mikudagur 28. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 80 - 28. apríl 2004
Nr. 80 - 28. apríl 2004
7
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, helt
flaggrøðu í Vági
flaggdagin og nógv
fólk var komið saman
í góðveðrinum. Hvørt
tað var ein suðuroy-
ingur, ein tvøramaður
ella løgmaður, sum
helt røðuna, bað
Jóannes Eidesgaard
lurtaran sjálvan meta
um. Røðan tók støði í
smálutunum, sum tó
eru partur av alheim-
inum og sum skapa
felagsskapin, tjóðina
FLAGGRØÐA
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í góðveðrinum flaggdagin
høvdu nógv fólk leitað sær
til flaggdagshald í Vági.
Haldið var sum vant við
minnisvarðan. Annars var
haldið fyrr á Fløtuni Fríðu,
har Nólsoyar Páll í sínari
tíð bygdi Royndina Fríðu
og í ár eru 200 ár síðani
hesa hending.
At tað í ár var Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, ið
helt flaggrøðuna, lokkaði
óivað eisini áhoyrarar.
Løgmaður helt góða og
viðkomandi røðu og hann
bað lurtaran sjálvan meta,
hvørt tað var løgmaður, ein
suðuroyingur ella ein tvøra-
maður, ið helt røðuna. Lit-
irnir í Merkinum umboða
eina felagskenslu, ið eisini
minnir á stóru løturnar og
kenslurnar gera okkum til
eina tjóð, segði løgmaður.
Men hann hugleiddi eis-
ini um tað smáa í tí stóra,
um heildina og samansetta
lív okkara. Øll eru vit part-
ar av størri heild og tó part-
ar av smærri eindum og so
kann ein samanbera byrjan
løgmans, sum jú er suður-
oyingur og tvøramaður,
umframt løgmaður.
Vit eru øll partar av yms-
um felagsskapum, skótar
hoyra til ymsar patruljur,
vit hoyra til ymisk ítróttar-
feløg og so framvegis, men
tað byrjar í nærumhvørvin-
um, segði løgmaður millum
annað og bendi sostatt hug-
an aftur á stóru felagskensl-
una, ið savnast undir Merk-
inum, og ger okkum til part
av tjóðini.
Syðra helvt ikki við í
framburði
Løgmaður staðfesti, at júst
Vágur og syðra helvt av
Suðuroynni, ikki hevur
fingið lut í framburðinum,
sum verið hevur seinnu
árini. Men tá kreppan herj-
aði, fekk hesin parturin av
landinum tó sín ríkiliga lut.
Tó hava betri tíðir verið á
staðnum. 200 ár eru síðani
Nólsoyar Páll bygdi far sítt
Royndina Fríðu og gingu
vágbingar á odda eftir hetta
í framburðinum á mongum
økjum her á landi.
Men ikki ber til at bíða
eftir nýggjum einstakling-
um og úrmælingum, segði
løgmaður. Fólkið skapar
framtíðina í felag og tað at
bíða loysir sum heild onki.
Initiativið skal koma herfrá,
minti løgmaður á í røðu síni
í Vági.
Men øskukalt er ikki í
Vági, segði løgmaður, og
nevndi eina rúgvu av tiltøk-
um, serliga innan mentan,
sum til dømis Kirkjukóri
Ljóm og sendingar í ÚF,
har vágbingar eiga sín stóra
part.
Umboðandi landspolit-
ikkin metti løgmaður, at
uppgávan er at skapa syðru
helvt av oynni javnbjóðis
treytir at virka undir og so
er eisini umráðandi, at tey
ungu trívast og hava okkurt
at koma aftur til, um tey
leita burtur at royna seg,
segði løgmaður Jóannes
Eidesgaard millum annað í
flaggrøðu síni í Vági.
Ljómur setti sum vant
dám á løtuna við frálíkum
sangi. Skótaliðið Royndin
skipar fyri haldinum og í
samband við, at 200 ár eru
síðani at Nólsoyar Páll
bygdi far sítt, bjóðaði
skótaliðið kaffi og køkur í
skótahúsinum. Skótaliðið
hevur
navn
eftir
fari
Nólsoyar Pálls.
Kvøldskúlaframsýnin
gin í Porkeri er
afturvendandi tiltak
og er sýningin væl
vitjað, tí nógv væl úr
hondum greitt er at
síggja
FRAMSÝNING
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sunnudagin
var
árliga
kvøldskúlaframsýningin í
Porkeri. Nógv er at síggja,
tí 70 fólk hava í vetur tikið
lut í tí, ið kvøldskúlin hevur
at bjóða av ítrivum. Har er
hondarbeiði, seyming, træ-
smíð, modelsmíð og tvey
lið í postalínsmáling.
