Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 17. juni 2013 10 Vikubil & bátur Brimnes úr Hoyvík Í dag fara vit aftur at hugleiða um træskip úr hugnaliga siglingar­um­ hvørvinum undir Skeiva pakkhúsi í Havn – deksbátin Brimnes. Í 1939 lótu haraldssundsmenninir, Poul Rasmussen, Símun Joensen og Karl Klettskarð, motorbátin Brimnes KG 374 smíða á Klaksvíkar sleipistøð. Petur Joensen, bedingsmeistari, tekn­ aði, Jákup Jacobsen skipaði fyri, og aðrir, sum smíðaðu, vóru Sørin Joen­ sen, Reinhold Jacobsen og Frodor Joensen. Báturin varð flotaður í 1939, merkt­ur 18,22 tons, slættbygdur við rundari hekku og fór til fiskiskap tíðliga í 1940. Brimnes, sum øll árini hevur havt sama navnið, varð í 1957 seldur Daniel Jacob Jensen á Tvøroyri og skrásettur TG 13. Har var hann til 1983, tá ið hann kom norður aftur um fjørð – seldur Williami Joensen og øðrum í Klaksvík Eftir hetta broytast ognarviður­ skiftini nakrar ferðir, og tá ið farið í lágættarstormi í 2005 sakk innanvert heimaru kai í Klaksvík, bjóðaði tá­ verandi eigari, Ólavur Waag Høgnesen, Kristini Rasmussen og Jan Bendtsen, lærarum á Vinnuháskúlanum, bátin lagaliga. Brimnes varð nú sleipaður til Hvalvíkar at umvæla frá grundini og at rigga sum motorseglfar. Í 2007 komu Arnbjørn Borgarlíð og Petur Hans Dahl, starvsbrøður áður­ nevndu, afturat, og tá ið fór at líða, sigldu teir Brimnes til Havnar at leggja seinastu hond á arbeiðið. Hóast teir ikki náddu at sláa seglini undir, sigldi Brimnes regattasigling summarið 2012. Brimnes er óføra snøggur, nú hann tykist vera liðugur at umvæla og um­ byggja. Hevur alla kravda siglingar­ útgerð umborð, og sum skilst, ætla menn at fara út um landoddarnar við honum í komandi árum. Fyrsti motorurin var ein 30/36 hesta hundested. Í 1968 varð hann skiftur út við ein 59 hesta hundested, og í 1986 fekk hann ein 150 hesta man diesel-motor. Í 2007 varð nú­ verandi motorur, ein 115 hesta nanni diesel, settur í. Óli Olsen: sandagota@gmail.com Kongabrúgvin í 60-unum Myndirn er tikin á Kongabrúnni í Havn í 60-unum við Hotel Føroyar, Trygg­ ingarsambandið og Brunatrygging. Føroya Ferðamannafelag helt eisini til í niðastu hæddini í sama bygningi. Í niðastu hædd í samanbygda bygn­inginum vinstrumegin á myndini eru handlarnir hjá Niels L. Arge og Oskar F. Arge. Bilurin uttast til høgru er ein Austin lastbilur fult lastaður við sekkjum - eisini sita tríggir menn í lastini. Síðan eru tríggir hýruvognar, Ford Taunus 17M, Peugeot 404 stationcar og ein Studebaker Lark. Framman fyri handlinin hjá Niels L.Arge er hansara DKW AU1000, og fremst á myndini ein Morris Minor. Myndaeigari: Øssur Mørk í Sandvík Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar myndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo.