Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fram, meðan møguleikarnir hjá KÍ blíva størri og størri. Millum annað verður Símun Rógvi Hansen fangaður langt uttanfyri brotsteigin og má fella Páll Klettskarð, sum er fyrstur á bóltinum. Hevði Páll havt kós móti málinum var seinna reyða kortið hjá AB víst. Karstin skorar Fimm minuttir fyri tíð skiftir Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, tveir ungar mans inn. Hørður M. Mohr kemur inn á miðvøllin fyri Beinir Ellefsen, sum hevur fingið krampa í annan tjúkkan. Hin, sum kemur inn, er 19-ára Karstin Højgaard, sum ongantíð fyrr hevur skorað í Effodeildini. Tríggjar minuttir inn í yvirtíðina sendir Símun Rógvi Hansen ein lang­ an bólt fram móti brots­ teig­inum. Sorin Anghel er sterk­astur í lufttvídysti við Atla Danielsen. Bólturin hopp­ar inn í brotsteigin og har er Karstin. Hann eltir bóltin og eina løtu sær út til, at vinkulin blívur nakað spískur. Júst sum Meinhard Joensen tveitur seg fram eftir hopp­andi bóltinum fær Karstin fótin á og bólturin leitar sær undir Meinhard og í net­meskarnar. – Tað er fantastiskt. Eitt ótrúligt upplivilsi at skora sítt fyrsta mál í bestu deildini upp á hendan mátan, segði ein ótrúliga fegin Karstin Højgaard eftir dystin. – Tað var totalt kaos eftir at eg skoraði. Eg minnist ikki hvat eg gjørdi. Minnist bara at allir spælararnir koma rennandi móti mær, sig­ur Karstin um løtuna eftir at bólturin er endaður í mál­ inum. 19 ára gamli framherjin hev­ur spælt í AB síðani hann var fimm ára gamal. Hann er ein av fleiri á liðnum, sum hava sín uppvøkstur í felag­ num. – Tað ger tað lættari at koma inn á liðið, tí tú kennir spælararnar. Málið í ár var at skjóta mítt fyrsta mál og tað havi eg so klárað, men nú skulu vit bjargað okkum í deildini, sigur Karstin víðari og leggur afturat, at komandi ár er málið at fáa meiri spæl­ tíð og vónandi gera seg gald­ andi á U21 landsliðnum. Javnleikurin hevur nógv størri týdning fyri argjamenn enn hann hevur fyri KÍ. Ser­ liga er tað hátturin, ið AB kempaði seg inn í aftur dyst­ in við tíggjum monnum, sum gevur eina trúgv upp á at kapp­ingarárið nú er við at venda fyri botnliðið. Fyri Eyðun Klakstein, Paula Poulsen og KÍ bleiv ikki talan um eina dreymabyrjan. Heldur mundi dysturin verða enn ein áminning um, at tað framvegis er nógv sum skal gerast áðrenn KÍ aftur verður millum støðugu oddaliðini í føroysku fótbólti. Ongin nýggjur til KÍ AB hevur meldað út, at teir umhugsa at fáa ein ella tveir spælarar afturat til hópin. Hjá KÍ er tó ikki líkt til at nakar nýggjur kemur til sambært nýggja venjaranum, Eyðun Klakstein. Símun Rógvi Hansen: 4 Hevði onkrar góðar bjargingar og var skjótur úr málinum, tá brúk var fyri tí. Fekk gott nokk eitt gult kort í yvirtíðini fyri at takla Páll, eftir at hann var ov seinur úr málinum. Helt annars AB inni í dystinum, tá KÍ kom við sínum vandamiklu mótálopum. Jónas Stenberg: 3 Liðskiparin fekk av órøttum beinleiðis reytt kort tíggju minuttir fyri hálvleik. Í teir 35.minuttirnar spældi hann annars væl. Tað riggar væl við honum á høgra bakki og Dion frammanfyri, tí Jónas er skjótur at koma í yvirlap, meðan Dion er góður til at halda upp á bóltin. Morten Overgaard: 4 Ein av bestu spælarunum á vøllinum. Stýrdi verjuni hjá AB við harðari hond og ongin detalja var ov lítil at rætta upp á. Lesur spælið væl og var at kalla hvørja ferð ein fót frammanfyri Páll Klettskarð tá innleggini komu. Leivur Holm Joensen: 3 Er í nógvar mátar lærlingurin hjá Morten í miðverjuni. Ræðist ikki nærdystirnar og var eins og Morten fyrstu á innleggunum hjá KÍ. Beinir Ellefsen: 4 (▼85.) Hevði rímiliga gott tak á Álvi Christiansen, tá vongurin hjá KÍ var í høgra borið. Er drúgvur í rennitvídystunum, sum altíð koma, tá ein vongur bjóðar einum bakki av. Hevur eisini góðar framrættaðar eginleikar. Jobin Drangastein: 3 Tuskaði runt allan dystin á tamb. Órógvaði uppspælið hjá KÍ, tá hann kundi, men bleiv eisini órógvaður, tá hann skuldi byggja upp. Varð fluttur aftur a´høgra bakk, tá Jónas varð útvístur. Røkti eisini tað uppgávuna væl. Mikkjal Hentze: 3 Átti sín lut í, at AB megnaði at halda tørn í seinna hálvleiki í undirtal. Hevði ávísar trupulelikar í av spælinum og í nærdystunum, men stríddist hugagóður allan dystin. Sorin Anghel: 4 Vann ein ørgrynni av bóltum á miðvøllinum og slapp sær væl av við bóltin. Legði trýst á í deyðbóltsstøðum við styrkini í luftspælinum. Er saman við Morten lyklaspælarin til at fáa liðið at spæla rætt og skipað. Rógvi Poulsen: 3 (▼42.) Bjóðaði av fyrstu løtuna og kom til einstøk innlegg. Sæst at hann hevur nøkur evni í framrættaða spælinum, sum AB hevur brúk fyri, men tykist ikki verða í fullari dystarvenjing eftir drúgvan skaða. Mátti út við skaða í fyrra hálvleik. Dion Splidt: 4 Átti lut í tí mesta av tí framrættaða spælinum hjá AB. Stóð fyri deyðbóltsstøðunum og fleiri av teimum óvæntaðu avleveringunum. Átti eitt kort kort, tá hann feldi Hjalgrím, sum var á veg í mótálop, men fekk tað ikki. Ahmed Keita: 3 (▼85.) Er ótrúliga dugnaligur til at halda fast í bóltinum, tá hann eina ferð hevur fingið hann fyri føturnar. Kom ikki til stórvegis málmøguleikar, men nógv um hjá restini av liðnum, tá hann megnaði at fáa væl burturúr torførum støðum – onkuntíð við tveimum monnum í rygginum. Bjartur Kjærbo: 4 (▲42.) Er ótrúliga raskur og fer hugagóður til verka. Eigur sín lut í, at AB við einum mannin minni megnaði at trýsta KÍ. Bjóðar av við bóltinum og eltir bóltin allan dystin. Hørður M. Mohr: (▲85.) Kom inn seinastu fimm minuttirnar á miðvøllin. Er ein av ungu monnunum, sum er uppvaksin í AB. Karsten Højgaard: (▲85.) Skoraði útjavnandi í evstu løtu, tá hann slapp inn um verjuna. Hevur staðið seg væl á 2.deildarliðnum hjá AB í ár. Hetta er fyrsta málið í Effo- deildini hjá unga framherjanum. Avrik: tøl 1 til 6 Stríðsvejin hjá AB fær »pulssið« hesaferð. Tey flestu væntaðu helst, at AB fór at geva skarvin yvir, tá teir mistu ein mann og komu afturum. So var ikki og áskoðararnir fingu ein spennandi dyst við dramatikki til seinasta minutt. Reyða kortið og brots­ sparkið, sum KÍ fekk stutt fyri hálvleik. Ein slík avgerð er sera avgerandi og dómarin má verður vísur í, at talan er um fríspark áðrenn hann peikar á brotssparksblettin og gevur reytt kort. Símun R. Hansen ■ Leivur H. Joensen Morten Overgaard Jónas Stenberg ■ Beinir Ellefsen (Hørður M. Mohr, 85.) Jobin Drangastein ■ Mikkjal Hentze Sorin Anghel Dion Splidt Rógvi Poulsen (Bjartur Kjærbo, 42.) Ahmed Keita (Karstin Højgaard, 85.) Meinhard Joensen Jógvan Isaksen Oddmar Marsten (John Hammer, 46.) Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni (Heðin Klakstein, 72.) Atli Danielsen Ivan Joensen (Ísak Simonsen, 72.) Hjalgrím Elttør Álvur F. Christianen Kristoffur Jakobsen Páll A. Klettskarð ■ KÍ - AB 1-1 (1-0) 1-0: Atli Danielsen br 34. 1-1: Karstin Højgaard 90.+3. Dómari: Alex Troleis Myndir: Álvur Haraldsen Í morgin eru 51 dagar síðan Kí vann seinast og í ovurmorgin 52 o.s.fr. Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Talan bleiv ikki um nakra dreymabyrjan hjá nýggi KÍ venjaranum, Eyðuni Klakstein Fantastiskt – Tað er fantastiskt. Eitt ótrúligt upplivilsi at skora sítt fyrsta mál í bestu deildini upp á hendan mátan, segði ungi málskjúttin, Karstin Højgaard