mánadagur 17. juni 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur kappróður
Vinnaratíðin hjá Klaksvíkingi var tann fjórði besta nakrantíð
í Hvalvík. Bestu tíðina í kappingini millum 10-mannaførini
í Hvalvík eigur Havnarbáturin, sum í 2001 róði teinin
9.03.15. Tíðin hjá Klaksvíkingi hesa ferð var 9.25.19 ella
umleið 22 sekund seinri enn tann tólv ára gamla metið.
Stevnuróðurin:
Magnus Norðberg, sum er millum royndastu menninar á Klaksvíkingi,
fegnast um, at alt beinanvegin stemmaði hjá honum og hansara
monnum, samstundis sum hann harmast um, at tað var so
stórur munur á veruleikanum og tí, sum sást í upptøkunum
Jóannes Hansen
Á
Norðoyastevnu
var
tað Suðuroyingurin, sum
vann
kappingina
millum
10-mannaførini.
Sigurin
hjá suðuroyingunum var
rættuliga tryggur. Leygar
dagin var annar FM róðurin.
Klaksvíkingur
vann,
um
enn munurin aftur til næsta
bátin ikki var so stórur, sum
hann var á Norðoyastevnu,
og harvið er lagt upp til tætta
kapping um FM heitið.
Eisini tí at tað aftur
hesa ferð vísti seg, at triði
báturin í kappingini millum
10-mannaførini, Havnarbát
urin, var so mikið væl við,
at tað ber væl til at ímynda
sær, at eisini hann orduliga
fer at blanda seg upp í kapp
ingina um at vinna, tá ið tað
leygardagin verður kapping
á Skála og í hinum fýra kapp
ingunum, sum bíða næstu
vikurnar.
Magnus Norðberg er ein
av teimum, sum hevur togað
í árarnar umborð á Klaks
víkingi øll gullárini – í 2006,
2009, 2011 og 2012 og aftur í ár.
Hann heldur ikki, at róðurin
var heilt so spennandi, sum
tað í upptøkunum sá út til,
at hann var, og sum tað eisini
varð sagt frá í útvarpinum.
– Vit fingu ógvuliga góðan
start. Longu áðrenn start
spurturin var av, lótu royndu
lærmenninir okkum vita, at
hetta sá gott út. Tað vil siga,
at vit høvdu vunnið okkum
eina hálva bátslongd framum
hinar báðar bátarnar. Tal
an var tó ongantíð um, at
vit megnaðu at fara frá
hvørki Suðuroyinginum ella
Havnarbátinum. Men vit
kendu okkum alla tíðina vera
frammanfyri, og í endaspurt
inum vóru vit púra róligir og
hildu okkum til tað, sum vit
frammanundan høvdu av
rátt, at vit skuldu gera, sigur
Magnus Norðberg.
Smurdir av
Magnus Norðberg leggur
aftrat, at hann ongantíð í
sínum róðrarlívi hevur verið
ígjøgnum ein sovornan um
gang, sum tað hevur verið
hesar báðar vikurnar, síð
ani Suðuroyingur vann á
Norðoyastevnu.
– Í heimasjógvi vóru vit
rætt og slætt avhølvaðir. Nú
kunnu vit ikki siga annað,
enn at tað var gott, at Suður
oyingur setti okkum orduliga
upp á pláss. Vit høvdu vant
nógv, men vit høvdu ikki
fingið smálutirnar upp á
pláss, sum vit undanfarnu
árini hava syrgt fyri. Tí
stemmaði tað ikki, og so
vórðu vit sektaðir av suður
oyingunum, ið eru sera væl
trimmaðir. At vit høvdu tak
á tí hesa ferð, vil ikki siga
tað sama, sum at tað nú er
sloppið. Sum eg segði, so er
Suðuroyingurin væl fyri.
Serliga merkisvert er tað,
at Havnarbáturin er so væl
við. Talan er jú um rættiliga
tilkomnar
rógvarar,
men
tað kennist sum um, at teir
eru betri fyri nú, enn teir
vóru fyri einum fimtan
árum síðani. Eg havi fylgt
við í kappróðri síðani mið
skeiðis í níti árunum, og
eg havi róð síðani 2004. Í
mínari tíð haldi eg ikki, at
Havnarbáturin hevur verið
betri fyri, enn hann nú er
tað, rósar Magnus Norðberg
kappingarneytunum,
og
hann heldur fram:
– Eg haldi, at teir við av
rikunum undirstrika yvir
fyri teimum, sum eru mitt í
í essinum
Klaksvíkingar
aftur