Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur NSÍ 2 (0) 07 Vestur 1 (1) Pætur Albinus Tað var dýrdarveður við sól og stilli, tá ið NSÍ og 07 Vestur hittust á Eystanstevnu leygar­kvøldið. Nógv fólk, helst nógvir stevnugestir eis­ini, høvdu leitað sær til dystin. NSÍ hevði undan dystinum ikki tapt í fýra umførum á rað, og hevði tað fingið teir í eina støðu, har teir við einum sigri kundu lyfta seg langt upp á stigatalvuna. 07 Vestur hevði hinvegin fyri neyðini at fáa trý stig, tí nú eru teir við at gerast nakað einsamallir í botninum saman við AB og vandin fyri einum returferðaseðli til 1. deild er vaksandi. NSÍ omaná Fyrstu lítlu løtuna í dyst­ inum hevði 07 Vestur betra spælið, men tað gekk ikki leingi áðrenn NSÍ setti seg fullkomiliga á dystin. Tað var eisini líkt til, at hetta var spælskipanin hjá 07 Vestur, tí teir lógu langt afturi á vøllinum og høvdu allar 11 mans aftanfyri miðjuna. Hetta gagnaði teimum eisini væl, tí verjuspælið var gott frá dystarbyrjan og NSÍ hevði trupult við at bróta seg ígjøgnum tøttu verjuna. Í løtum leikaði tó hart á frammanfyri málinum hjá 07 Vestur. Í 22. minutti var Andy Olsen sentimetrar frá at leggja NSÍ á odda, tá ið skotroynd hansara fór á bæði tvørtræið og stongina. Tveir minuttir seinni burdi Jann Martin Mortensen eisini lagt heimaliðið á odda, men stútari hansara úr stutt­ ari fjarstøðu fór framvið mál­ inum. 07 Vestur á odda Gestirnir tóktust nakað einsamallir, tá ið teir otaðu seg frameftir vøllinum – ser­ liga umvegis mótálop. Verju­ kenda útgangsstøðið hevði við sær, at ikki nógvir mans luttóku í mótálopunum, men tá ið Tór-Ingar Akselsen er á liðnum, kann hetta næstan vera líkamikið. Í 27. minutti tók hann sakina í egnar hendur. Hann fekk ein langan tvørbólt, temjingin var framúr framvið fyrsta verjuleikaranum og ávegis at seta næsta mann av, varð hann feldur. Petur Reinert ivaðist ikki í, at Pól Jóhannus Justinussen hevði felt Tór-Ingar Akselsen, og so kundi Evrard Blé seta brots­ sparið trygt í netið til 1-0 til gestirnar. Løtuna til hálvleiks átti NSÍ fult og heilt. Bóltin høvdu teir at kalla allatíðina, men hvat teir skuldu gera við hann vóru teir ikki altíð so avgjørdir um. Verjan hjá 07 Vestur tókst nógv við at sparka bóltin so langt burtur, sum teir yvirhøvur megnaðu, og hetta tóktist stressa NSÍ. Hálvleiksstøðan var 1-0 til 07 Vestur. NSÍ reisti seg mannliga Heimaliðið fekk júst tað byrj­anina, teir ynsktu seinni hálvleikur skuldi fáa. Tað vóru ikki fleiri enn tríggir minuttir farnir, tá ið NSÍ javnaði til 1-1. Árni Frederiksberg rak úr høgru síðu meiri miðskeiðis á vøllin, og beint uttanfyri brots­teigarmarkið langaði hann til við vinstra beini og bólturin smeyg sær inn við nærmaru stong – og so kom lív í stevnuhýrin hjá NSÍ- arunum. Burtursæð frá at 07 Vestur einans var eina Kristian Joensen-stórbjarging eftir frísparksroynd hjá Tór-Ingari Akselsen frá aftur at leggja seg á odda, so hevði NSÍ gott tamarhald á støðuni. Álopsspælið hjá NSÍ rigg­aði ikki nakað serliga væl, men tolsemið var til at fáa eyga á og hugburðurin var frálíkur. Tað lá í luftini, at hetta fór at geva úrslit, og 20 minuttir fyri leiklok eydn­aðist tað. Pól Jóhannus Justinus­sen var hægstur eftir frí­sparks­ innlegg og stútaði bóltin í málið, soleiðis at NSÍ nú var á odda 2-1. Ímóti dystarenda royndi 07 Vestur at fáa útjavnandi málið, men tvey langskot og tvey hornaspørk vóru ikki nóg mikið til at stjala eina stigið í evstu løtu, eins og 07 Vestur gjørdi ímóti NSÍ í Sørvági. Hesaferð var Eystanstevna og ein greidliga uppiborin 2-1-sigur til NSÍ, sum nú sæst ovarliga á stigatalvuni og skal takast í álvara. 