruth.
Hon vísir á, at minkar
trivnaðarparturin, rakar tað
eisini røktina.
– Fáa fólkini ikki tær venj
ingar teimum tørvar, so verða
tey verri fyri. Røktartyngdin
økist og so verður tað bara
enn tyngri hjá okkum enn
frammanundan.
Tey vita at hetta kann
gerast ein ónd ringrás.
Tey vita eisini, at verða
búfólkini
ikki
stimbraði
og verður lívið bara til ein
spurning um at bíða eftir at
fáa døgverða, bíða eftir at
verða lagdur í song ella eftir
at fáa medisin, so er tað ein
menniskjanslig reaktión, at
bíta frá sær.
Ella at rópa upp í saman í
vikur og mánaðir.
Til tess at verja privatlívi
er nøvnini á nøkum
av búfólkunum
í reportasjuni broytt.
skerjingar á eldraøkinum
PLIKTKENSLA
Aftur í morgun er vaskikonan Jóna Weihe møtt áðrenn arbeiðstíð, so at hon kann fáa alt
frá hondini, hon hevur sett sær fyri. Vaskivognurin er konstant á ferð.
UMSORGAN
Ruth á Fløtum syngur ein sálm fyri Honnu Weihe, sum er lamin. Tær friðsælu og persónligu løtunar eru avmarkaðar
Tað er
tyngri enn
tað hevur
verið. Tú
klárar ikki
at gera alt,
tú vildi
havt gjørt
Jóna Weihe, vaskikona