mánadagur 17. juni 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var í gjár snøggan tvær
vikur síðani, at Kambur fór
á næsta túrin á Flemish Cap.
- Vit hava fiskað í seks
døgn, og tað er eitt døgn
meira enn tann fyrra túrin,
sigur Mortan Mortensen,
skipari á Kambi.
Teir hava eini 20.000 pund
meira inni enn fyrr túrin,
og tað merkir, at teir hava
270.000 pund á hesum túri
num.
- Tað er alt toskur, sigur
Mortan Mortensen.
Tað er nógvur fiskur at
fáa, og allir bátarnir, sum eru
á veg heim, hava fulla last.
- Tað sær gott út við
fiskaríi, tað má sigast, sigur
Mortan Mortensen.
Hann dugir ikki at siga,
hvussu nógvar túrar, teir fara
at gera yvir á Flemish Cap.
- Men vit ætla so at fara
eit túr beint eftir hendan, so
vit fara avstað, beint tá vit
hava landað, sigur Motan
Mortensen.
Teir fóru at sigla sunnu
kvøldið, og vænta at vera
heima í leypið av sunnudeg
num.
- Enn er eingin avgerð tik
in um, hvar vit fara at landa,
men vit hava so eina viku at
samráða okkum fram til ein
prís, sigur Mortan Morten
sen.
Hann sigur, at hóast tein
urin at sigla er langur, loysir
tað seg kortini.
- Hetta hevur verið ein
kærkomin møguleiki aftrat.
Tað hevur veri lítið at fing
ið undir Føroyum um sumr
arnar seinastu árini, so tað
kom sera væl við at sleppa
á Flemish Cap, sigur Mortan
Mortensen.
Hann dugir ikki at siga,
hvussu long sesongin kann
vera.
- Men eg rokni við, at
fiskaríið heldur fram sum
higartil,
sigur
Mortan
Mortensen.
Tað vísir seg, at fiskurin
stendur so mikið høgt í sjón
um, at tað ber ikki til hjá
trolarunum.
- Nei, tað vísir seg. Skriftin
er hin sama sum síðsta
túr, fiskurin stendur uppi
í sjónum og fer ikki niður á
botn. Hann tekur, tá línan fer
í sjógvin, og kanska lukturin
dregur fiskin við sær niður
á botn at taka, sigur Mortan
Mortensen.
27. juli verður aftur møgu
leiki at heiðra ymiskleika
num, tá LGBT Føroyar skip
ar fyri Faroe Pride. Hetta
er fjórðu ferð, at Faroe
Pride er á skránni í Føroy
um. “Pride” er enskt orð,
ið merkir at vera errin, og
verður altíð brúkt til líkn
andi tiltøk uttanlands.
Talan er um árligt tiltak
har
samkynd,
tvíkynd,
transpersónar
og
teirra
hinkyndu
stuðlar,
fáa
møguleika at gera vart við
seg, vísa at tey eru til og at
tey eru errin av at vera til.
Hetta er samstundis eitt til
tak, ið heiðrar ymisleikan
hjá føroyingum og setur
fram ynski um líkarætt fyri
allar borgarar í Føroyum.
Skrúðgonga
og konsert
Fríggjadagin 27. juli 2013
kl. 16.00 fer stóra almenna
Faroe Pride skrúðgongan
í gongd. Byrja verður við
Gundadalshøllina, har hit
að verður upp. Síðan verður
gingið oman gjøgnum mið
býin, har enda verður niðri
á Kongabrúnni við stórum
ókeypis familjuvinarligum
tiltaki.
Eins og í fjør, so fer
mannamúgvan at hoyrast
og
síggjast
aftur,
og
ætlanin er at veruliga seta
lit á Havnina henda seinna
partin í juli. Skrúðgongan
er ikki einans ætla LGBT-
limum, men øllum før
oyingum,
ið
ynskja
eitt rúmligari og meira
fjølbroytt samfelag, sum
gevur pláss og javnrætt til
allar sínar borgarar.
Rokfiskiskapur
á Flemish Cap
Ólavsøkan
byrjar við
Faroe Pride
Kongsborg
navngivin í
Stavanger
Seinnapartin leygardagin
var fimta frálandaskipið,
Kongsborg, hjá Skansi Off
shore, doypt við Skansen
Kai í Stavanger.
Leygardagin var Kongs
borg handað Skansi Off
shore og kom undir før
oyskt flagg í føroysku
altjóða skipaskrásetingini
FAS. Kongsborg er bygd
á Havyard skipasmiðjuni
í Leirvik í Noregi og er
av slagnum Havyard 833.
Kongsborg er 86,8 m lang,
19,6 m breið og dekkið er
1000 fermetrar til støddar.
Nógv av fólki var kom
in saman á bryggjuni í
Stavanger í samband við
skipsdópin. Jens Meinhard
Rasmussen,
stjóri,
bjóði
vælkomin og helt røðu
og vísti m.a. á søguligu
sambondini millum Noreg
og Føroyar gjøgnum tíðirnar
og fram til dagin í dag.
Síðan
var
Kongsborg
doypt og gumman var Mari
anne Eide hjá BG Group.
Skiparar á Kongsborg
verða Marner Kjærbæk og
Hans Pauli Henryson, sum
segði nøkur orð á bryggjuni
og síðan bjóðaði øllum
umborð at síggja skipið og
til ábit.
Jens Meinhard Rasmus
sen, stjóri sigur, “at málið
hjá Skansi Offshore er, at
kundarnir kunnu líta á, at
felagið leverar tað, sum vit
lovað. Vit eru enn ein ung
fyritøka í frálandavinnuni,
men
okkara
fólk
hava
drúgvar royndir bæði innan
fiskiskap og frálandavinnu
og vit hava frá fyrsta degi
havt fokus á at veita trygg
ar og álítandi tænastur til
tey feløg, sum vit arbeiða
fyri. Vit velja at trúgva, at tá
góðir og krevjandi kundar
leingja sáttmálarnar við
okkum,
so
er
tað
ein
ábending um, at tað er rætt,
sum vit gera. Umframt
okkara góðu sjófólk og góðu
rutinur, er tað neyðugt, at
vit hava bestu amboðini og
útgerðina at arbeiða við.
Havyard skipasmiðjan hev
ur verið okkum ein góður
samstarvsfelagi og eg trúgvi,
at vit skulu leita leingi eftir
einum betri skipi við eini
betri dygd enn Kongsborg.”
Stutt eftir dópin fer
Kongsborg
beinleiðis
í
vinnu. Skansi hevur tryggj
að Kongsborg ein eitt ára
sáttmála við BG Norge við
møguleika at leingja í 2 ár.
Annan túrin á rað er Kambur fullur
undir lúkurnar av Flemish Cap
Mortan Mortensen og Kambur landaði í Havn seinasta túr
Mynd: Álvur Haraldsen
Stóra Faroe Pride verður hild
ið 27. juli 2013 við almennari
skrúðgongu og konsert í
høvuðsstaðnum “lítla Ólavsøku
aftan”. Teitur, Grandma ´s Base
ment, Jens Marni, Sakaris, Marius
Ziska og fleiri onnur fara at lutaka
á tiltakinum í ár. Vegna sera stóra
undirtøku í fjør, er tiltakið flutt av
Tórsgøtu og oman á Kongabrúnna