07 Vestur stendur seg væl í verju­partinum, men tað skal væl meiri til í framrættaða spælinum áðrenn teir kunnu ota seg upp eftir stiga­talv­ uni. albinus@sosialurin.fo NSÍ fekk fult á Eystanstevnu René bjargaði EB/Str. eitt stig Áhaldandi NSÍ-trýstið gav at enda úrslit, tá ið teir heima á Eystanstevnu vunnu 2-1 ímóti 07 Vestur eftir at teir annars høvdu verið aftanfyri 0-1 í hálvleikinum. Við sigrinum er NSÍ nú brádliga á einum deildum 3. plássi – einans eitt stig aftanfyri ÍF fótbóltur effodeildin Andras Gango Téhé Aristide ■ Emil Mikkelsen Torstein Mýlingstind Gunleif Olsen (Petur G. Dalbø, 76.) Evrard Blé Jovan R.-Panic Eli Falkvard Nielsen Tór-Ingar Akselsen Ibrahima Camara Holgar Durhuus (Jákup Olsen, 76.) Kristian Joensen Jens Joensen ■ Pól J. Justinussen Jónhard Frederiksberg Einar Tróndargjógv Andrass Frederiksberg Jann M Mortensen Sjúrður Jacobsen Andy Olsen Klæmint A. Olsen Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen, 79.) NSÍ - 07Vestur 2-1 (0-1) 0-1: Evrard Blé br 27. 1-1: Árni Frederiksberg 49. 2-1: Pól Jóhannus Justinussen 73. Dómari: Petur Reinert EB/Str. 0 (0) Víkingur 0 (0) Tróndur Arge René Tórgarð varð dagsins spælari við Margári í lands­ kappingar og steypa­dyst­ inum millum EB/Streym og Víking. Gestirnir høvdu uppi­borið betri, men René vildi tað øðrvísi. Víkingur hevur fingið sítt fyrsta stig á útivølli í hesum kappingarárinum. Tað skuldi eftir øllum at døma verið nakað at fegnast um, men í Víkingi iðra tey seg heldur um at tað ikki bleiv til trý stig. Víkingur var greitt omaná á leikliga og hvat mál møgu­leikum viðvíkur. Størsta møguleikan í dyst­ inum Kaj Leo Í Bartals­stovu, tá dómarin metti, at bólturin kom á hondina á Egil á Bø inni í brotsteiginum. René hevði lúrt Kaj Leo av og fór til sína vinstru síðu og bjarg­ aði. Gjøgnum allan dystin var Víkingur omaná á. Teir høvdu 18 royndir at mál­inum hjá EB/Streymi og tíggju av teimum raktu málið. Hin­ vegin, so hevði EB/Streym­ur 14 royndir at málinum, men bara fýra av teimum vóru á mál. Størsti brennivargurin var tann annars so málsøkjandi áleyparin Finnur Justinussen. Hann hevði seks royndir og nakrar av teimum vóru úr góðari støðu, men antin rakti hann ikki málið ella bleiv bjargað á strikuni av René ella verjuspælarum. Fyri fyrstu ferð síðani 10. apríl kom Arnbjørn Hansen á vøllin aftur, eftir at hava verið skaddur í knænum. Tað var um reppið, at hann avgjørdi dystin, men skotið fór framvið málinum. – Eg skuldi havt rakt málið, segði hann eftir dystin og fegnaðist um at hann nú kundi spæla aftur. Venjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe, legði ikki fingrarnar í millum og kallaði avrikið leygardagin sum eitt tað vánaligasta hjá EB/ Streymi í ár. Hann fegnaðist tó um góðu gongdina sæð yvir teir seinastu dystirnar. Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi helt at teir høvdu uppiborið at vunnið. – Eg haldi kki at eg taki nakað frá EB/Streymi ella leggi nakað til hjá okkum, tá eg sigi at vit áttu at havt vunn­ið dystin í dag, sigur Jógvan Martin Olsen. Av tí at talan eisini var um steypadyst, so var brots­ sparks­kapping eftir dystin. Hana vann EB/Streymur. trondur@sosialurin.fo Geza Turi Atli Gregersen Erling Jacobsen Bárður Hansen Dánjal P. Lervig ■ Hjartvard Hansen ■ Hans J. Djurhuus ■ (Heðin Hansen, 78.) Hanus Jacobsen Kaj Leo í Bartalsstovu Filip Djordjevic ■ Finnur Justinussen René Tórgarð Marni Djurhuus Egil á Bø ■ Gert Hansen Rógvi E. Nielsen ■ Pætur D. Jacobsen Arnar Dam ■ Gunnar Zachariasen Levi Hanssen (Niels P. Danielsen, 66.) (Arnbj. Hansen, 76.) Leif Niclasen Hans Pauli Samuelsen EB/Str. - Víkingur 0-0 Dómari: Dagfinn Forná 07 Vestur er tað liðið í Effo­ deildini, sum hevur havt fægst ymiskar leikarar til­samans á vøllinum í ár. Einans 16 ymiskir leikarar hava verið á vøllinum hjá 07 Vestur í ár, meðan fýra av teimum hava spælt all­ ar teir 1170 minuttirnar, ið higartil eru spældir. Teir eru András Gángó, Jovan Radinovic Panic, Ibrahima Camara og Emil Mikkelsen. Trýstið hvílir tískil í stóran mun á somu herð­um og okkurt bendir á, at ein summarsteðgur kem­ur væl við. Trýstið hvílir á somu herðum Myndir: Álvur Haraldsen