Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Nýggja máltalva við Djúpumýru Bæði á Argjum og í Gunda­dali er nýggj máltalva komin upp at standa. Í næstum kemur eisini nýggja máltalva í Klaksvík. Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur at nýggja máltalvan eftir ætlan skal standa klár til næsta heimsdyst, sum verður 8. august. H E S A V I K U N A fótbóltur effodeildin Meinhard Joensen: 4 Tók sær væl av nógvu innleggunum, sum komu frá opnum spæli, hornaspørkum, fríspørkum og innkøstum. Kann ikki lastast fyri málið, men hevði sum so ikki nóg nógv at gera, til at fáa meir enn eitt 4-tal. Sannførandi avrik. Gunnar Christiansen: 3 Var sum altíð álopssinnaður og bjóðaði av, tá hann kom framvið. Gjørdist minni sjónligur í spælinum í seinna hálvleiki og bleiv tikin út. Jógvan Isaksen: 4 (▼45.) Spældi ein skilagóðan fyrra hálvleik í miðverjuni hjá KÍ. Valdi tær løttu og røttu loysnirnar bæði við og uttan bólt. Hevði tó trupulleikar við styrkini hjá Ahmed Keita. Fór út í hálvleikinum. John Hammer: 4 (▲46.) Avloysti Jógvan og spældi somuleiðis væl, hóast liðið bleiv trýst av tíggju argjamonnum. Vísti styrki í nærdystunum og tordi at koma úr verjuni og bróta AB spælið. Oddmar Marsten: 3 Eftir fleiri sannførandi avrik í miðverjuni, so hevði hann trupulleikar av Ahmed Keita, sum fleiri ferðir megnaði at taka bóltin niður, venda sær og koma framvið miðverjanum, men sum oftast kom liðið honum til hjálpar. Heðin á Lakjuni: 3 Hevur verið meiri sjónligur í øðrum dystum. Megnaði ikki saman við hinum royndu spælarunum at koma longur fram á vøllin í seinna hálvleiki. Ivan Joensen: 2 (▼72.) Tóktist troyttur eftir langa túrin til Montenegro, har miðvallarin byrjaði inni fyri U21 landsliðið. Megnaði ikki at seta seg á miðvøllin og varð útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki. Atli Danielsen: 4 Skoraði málið hjá KÍ upp á brotsspark. Spældi annars væl á miðvøllinum og vann nógvar bóltar, men datt saman við restini av liðnum alt ov langt aftur á vøllin í seinna hálveiki. Hjalgrím Elttør: 4 Spældi til eitt 5-tal í fyrra hálvleiki, har hann legði upp til misnt tveir góðar møguleikar og hevði onkra vandamikla roynd sjálvur. Megnaði ikki at lukka dystin í seinna hálvleiki og gjørdist minni sjónligur móti endanum. Kristoffur Jakobsen: 4 Spældi eisini í løtum til eitt 5-tal. Var lívligur, bjóðaði av, vann bóltar og kom við tí óvæntaða. Men mistið eisini flogið, sum dysturin gekk. Hóast tað ikki var brotsspark, so skal hann hava kredit fyri at koma í góðu støðuna. Álvur Christiansen: 3 Tað var ikki so nógv lív í Álvi, sum tað hevur verið fyrr. Hevði, sum altíð, onkra góða tekniska detalju, men tað bleiv líka sum ikki til meir enn tað. Fekk ein góða møguleika í fyrra hálvleiki, tá hann bleiv spældur innum verjuna, men málverjin var fystur á. Páll A. Klettskarð: 4 Hann stríddist, vann bóltar, legði upp til hinar, men var ein fót ov stuttur til tey flestu innleggini. Bara málini manglaðu, men tey telja nógv hjá einum framherja. Heðin Klakstein: Kom inn í eitt stórt