Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Í framtíðini fara vit at legg­ ja nógv størri dent á at hava eftir­lit við um brunatrygdin á stovnum og bygningum, er í lagi. Tað sigur sigur Elmar Høj­gaard, stjóri í nýggja stovni­num Vørn, sum er ein samanlegging av Fiski­ veiði­eftir­litinum, MRCC Tórs­havn, Tórshavnar Radio, Til­búgv­ing­ar­stovni Føroya og Veðurtænastuni Hesin stovnurin skal eisi­ni hava brunaeftirlit ístað­in fyri stovnin, sum nevndist Bruna­um­sjón Land­sins, sum ikki er til long­ur, tí nú eru fleiri upp­gáv­ur á hes­um øki lagdar und­ir kom­mun­ ur­nar. Á gomlu Brunaumsjónini ar­beiddu fimm fólk, men nú eru tað bara tvey fólk, sum fá­ast við brunaeftirlit, men ar­beitt verður við at seta eitt starv afturat. - Síðani vit eru saman­lagd­ ur er arbeiðsorkan hjá stovn­ i­num munandi skerd, og ar­ beiðs­orkan er eisini har­eft­ir, stað­fes­t­ir Elmar Høj­gaard. Hann ásannar í hesum sam­bandi, at orkan til at hava eftirlit hevur verið alt ov lítil. Hann sigur eisini, at saman­leggingar hava ávirk­ að virksemið hjá stovninum. - Gamla brunaumsjónin hevði eisini byggieftirlit við størri bygningum, men tað er nú flutt undir kom­mun­ ur­nar. - Enn hanga tó nakrar upp­gávur av hesum slag­ num eftir. Men tá ið tær eru av­greiddar, fáa vit størri arbeiðs­orku til eftirlit og tá fara vit heilt vist at leggja ógvu­liga stóran dent á at út­inna hetta eftirlit í verki, sig­ur Elmar Højgaard. - Tað merkir, at tá verður tað okkara høvuðsmál at fara út á stovnar at kanna eft­ir um viðurskiftini eru, sum tey skulu. Hann vísir á, at tað fer fleiri ferðir ført fram, at ellis- og røktarheim ikki fáa nóg stóra játtan, men at tað ikki skal raka røktina. - Men tað er ikki óhugs­ andi, at tað fer at raka trygd­ ina, so vit fara at leggja dent á at fylgja við á hesum øki, legg­ur hann afturat. Áki Bertholdsen Á fleiri bústovnum til eldri, er brunatrygdin ikki nóg góð. Tað staðfestir Petur Ol­ sen, fyrrverandi leiðari á Bruna­um­sjón landsins. Á eldrafundinum í Miðla­ húsi­num týskvøldið tók hann eisini orðið og ávaraði staði­liga um støðuna á fleiri av al­mennu stovnunum, sum verða brúktir at hýsa eldri og óhjálp­num annars, í. Púra óhóskandi Petur Olsen vísir á, at tað er rættiliga stórur munur á teim­u­m ymsu stovnunum. Fleiri bygningar, helst teir, sum eru bygdir til endamálið, eru tryggir og bygdir í sam­ svari við teir brúkarar, teir skulu hýsa. Men tað nógvir bústovnar, sum eru gomul hús, eisini hús í fleiri hæddum, sum kom­mu­n­ur hava keypt frá privat­fólki, og síðani hava snikk­að saman til ein bú­ stovn. Tað eru serliga hesir stovn­ar­nir, sum órógva fyrr­ ver­andi leiðaran á Bruna­um­ sjón­ini. Hann vísir á, at teir eru als ikki innrættaðir til enda­málið og somuleiðis er tilfarið í teimum heldur ikki hósk­andi til bygningar til hesi endamálini. - Hesi húsini eru ofta vána­lig og als ikki hóskandi til at hýsa óhjálpnum fólki, hvørki hvat innrætting ella til­fari viðvíkur. - Brúkarar, sum hesir, eru ómeta­liga viðkvæmir og tí mugu stovnarnir byggjast inn­rætt­ast eftir tí. - Búfólkini eru mangan óhjálp­in og klára seg als ikki sjálvi. - Talan er eisini mangan