Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vænta sær bíligari ferðseðla prísir Borgarstjórarnir í Suðuroy fegnast um komandi príslækkingar á samferðsluøkinum Til Johan Dahl, landsstýrismann í Vinnumálum Tað er gleðiligt, at tað gerst bíligari at ferðast um firð­ir og sund kring landið. At tað nú gerst bíligari at ferð­ast gjøgnum Vága­ tunn­ilin og Norð­oy­a­tunn­ il­in, fer at gagna borg­ar­um og vinnulívið í hesum pørt­ u­num av landinum, eins og onnur, sum ferðast til hesi økini, fara at fáa gleði av prís­ lækk­ingini. Príslækkingin, sum varð kunn­gjørd í farnu viku, er grund­að á øktari ferðslu, á økt tal av bilum gjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin. Eisini á Suðuroyarleiðini er talið av ferðandi økt mun­ andi seinastu árini. Síðan 2004 er talið av ferðandi um Suð­ur­oyarfjørð vaksið úr góð­um 154.000 í 2004 og upp í smá 212.000 ferðandi í 2011. Ein vøkstur á 37%. Økta talið av ferðandi um Suð­ur­oy­arfjørð hevur tó ikki havt heilt somu úrslit við sær, sum nú eru fráboðaði við prís­lækkingum í báðum und­ir­sjóv­artunnlunum. Seinastu árini eru á Suð­ ur­oyarleiðini gjørdar prís­ hækk­ingar og ikki minst, so er tað framm­anundan alt ov lága túra­talið, skorið enn meiri. Í Suðuroynni búgva um­ leið 10% av føroyafólki. Á samferðsluøkinum er tænastan (títtleikin og kostn­ að­urin) til Suðuroynna mun­ andi verri enn t.d. til Vágarnar og Norð­oyggjar. Hóast hetta er prís­urin fyri tænastuna á Suð­ur­oyarleiðini væl hægri fyri brúk­aran, enn prísurin á far­leiðini til t.d. Vágarnar og Norð­oyggj­ar. Vit – kommunurnar í Suð­ur­oynni – vænta í sein­ asta lagi 1. juli. 2013 eina frá­boðan frá Johan Dahl, lands­stýrismanni, ið varir av Strand­faraskipum Landins, um hvussu tænastan á Suð­ uroyarleiðini ­verður betri, tvs. eina fráboðan um hvussu príslækkingar og øk­ing av túratalinum um Suð­ur­oy­ar­ fjørð, verður framt í næst­ um. Fólkaflokkurin í Klaksvíkar býráð Tey seinastu fýra árini hava inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu verið støðugt vaksandi. Seinasta uppgerðin av inntøkuskattinum fyri 2013, sum júst er send bý­ ráðs­limunum vísir, nú árið nærum er hálvrunnið, at inntøkurnar verða knapp­ar 8 mió. kr. meiri enn fíggjar­ ætlanin leggur upp til. Ynskið hjá Fólkaflokkinum er, til eina og hvørja tíð, at inntøkur og vaksandi virk­ semi í kommununi skal koma einstaka borgaranum til góðar. Eftir nøkur ár við hækkandi inntøkum, tykist kommunubúskapurin nú at vera komin í javnvág. Í hes­ um sambandi mælir Fólka­ flokkurin til, at borgararnir, sum í nógvum førum er ógvu­liga sperdur, fáa tað meiri rúmsátt fíggjarliga. Tá ið Fólkaflokkurin tók við leiðsluni í 2009, varð systkinaavsláttur inn­an barnaansingarøkið inn­ førd­ur, sum var ein lætti til smábarnafamiljurnar. Henda avsláttur ynskja vit at styrkja. Eisini vilja vit, til komandi fíggjarætlan fyri 2014 arbeiða fyri, at barna­frádrátturin verður hækk­aður. Hetta verður ein samhalds­fastur lætti, sum kemur øllum barnafamiljum tilgóðar. Fólkaflokkurin fer at leggja fram uppskot, at skatta­prosentið verður lækk­ að í kom­andi fíggjarætlan. Við