mánadagur 17. juni 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
tríati árunum, og sum halda
seg vera ov gamlar at halda
fram við at rógva, at tað við
miðvísari venjing, rætta hug
burðinum og við besta sosiala
felagsskapinum
røkkur
væl longri hjá orduliga til
komnum monnum, enn nak
ar higartil hevur ímyndað
sær, at tað skal gera.
Tú heldur ikki, at tit eru
favorittar á Fjarðastevnuni,
sum leygardagin verður á
Skála?
– Vit hava sjálvandi góð
an møguleika at vinna. Men
eg haldi ikki, at tað ber til
at rokna okkum sum meiri
upplagdar
vinnarakandi
datar enn Suðuroyingin og
eisini Havnarbátin. Hesa ferð
kiksaði tað við endaspurt
inum hjá Havnarbátinum.
Tað verður betri næstu ferð,
og so verður beinanvegin tal
an um aðra kapping.
Hvussu tá?
– Eg skilti á teimum um
borð á Havnarbátinum, at
teir bara tóku fimm bekktøk,
áðrenn skotið brast. Teir
mundu ætla sær eini tredivu
tøk. Hetta mundi komast av,
at vísningurin hjá bátinum,
sum fylgdi róðrinum var ikki
nóg góður. Hann stimaði ov
frammarlaga. Tað sást á upp
tøkunum, og tí var tað ikki
fyrrenn á sjálvum málinum,
at rætti vísningurin í kapp
ingini sást.
Nýtt mál
Jan Herman Hansen er for
maður í Róðrarsamband
inum. Hann sigur, at málið í
Hvalvík var øðrvísi hesa ferð,
enn tað var síðst, tá ið tað
varð kappast í Hvalvík. Tað
kemst av útbyggingum og
broytingum á havnarlagnum.
Gamli pirurin er burtur, og
ein nýggjur pirur er gjørdur.
– Tað er rætt, at tað ikki
altíð var samsvar millum
veruleikan og tað, sum sást
í upptøkunum og tí, sum
varð varpað út. Men hetta
hevur ikki nakað við Róðrar
sambandið at gera. Dómarin
er umborð á bátinum, sum
siglir
aftaná
bátunum.
Oftast er hann aftanfyri
bátin í miðjuni. Vit fegnast
um upptøkurnar og útvarp
ingina, men annars hava vit
einki at gera við bátin við
upptøkutólunum. Tað er upp
til manningarnar og feløgini
at seta seg inn í, hvussu
róðrarteinurin sær út, og eg
rokni bara við, at tað verður
ítað av á landi fyri at vita,
hvussu tað skal farast fram,
sigur Jan Herman Hansen,
formaður í Róðrarsambandi
Føroya.
Stórur fagnaður
Hóast tað ikki gekk soleiðis
á Norðoyastevnu, sum tað
gjørdi tey bæðí undanfarnu
árini, so vóru tað viðhaldsfólk
hjá Klaksvíkingi í Hvalvík.
Tað sást, tá ið báturin aftur
kom á dráttin, og hann var
lyftur og lættur upp.
Genturnar
umborð
á
Fípuni Føgru vunnu barna
róðurin, og dreingirnir á
Fípuni Føgru vóru nummar
tvey.
– At tey ungu standa
seg væl er hugaligt hjá okk
um eldru í felagnum, og so
kennist tað serliga gott, tí
ein rúgva av fólki, sum ikki
plagar at síggjast í neyst
inum, eisini møtir upp. Talan
er um foreldur og ommur og
abbar og onnur, ið varða av
ungu rógvarunum. Tað er
sera hugaligt, heldur Magnus
Norðberg.
joannes@sosialurin.fo
Sigurin hjá Klaksvíkingi í Hvalvík var tann
triði á rað í kappingini millum 10-mannaførini á
Sundalagsstevnu. Tvey tey undanfarnu árini vunnu
klaksvíkingar í Hósvík og Kollafirði. Tá ið tað í 2010
varð kappast í Hvalvík, vann Vestmenningu
Á Norðoyastevnu vann Suðuroyingur í tíðini 7.02.20.
Tíðin hjá Klaksvíkingi var 7.05.12. Tá varð róð á 1500 metrum. Í
Hvalvík var vinnaratíðin 9.25.19, og næstbesta tíðin var 9.27.24.
Tað var altso minni munur millum teir báðar fremstu í Hvalvík,
enn tað var í Klaksvík. Hesa ferð varð kappast á 2000 metrum.
Myndir: Álvur Haraldsen