Og tað sást, at hugurin og
hegni eru til staðar. Vakrir
modelbátar, har eisini øll
arbeiðsgongdin er at síggja,
ymisk timburarbeiði, klæði
og vakurt málað postalín.
Lærarar
eru
Irena
Remmer, postalínsmáling,
Sonja Fredriksen, hond-
arbeiði, Anna A. Poulsen,
seyming,
træsmíð
og
modelsmíð,
Mannbjørn
Olsen og Bent Albinus.
Litirnir umboða felagskenslu
Stór kvøldskúlaframsýning
Sunnudagin var árliga kvøldskúlaframsýningin í Porkeri. Nógv er at síggja, tí 70 fólk hava í vetur
tikið lut í tí, ið kvøldskúlin hevur at bjóða av ítrivum
Á
kvinnuráðstevnuni,
sum URD skipaði fyri
farna vikuskifti, kom
millum annað fram, at
kvinnur mangla á keldu-
listunum hjá fjølmiðla-
fólki. Nú ber til hjá
kvinnum at skráseta seg
á ein keldulista á heima-
síðuni hjá Synergi. Fel-
agið hevur gjørt eina
síðu á teirra heimasíðu,
har kvinnur kunnu seta
seg á ein keldulista. Hes-
in keldulistin verður síð-
ani sendur tíðindaleiðar-
unum í fjølmiðlunum.
– Kvinnur hava, eins
og menn, kompetancur
innan nógv ymisk viður-
skiftið. Vit mæla tí øllum
teimum kvinnum, sum
hava áhugað í at gera
sína ávirkan galdandi
gjøgnum fjølmiðlaheim-
in, um at tekna seg á
keldulistan, verður sagt
frá Synergi, sum eisini
luttók á kvinnuráðstevn-
uni.
Heimasíðan hjá Syn-
ergi er: www.synergi.fo
- sae -
Litirnir í Merkinum umboða eina felagskenslu, ið eisini
minnir á stóru løturnar og kenslurnar gera okkum til eina
tjóð, segði løgmaður millum annað í flaggrøðu síni í Vági
flaggdagin
Fjølmiðlakeldulisti
til kvinnur
Hans Eiler Hammer,
prestur og Jógvan
Mortensen, pedagog-
ur, fara í næstum at
seta á stovn eina
ráðgevingarstovu fyri
fólk, sum hava verið
fyri insest ella siða-
misbroti
RÁÐGEVINGARSTOVA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Annar er prestur, hin peda-
gogur. Báðir vóru teir við
til at stovna felagið, Kris.
Teir vóru aktivir í felagnum
øll tey fyrstu árini, men við
tíðini gjørdist byrðan ov
stór og tíðarkrevjandi. Nú
taka teir eina 4-árs terapi-
útbúgving í Danmark, har
teir læra at ráðgeva fólki,
sum á ymiskan hátt hava
verið fyri siðamisbroti. Ein
stórur partur av útbúgving-
ini er sjálvlesnaður, og ætla
teir báðir at verða lidnir við
útbugvingina um nøku-
lunda somu tíð.
- Hetta er ein altjóða góð-
kend útbúgving, sum bygg-
ir á kristiligt grundstøði.
Ráðgevingarstova
Hans Eiler Hammer sigur,
at saman við útbúgvingini
krevst, at teir báðir veita
ráðgeving eitt ávíst tímatal,
meðan teir lesa.
- Vit fara tískil at skipa
eina ráðgevingarstovu, sum
tó ikki fer at hava eitt fast
sæti. Í fyrsta lagi fara vit at
læna hølir í Klaksvík og í
Havn, har fólk kunnu fáa
ráðgeving. Vit fara eisini at
hava eitt telefonnummar,
sum fólk kunnu ringja til.
Hans Eiler leggur dent á,
at ráðgevingarstovan tekur
ikki upp kappingina við
felagið, Kris, men fer at
verða supplerandi.
- Kris er eitt felag, sum
verður stjórnað av eini
landsnevnd. Ráðgevingar-
stovan hjá okkum verður
privat og fer at veita per-
sónliga
ráðgeving
og
møguliga skipa fyri onkr-
um fyrilestrum og skeiðum.
Prestur sigur, at hann og
Jógvan í eini 2-3 ár hava
vegleitt, ráðgivið og stuðl-
að fólki og familjum teirra,
sum hava verið fyri siða-
misbroti.
- Hóast vit ikki hava lýst
við, at vit ráðgeva, fáa vit
nógvar fyrispurningar um
hesi viðurskifti – eisini frá
fólki, vit ikki hava tosað
við áður um slíkt.
Lænt hølir
Hans Eiler sigur, at fólk,
sum halda seg hava tørv á
ráðgeving og vegleiðing,
kunnu seta seg í samband
við ráðgevingarstovuna, tá
ið hendan er sett á stovn.