hesum átøkum: Styrkja systkinaavslátturin, hækka barnafrádráttin og lækka skatta­prosentið verða meir­inntøkurnar, ið eru met høgar, nýttar á ein sam­halds­ fastan hátt. Klaksvík 13. juni 2013 Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð Gunvá við Keldu Eyðstein Ó. Poulsen Atli S. Justinussen Herfrí J. Sørensen Erling Petersen kjak Kristin Michelsen Dennis Holm Trúgvi Gudmundarson Tvøroyrar kommuna Vágs kommuna Hvalbiar kommuna Mikkjal Sørensen Eyðbjørn Thomsen Delmar Tausen Porkeris kommuna Sumbiar kommuna Hovs kommuna Eydis Ellendersen Fámjins kommuna lýsingartorgið Akfør Persónbilar til leigu Ring og fá ein góðan prís 213992 Amboð STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU LØTT ALUMINIUM STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU. ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. GUTTORM MORTENSEN TLF 251160 Arbeiði Timburarbeiði o.a. til rímiligan pening! Hava tygum brúk fyri einum handverkara til at hampa um húsini? Timburarbeiði o.a, verður gjørt skjótt, gott og til ein rímiligan pening av dugnaligum húsasmiðji. Ring og fá eitt gott tilboð á tlf 503830 Býli í Føroyum Íbúð - Tórshavn Góð, rúmlig íbúð, 80 m2, miðskeiðis í býnum til leigu. Kr.6.500 um mánaðan + el, olju og depositum. 274743 - rhp@kallnet.fo Hús til leigu ella sølu í haldórsvík Hús til leigu ella sølu í Haldórsvík.ì húsinum eru 2 kømur við dupultsong á loftinum.Tvær stovur, køkur,gongd,wc/bað á miðhæddini. +298289292 Hjááálp Mamma við 3 kúllum leitar eftir íbúð í havn, skjótast gjørligt. Má hava minimum 2 kømur. Vit eru friðarlig, og fara væl um. Max 6000-7000 kr við øllum 565604 Íbúð á Argjum til leigu Uml. 80 m3 íbúð í góðum standi til leigu beinanvegin. 2 kømur, stova, køkur, gongd og baðirúm + atgongd til vaskirúm. kr. 6.000 mðr. við hita. 210051 Stór íbúð á Argjum til leigu Lofts íbúð, 3 kømur, køk stova saman, wc+brúsa, 2 stk goymslurúm. Atgongd til vaskimaskin, internet og parabolantennu. Liggur beint við Effo. 518526 Vit leita eftur íbúð Eitt par við einum barnið á veg ynskja at leiga eina íbúð í Havna økinum. Vit roykja ikki, hava eingi kelidjór og bæði hava fast arbeiði. 256325 ' Hús til leigu Hús í Streymnesi til leigu frá 1. juli 261392 Býli uttanlands Ìbúð til framleigu í Esbjerg. 2vær.íbúð á Højvangshave 35 við egið bað, køk, breiðband og atgongd til vaskirúm. 2-5 min. til nærmasta bussstoppistað. til leigu Frá 1/7 til 5/8. +4524481169 Íbúd á Øresunds Kollegiunum 3-rúms íbúd til leigu frá 9 juli - 2. august. 4 seingjapláss og 1 tremmusong. Møguleiki fyri eyka uppreiding. Allir hentleikar. arnhold83@hotmail.com 0045 42596601 Dýr Kettlingar klárur at flyta Kritahvítur kettlingur, frensur, 12 vikur gamal, verður latin djóravinum. Vinarliga ring: 21 38 56 ella 22 38 56 Matur Matur til sølu Rabarbur til sølu fyri 12 kr kilo. Turt føroyskt kjøt bógvar og tjógv til sølu Tlf 271932 Ymiskt 2 ferðsaseðlar FO-DK-FO til sølu! 2 ferðaseðlar v/ Atlantic 19.- 22. juli til sølu. vanl. kostnaður 7180,-. Prísuppskot 5000,- fyri báðar ferðaseðlarnar (v/ navnabroyting). Boð vælkomin 503700 Nýta meirinntøkur samhaldsfast