Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur TB 0 (0) B36 0 (0) Jóannes Hansen Tølini siga, at tað oftast endar við javnleiki, tá ið TB og B36 spæla, og soleiðis var tað eisini, tá ið hesi bæði liðini hittust og løgdu lítið fyri í álopspartinum. Einki mál og bæði fáir og smáir málmøguleikar. So­leið­ is var fasittið, tá ið Ransin N. Djurhuus bríkslaði fyri síðstu ferð í Trongisvági í gjár Harvið halda bæði TB og B36 fram í sama lagi, sum gongdin hevur verið higartil í ár. Hetta var sjeynda ferðin, at TB var partur av javnleiki, og hetta var áttanda ferðin, at B36 fór av vøllinum við ein­ um stigi. Higartil í ár hevur tað ikki eydnast nøkrum at vinna á TB við Stórá: – Tað fegnast vit um, men sjálvandi ætla vit okkum at vinna heimadystirnar og ikki at spæla javnt. Vit høvdu vilj­ an at leypa á, skjóta mál og vinna ímóti B36, men tað eydn­aðist ikki. Vit eru betri at verja enn at leypa á. Í dag gekk tað mesta fyri seg mill­ um brotsteigarnar, stað­festi TB veteranurin Óli Johanne­ sen. Hann fegnaðist um, at tað nú eru 9 stig frá TB og aftur til niðurflytingarplássini. – Tað er hugaligari at hyggja uppeftir enn niður­ eft­ir. Liðini eru so tøtt, at tað hevði sæst orduliga aft­ ur á støðu­talvuni, um tað hevði eydnast okkum at vinna tveir dystir á rað, men í løtuni kennist tað at vera tor­ført. Men vit fegnast um, at vit ikki tapa, segði Óli Johannesen. Felags fyri bæði liðini var, at tey vóru skerd í álops­ part­inum. Gilli Sørensen og Lukasz Cieslewicz sótu á B36 beink­inum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki setti Mikkjal Thomassen teir á vøllin, men tað segði tað sama. TB venjarin, Hans Fróði Hansen, hevði besta álops­ spælaran, Poul Ingason, á beink­inum inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki. TB venjarin metti unga mannin vera troytt­an av langa U-21 lands­liðs­tørn­ inum. Poul Ingason spruttaði eitt sindur, tá ið hann kom á vøllin, men tað segði tað sama. – Eg haldi, at okkara verja stóð seg væl. Eg haldi eisini, at vit royndu meiri frameftir enn mótstøðumenninir, men tað var ikki nóg mikið fyri at vinna, staðfesti B36 málverjin Tórður Thomsen. Báðir – Óli Johannesen og Tórður Thomsen – vóru samdir í, at hetta var ikki fót­ bólts­dystur, sum í søgu­bók­ unum fer at verða minstur fyri gott og flótandi spæl. HB 0 (0) ÍF 0 (0) Tróndur Arge Oddabrak var í Effodeildini sunnudagin, har oddaliðið HB heima í Gundadali fekk vitjan av ÍF, sum er á 2. plássi. HB hevði dystin framman­ undan tapt sín fyrsta dyst í Effodeildini. Hetta var tá ið teir taptu 0-2 ímóti EB/ Streymi í Streymnesi. ÍF hevði undan hesum dystinum ikki tapt ein dyst í Effodeildini í fleiri enn tveir mánaðir. Seinasta tapið var nevniliga 7. apríl í Sarpugerði, tá ið grannarnir úr Víkingi vunnu 3-2. ÍF risa møguleika Treytirnar fyri einum góðum oddabraki í Gundadali vóru góðar. Turt, stilli og nógvir áskoðarar. Tað var eisini ein hendingarrík byrjan, sum dysturin fekk, tí tað vóru ikki fleiri enn seks min­uttir farnir, tá ið ÍF fekk til­lutað brotsspark. Ari Ellings­ gaard varð feldur av Jógvan Róa Davidsen; Lars Müller ivaðist ikki og peik­aði brotssparksblettin. Øssur M. Dalbúð varð settur at skjóta, men nýklakti A-lands­liðs­ mál­verjin, sum nú aftur stóð ímillum HB-stengurnar, Teitur M. Gestsson, tveitti seg rætta vegin og bjargaði brots­sparkinum. Nógv smáspæl HB spældi sín eyðkenda stíl við sera álopskendum vong­ verjum, og til tíðir var smá­ spæll teirra eisini snilt. Lítið munaði tó tá ið seinastu av­ gerð­irnar frammanfyri ÍF- málinum skuldu takast, og var ÍF-verjan røsk at rudda burt­ur. Bestu royndina hjá HB í fyrra hálvleiki átti Alex José dos Santos eftir fríspark, men brasilska dundurskotið var ikki nóg mikið at arga veteran-málverjan, Jákup Mikkelsen. Meðan HB spældi stýrandi spæl og nógv smáspæl, so royndi ÍF hinvegin at spæla skjótar og ofta langar bóltar frameftir vøllinum í eini roynd at fanga HB-verjuna á halunum. Serliga Gunnar Haraldsen í HB-verjuni var eyðsýndur og vann nógvar bóltar, sum høvdu við sær, at ein ikki sá nógv til Clayton Soares. Besta ÍF-møguleikan í fyrra hálvleiki, umframt brots­sparkið, fekk Bogi R. Petersen, sum leysur í brots­ teiginum stútaði bóltin upp um málið. Fyrri hálvleikur endaði mál­leysur. Bartal rikin av vølli Seinni hálvleikur byrjar lívliga við góðum málmøguleikum til bæði liðini. Fyrst stútar Gunnar Haraldsen eitt horna­sparksinnlegg upp um mál­ið, og løtu seinni fær ÍF tveir hálvar málmøguleikar. Fyrst roynir fyrrverandi HB- leikarin, Hanus Thorleifsson, við skoti útifrá, men tað endar omanfyri málinum. Hetta sama ger stútarin hjá Øssuri M. Dalbúð. Tá ið eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki fekk ÍF-verjukempan, Bartal Eliasen, seinna gula kortið fyri at steðga einum lovandi álopi. Bartal fekk í fyrra hálv­leiki fyrra gula kortið fyri eina takkling á Símun Samuelsen, og longu tá var greitt, Bartal fekk leikbann til grannauppgerðina ímóti Víkingi, sum verður fríggja­ kvøldið. Hóast ein kundi vænta sær, at uppgávan hjá ÍF skuldi gerast truplari, nú teir vóru ein leikari færri, so kom veru­ligt lív í og teir løgdu í grundini trýst á HB løtuna eftir. Øssur M. Dalbúð var eisini ógvuliga nær við at skora úr stuttari fjarstøðu, men Teitur M. Gestsson bjarg­aði meistarliga. HB fann ikki lykilin Við einum manni í yvirtali royndi HB at ota seg fram eftir vøllinum, men hetta kom at gangast ímóti tá ið teir ikki funnu lykilin at lata ÍF-verjuna upp. Í tveimum atløgum var um reppið, at ÍF-leikarar sluppu at renna leysir í mótálopi, men fyrst kom Gunnar Haraldsen væl aftur og í seinna førinum var rangstøða. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var eisini stongin fyri, tá ið Ari Ó. Ellings­gaard royndi seg við langskoti. Sanniliga leikaði á frammanfyri HB-málinum hesa løtuna, men Teitur M. Gestsson og vantandi neyv­ leiki hjá ÍF vóru orsøkir til, at ÍF ongantíð kom á odda. Síðstu 10 minuttirnar var orkan við at ganga undan hjá ÍF og HB legði loksins eitt lítið trýst á ÍF-málið. HB kom tó ongantíð til nakra nevniverda skotroynd og tað hóskaði seg kanska væl í ein­ um dysti, har verjurnar stóðu somikið væl og neyvleikin var somikið lítil í álops­part­ inum, at dysturin endaði við málleysum javnleiki. trondur@sosialurin.fo Heppið stig til HB eftir linligt avrik Tómgongd í Trongisvági Lítið veiggj var í leikinum hjá oddaliðnum HB, sum – hóast í yvirtali í ein hálvan tíma – kom undir stórt trýst av ÍF, sum misnýtti fleiri risa málmøguleikar. Dysturin endaði tó 0-0. HB hevur nú ikki skotið eitt mál í 180 minuttir, men fjarstøðan til hini liðini verður hildin fótbóltur effodeildin Hví skulu havnarmenn trumma fyri einum bygdaliði sum eitur HB Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Jákup Mikkelsen Bartal Eliasen ■■■ Høgni Zachariassen Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard Ari Ó. Ellingsgaard Heri H. Nesá Øssur Dalbúð Bogi R. Petersen Hanus Thorleifsson (Nenad Saric, 64.) Clayton Soares Teitur M. Gestsson Gunnar Haraldsen ■ Pál M. Joensen Jógvan Rói Davidsen Alex J. dos Santos (Pál Mohr Joensen, 86.) Heini Vatnsdal Bárður Olsen Fróði Benjaminsen Christian R. Mouritsen Símun E. Samuelsen (Kristin R. Mouritsen, 77.) Andrew av Fløtum ■ HB - ÍF 0-0 Dómari: Lars Múller Hvítu tikararnir gjørdir til makrelguff í dag. Góðskumetingin út av lagi Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Tórður Thomsen Hørður Askham Martin Pedersen (Niels Joensen, 66.) Høgni Eysturoy Símun Joensen Jákup á Borg, Róaldur Jacobsen Robert H. Brockie Høgni Midjord (Gilli Sørensen, 64.) Adishina Lawal Rasmus Dan Sørensen (Lukasz Cieslewicz, 64.) Ivan Stojkovic Óli Johannensen Babacar Ndior ■ Teitur Olsen ■ Eirikur Ellendersen ■ Ragnar Tausen Ndende A. Guéye (Poul Ingason, 57. ■) Martin Tausen Rógvi Joensen (Heini M. Mortensen, 90.) Nicholas F. Deverdics Aron Sørensen (Dan Mortenen, 74.) TB - B36 0-0 Dómari: Ransin N. Djurhuus Kristin R. Mouritsen hjá HB, sum varð innskiftur fyri bróðurin, Christian, í seinna hálvleiki, var ikki serliga væl nøgdur við eina stigið. – Vit fóru inn í dag fyri at fáa trý stig, so javn­leik­ ur er ikki nakað, sum vit beinleiðis eru nøgdir við. Serliga ikki tá ið teir fáa ein mann útvístan, segði Kristin, sum tó hevði okk­ urt at vera glaður um. – Um vit hyggja eftir hvussu hini úrslitini hava lagað seg, so haldi eg at vit bara kunnu vera glað­ ir fyri, at vit halda hasa fjarstøðuna við sjey stig­ um, segði Kristin at enda. trondur@sosialurin.fo Bartal Eliasen hjá ÍF helt ikki tað var so skilagott at fáa reytt kort tá ið meiri enn ein hálvur tími var eftir at leika. – Eg visti, at tað fór at gerast trupult hjá teimum, men eg fór so ikki heilt burtur frá vøllinum. Eg still­aði meg við girðingina og trúði upp á teir. Teir hava víst áður, at tá ið eg havi havt okkurt gult kort ov nógv, at teir kunnu klára tað og fáa – ja, ikki ein sigur í dag – men nær við, segði Bartal Eliasen eftir dystin. Hann var sera væl nøgdur við avrikið hjá við­ leikarum sínum, nú hann varð útvístur tá ið meiri enn hálvur tími restaði í. – Teir vístu, at ÍF kann metast at verða eitt av odda­lið­unum í ár. Teir vístu, allir sum ein, viljan til at tað skuldi bera heim. trondur@sosialurin.fo Ikki heilt nøgdur Allir vístu vilja