- Vit fara at lýsa við hesi
tænastu, tá ið alt er komið
uppá pláss, og vit eru til
reiðar at fara í gongd, sigur
presturin.
Hann vísir á, at stovan fer
ikki av sær sjálvari at skipa
fyri teimum nógvu fyri-
lestrunum og skeiðunum,
men fólk eru vælkomin at
koma við góðum hugskot-
um.
- Í fyrst lagi fara vit at
leggja dent á persónliga
viðtalu, sigur Hans Eiler.
Jógvan Mortensen, sum
fer at taka sær av ráðgev-
ingarstovuni saman við
Hans Eileri, hevur arbeitt
nógv við menningartarnað-
um børnum, og í sínum
arbeiði sum pedagogur er
hann eisini nógv knýttur at
barnaverndini í Klaksvíkar
kommunu.
10% av fólkinum
Hans Eiler sigur, at leyst-
liga verður mett, at í minsta
lagi 10% av fólkatalinum á
ein ella annan hátt hava
verið rakt av siðamisbroti.
- Tað tekur oftast langa
tíð, áðrenn fólk siga sína
søgu um siðamisbrot. Ikki
er óvanligt, at hetta hendir
um 20-25 ára aldur, tá ið
tey, sum hava verið rakt,
sjálvi eru farin at byggja
upp eina familju. Tá stinga
ofta trupulleikar seg upp,
og fólk fara at spyrja seg
sjálvi, hvat hetta, tey vóru
úti fyri, var fyri nakað.
Hans Eiler Hammer sigur
at enda, at tað ofta er ótti
fyri ti, sum fer at henda, ið
heldur fólki aftur - ella sum
ger, at tey bíða sum longst
við at siga nakað um tað, ið
fram er farið, meðan tey
enn vóru børn.
- Gøtuvík hevur ligið
brak, síðan ILA-sjúka
varð staðfest á víkini,
men nú kann smolt
setast útaftur, sigur
Atli Gregersen, stjóri í
P/F Luna
ALIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í hesum døgum seta ali-
feløgini, Luna og Bakka-
frost, smolt út á Gøtuvík.
Luna hevur smoltini gang-
andi undir syðra landinum
og Bakkafrost undir norð-
ara landinum.
Atli Gregersen, stjóri í
p/F Luna, vil ikki siga í
løtuni, hvussu nógv smolt,
felagið setir út í hesum
umfari, men sigur, at vit
kunnu venda aftur til
spurningin, tá ið teir eru
lidnir at seta út.
3 miljónir smolt
Hann vísir á, at samlaða
nøgdin av smolti, sum
verður sett út í Føroyum í
vár, liggur um 3 miljónir.
Í mun til nøgdina í fjør og
fyrraárið, er hetta eitt lut-
falsliga lítið tal.
Í 2002 settu føroyingar
eini 20 miljónir smolt út, og
í fjør lá talið um 7 miljónir.
Atli Gregersen sigur, at
alifeløgini, sum seta smolt
út í ár, eru 5-6 í tali.
Gøtuvík hevur annars
ligið brak, síðan ILA-sjúka
varð staðfest á víkini, men
nú kann smolt so setast út-
aftur.
Luna og Bakkafrost eru
einastu feløgini, sum seta
smolt út á Gøtuvík í vár.
Tøma Lambavík
Í fjør vár settu Bakkafrost
og Luna smolt út á Lamba-
vík, men hóast ILA-sjúka
ikki er staðfest, verður
Lambavík seinni í ár tømd
fyri fisk.
- Vit hava fingið eina
nýggja kunngerð sum sigur,
at aliøkir skulu tømast og
liggja uttan fisk í minsta
lagi tveir mánaðir. Hetta er
fyri at minka um vandan
fyri bakterium og ein roynd
at fyribyrgja sjúkum, sigur
Atli Gregersen, stjóri í P/F
Luna.
Insest-offur
fáa ráð-
gevingar-
stovu
- Tað tekur oftast langa tíð, áðrenn fólk siga sína søgu um siðamisbrot. Ikki er óvanligt, at hetta
hendir um 20-25 ára aldur, tá ið tey, sum hava verið rakt, sjálvi eru farin at byggja upp eina
familju. Tá stinga ofta trupulleikar seg upp, og fólk fara at spyrja seg sjálvi, hvat hetta, tey vóru
úti fyri, var fyri nakað, sigur Hans Eiler Hammer, sum saman við Jógvani Mortensen fer at lata
upp eina ráðgevingarstovu
Luna og Bakkafrost seta smolt út á Gøtuvík
Í hesum døgum seta
alifeløgini, Luna og
Bakkafrost, smolt út á
Gøtuvík. Luna hevur
smoltini gangandi undir
syðra landinum og
Bakkafrost undir norðrara
landinum
Savnsmynd
C
M
Y
K
7
6