mánadagur 17. juni 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Stevnuróðurin:
Í fýra kappingum var annar vinnari hesa ferð, enn tað var á Norðoyastevnu,
men í kappingunum millum kvinnur og gentur tykist eingin hava styrki at
koppa Jarnbardi og Erlu Kongdótir, meðan sigurin hjá Havfrúnni hesa ferð
var so tepur, sum tað ber til at ímynda sær, at hann kann vera
Jóannes Hansen
Tað er spenningur í flestu
FM kappróðrunum. Klaks
víkingur
koppaði
Suður
oyingi, sum vann í Klaksvík,
Miðvingur vann á Argja
bátinum, sum var bestur á
Norðoyastevnu, menninir á
Jarnbardi vóru nýggir vinn
arar, tí Sølmundur vann
fyrstu kappingina millum
6-mannaførini við monnum
í ár, og hesa ferð vóru tað
dreingirnir
á
Drekanum,
sum vóru bestir, meðan tað
í Klaksvík vóru dreingirnir
á Royndini Fríðu, sum vóru
bestir.
Harvið er tað lagt upp til
tætta kapping um meistara
heitið í fleiri bátastøddum.
Í øðrum kappingum er tað
millum lítið og einki, sum
bendir á, at nakar verður
førur fyri at bjóða suverenu
vinnarunum bæði í Klaksvik
og í Sundalagnum av. Her
verður hugsað um kvinnurnar
umborð á Jarnbardi hjá
Róðrarfelagnum Knørri og
um genturnar umborð á
Erlu Kongsdóttir hjá fugl
firðingum.
Havfrúgvin úr Vestmanna
vann í Klaksvík, og kvinn
urnar úr Vestmanna vunnu
aftur í Hvalvík kappingina
millum
5-mannafør
við
kvinnum. Men í hesi kapp
ingini leyp einki av. Falkur
úr Hósvík var ikki við í kapp
ingini á Norðoyastevnu. Hesa
ferð fekk Falkur besta startin.
Fyrstu løtuna kendist tað
sum um, at Falkurin var tað,
tey í rennikappingum kalla
hara, men soleiðis vísti tað
seg ikki at vera.
Falkur var fremstur mest
sum allan teinin. Starturin
hjá Havfrúnni var ikki so
góður, og tað tók sína tíð,
áðrenn kvinnurnar úr Vest
manna við seigum tøkum
so við og við otaðu seg fram
ímóti oddinum. Kortini var
tað ikki fyrrenn bátarnir
fóru um málið og í síðsta
takinum, at tað eydnaðist
Havfrúnni at stinga stavnin
framum Falkin.
Góður dagur hjá
Knørrafelagnum
At kvinnurnar umborð á
Jarnbardi ikki fáa kapping frá
øðrum, men heldur kappast
við seg sjálvar, er einki nýtt.
Munurin frá Jarnbardi og
aftur til Rádna var hesa ferð
tíggju sekund, meðan hann
fyri tveimum vikum síðani
var tvífalt so stórur. Kortini
er als einki, sum bendir á, at
talan fer at verða um nakra
kapping.
Heldur kann tað fara
at vísa seg, at Herningur
hjá Knørrafelagnum fer at
verða næsti avbjóðarin hjá
Jarnbardi. Hesa ferð var
Herningur bara eitt sekund
aftanfyri Rádna. Herningur
luttók ikki í Klaksvík.
Meðan
kvinnurnar
á
Jarnbardi hava vunnið ofta
og nógv, so var tað merkisvert,
at tað í Hvalvík eydnaðist
monnunum
á
Jarnbardi
at vinna. Hetta var fyrsta
ferðin síðani á Jóansøku í
2005, at tað eydnaðist Jarn
bardi við monnum at vinna.
Tað eru altso átta ár síðani,
at menninir umborð á bláa
6-mannafarinum hjá Knørra
felagnum seinast vunnu.
Tað vendi heilt upp og
niður millum tríggjar teir
fremstu í hesi kappingini.
Í fyrsta FM róðrinum var
Sølmundur fremstur, Gongu
rólvur næstfremstur og Jarn
bardur endaði á triðja plássi.
Fjarstøðan frá fremsta bát
inum og til bronsuplássið var
minni enn eitt sekund.
Hesa ferð var Jarnbardur
fremstur, Sølmundur var
næstfremstur, og Gongu
rólvur endaði á triðja plássi.
Dreka dreingirnir
bestir
Nú er tað so nógv longri
millum sigrarnar hjá Havnar
Róðrarfelag, enn tað plagdi
kappróður
Bestu barnamanningarnar Barnaróðurin hjá gentum vann Fípan Fagra frammanfyri
Spógvan, meán Títlingur, sum vann á Norðoyastevnu hesa ferð eisini endaði aftanfyri
Jallin, ið varð á triðja plássi bæði í Klaksvík og í Hvalvík. Fípan Fagra var næstfremst
í Klaksvík, og nú vunnu genturnar úr Klaksvík barnaróðurin. Hesa ferð vóru tað
dreingirnir umborð á Beintu úr Miðvági, sum vunnu dreingjaróðurin í barnakappingini.
Eingin skalar
bestu kvinnu
manningunum