korter á miðvøllinum. Vísti ágrýtni og bað allatíð um bóltin og royndi at fáa ferð á spælið hjá KÍ. Ov stutt inni til at geva eina meting. Ísak Simonsen: Kom inn eitt stórt korter á vinstra vong. Hesa løtuna var KÍ nakað kroyst, men okkurt uppspæl kom gjøgnum vinsru síðu. KÍ fekk annars betri tak á dystinum í eina løtu, eftir at Ísak og Heðin komu inn. Avrik: tøl 1 til 6 KÍ 1 (1) AB 1 (0) Tróndur Arge – Klaksvík Avgerandi løtan í Klaksvík kem­ur eftir 35 minuttir, tá Alex Troleis bríkslar fyri brots­sparkið. Ein eyð­sýndur Kristoffur Jakobsen verður spældur leysur í brots­teig­ inum hjá argjamonnum. Sein­asta vónin hjá AB er Jónas Stenberg, sum av høgra bakki hevur leitað sær inn í brotsteigini í eini roynd at steðga ágrýtna KÍ spæl­ aranum. Tað er lítið, um nakað, sam­band millum Jónas Stenberg og Kristoffur Jakobsen, tá Kristoffur fer um koll. Hann dettur um síni egnu bein, men dómairn er ikki í iva og bríkslar fyri brots­sparki, og gevur Jónasi reyða kortið. – Hann eitt lítið sindur frammanfyri meg, men eg geri einki við hann. Eg koyri ikki beini út ella nakað, so eg dugi ikki at síggja at hatta er eitt brotsspark ella reytt kort, segði Jónas Stenberg við sendingini »3.Hálvleikur« á Rás2 í gjár eftir dystin. Jónas er sjónliga vón­ brotin, tá hann gongur av vøllinum, eftir at hava fingið reyða kortið. – Eg var líka við at gráta. Eg havi aldrin í mínum lívið fingið eitt reytt kort og eg skilji ikki hvussu hann kundi geva mær reytt kort har, sigur Jónas Stenberg, sum nú má sita uttanfyri í avgerandi dystinum móti TB á Argjum komandi vikuskiftið. KÍ megnaði ikki at binda um heilan fingur Atli Danielsen var tryggur úr ellivu metrum og legði KÍ á odda 1-0. Undan málinum hevði dysturin verið javnur. Argja­menn mundu hava takið fyrstu løtuna, meðan KÍ tók við aftaná smáar tjúgu min­uttir. Nú sær gott út hjá KÍ, sum er á odda og hevur ein mann fleiri á vøllinum. Fram til hálv­leik hendir ikki so nógv ann­að enn at Rógvi Poulsen má lata seg skifta út við skaða. Frá at hava spælt upp við KÍ, er AB nú aftanfyri við einum málið, fingið ein mann útvísta og mist ein av bestu spælarunum á liðnum vegna skaða. Onkur vildi verða við, at hetta var at kalla alt kapp­ ingarárið hjá AB kroyst niður í tíggju minuttir. KÍ hevur fleiri møguleikar at økja. Hóast KÍ ikki hevur fult tamarhald á dystinum, so halda teir fram við at hótta í mótálopunum, men fyri hvørja takling, sum argja­menn vinna veksur vón­in um at taka øll av bóli og stjala eitt stig. Innskifti Bjartur Kjærbo roynist væl og Ahmed Keita hevur ein av sínum góðu døgum í álop­inum, tá hugsað verður at halda fast í bóltinum og spæla hann víðari. Tá dysturin nærkast end­ anum sendir AB fleiri fólk Karstin tryggjaði AB eitt stig 19 ára gamli Karstin Højgaard tryggjaði AB annað stigið móti KÍ í Klaksvík við sínum fyrsta málið í Effo-deildini, eftir at hann bleiv skiftur inn stutt frammanundan. Dysturin varð merktur av, at liðskiparin hjá AB órætt fekk beinleiðis reytt kort í fyrra hálvleiki, tá dómarin metti, at hann gjørdi brotsspark