um fólk, sum eru hampiliga væl fyri og klára seg meiri og min­ni sjálvi, tá ið tey flyta á stovn­in, sum tá kann vera brúki­lig­ur til endamálið. Men trupulleikin er, at tey verða verandi á sama stovni, sama, hvussu óhjálpin tey verða við aldrinum. - Tað er ikki trygt at lata óhjálp­in fólk liggja á kvistum og úti undir eini væðing í einum gomlum húsum, tí krøvini til brunatrygd í ein­ um stovni, har búfólkini eru óhjálpin, eru nógv strang­ari enn til ein stovn, har bú­ fólk­ini klára seg sjálvi, sigur hann. Ongan livandi møguleika Tað, sum serliga leypir órógv á Petur Olsen, er, tá ið hann frættir, hvussu illa mannaðar náttarvaktirnar eru á slíkum stovnum. - Ein ella tvær náttar­ vakt­ir hava ongan livandi møgu­leika at bjarga fleiri óhjál­p­num fólkum úr einum brenn­andi bústovni, sigur hann. Hann staðfestir, at náttar­ vakt­ir eru eisini brandvaktir, men hendir nakað, eru tær prís­givn­ar. - Tíbetur eru vit spard fyri van­lukk­ur, men tær kunnu henda fyrr ella seinni og eg veit, at starvsfólk, sum eru til arbeiðis, tá ið slíkur skaði hend­ir, tey verða aldrin fólk aft­ur. - Hvønn rætt hava poli­ t­i­k­ar­ar at seta starvsfólk í eina slíka støðu við at sker­ja stovn­ar­nar so nógv, at nátt­ ar­vaktir mugu sparast burt­ ur í tað óforsvarliga, spyr hann. Hann heldur, at sigur, at hetta verður kallað at renna und­an ábyrgd. Men politikarar renna ikki bara undan ábyrgd. Teir leggja harafturat ábyrgdina á starvs­fólk, sum ikki kunnu loysa hana. - Tað er ógvuliga ábyrgd­ ar­leyst at skumpa ábyrgdina yvir á fólk, sum ikki kunnu lyfta hana, sigur Petur Olsen. Lappaloysnir Petur Olsen sigur, at ofta eru hús­ini bara keypt, uttan at nak­ar er eftirspurdur. - Brunaumsjónin hevði ikki lógarásett krav at skula góð­kenna slíkar stovnar fyri at teir kundu verða nýttir til slík endamál. Men oftani varð Bruna­ um­sjónin kortini biðin um eina meting av einum bygn­ ingi. - Tá komu vit mangan í ta støðu, at vit mátti staðfesta, at hús­ið var als ikki hóskandi til bústovn. Men avleiðingin av tí hevði verið, at búfólkið end­aði úti á berajólum og tí var mangan heldur far­ ið undir lappaloysnir við ávaringarskipanum, neyð­út­ gongd­um og øðrum fyri at bøta um støðuna. Men nøkt­ andi er tað ikki, sigur Petur Ol­sen. Men hann leggur afturat, at tað hevur kortini hent seg, at kommunur hava ráðført seg við hann, áðrenn tey hava keypt hús til bústovn. - Men summi vendu sær ikki til Brunaumsjónina, leggur hann afturat. Brunatrygdin á fleiri bústovnum óforsvarlig ELDRARØKT Í ÓRØKT Á fleiri stovnum til eldri, hava ein ella tvær náttarvaktir ongan livandi møguleika at bjarga búfólkunum, skuldi eldur komið í, sigur Petur Olsen, fyrrverandi leiðari á Brunaumsjón landsins Fara at leggja dent á eftirlit Ein ella tvær náttar­ vaktir hava ongan livandi møguleika at bjarga fleiri óhjálpnum fólkum úr einum brennandi bústovni Óforsvarligt Á nógvum stovnum er brunatrygdin ikki í lagi. Her hava politikarar ikki bara runnið undan ábyrgd. Teir hava eisini skumpa ábyrgdina yvir á fólk, sum ikki kunnu loysa hana, segði Petur Olsen, fyrrverandi leiðari á Brunaumsjón Landsins, á fund í Miðlahúsinum um eldraøkið