Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 17. juni 2013 12 Lýsing 200 campingvognar hava fingið pláss á Summar Festivalinum, men fleiri húsvognar vilja á festival, og arbeitt verður nú við at finna fleiri pláss. Áhugin fyri at fáa pláss til campingvognar á Summar Festi­ valinum er metstórur. Umleið 200 hús­vognar hava fingið pláss á útfyll­ ingini á Sandinum og á økinum har á leið, og nú eru ikki fleiri pláss tøk. Men framvegis eru tað húsvognar, sum vilja sleppa til Klaksvíkar á Summar Festivalinum, og Norðoya Kunningarstovu hevur gjørt bíðilista fyri húsvognar. Nú arbeiða tey, sum skipa fyri campingplássinum, við at fáa fleiri pláss, og ætlanin er at fáa nøkur pláss við fólkaskúlarnar, sum liggja í nánd av festivaløkinum. Tey, ið framvegis ikki hava teknað seg til campingpláss, kunnu boða Norðoya Kunningarstovu frá. Tjaldpláss eru eftir Tað er ikki bert campingplássið, sum er útselt. Longu klokkan 10 mánadagin eftir Summar Festivalin í fjør, vóru øll summar­hús og allar íbúðir í Klaksvík, sum verða leigað fólki umvegis Norð­ oya Kunningarstovu, umbiðin til festivalin í ár. Eisini gistingin á skúlu­ num, sum í ár er víðkað, er útseld, og nú standa 150 familjur á bíðalista til at fáa innivist. Einasta tøku gistingarplássini í løtuni eru á nýggja tjaldøkinum, sum verður á Akursmørk. Pláss til tjøld kunnu bíleggjast á Norðoya Kunn­ ingar­stovu. - Áhugin fyri Summar Festivalin eru óvanliga stórur í ár, og tað fegnast vit um. Tað er sjálvandi ein avbjóðing fyri býin at hýsa øllum fólkunum, sum ætla sær á Summar Festival, men við góðum vilja gongur tað. Tí­ betur hava nógv fólk møguleika at fáa innivist hjá familju og kenningum, sig­ur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festi­vali­ num. Beinir byrjar Voxbotn Tann 26. juni gevur Beinir Troest Rasmussen út fløgu við 10 sangum, sum hann sjálvur hevur skrivað orð og lag til. Tríggjar dagar seinni, leygardagin 29. juni, fara Beinir og hansara bólkur at lata stóra pallin á Voxbotn 2013 upp, har teir fara at spæla nýggju løgini. Seinastu tvey árini hevur 12 ára gamli Beinir verið sangari og gittarspælari í Kulum Rótum. Í hesum tíðarskeiði hava tey latið tvær fløgur úr hondum. Á seinastu útgávuni vóru tveir sangir, sum Beinir hevur skrivað. Heitislagið Vov-vov, sum er sera væl umtókt ímillum børn í Føroyum, gjørdi Beinir saman við hinum børnunum í Kulum Rótum. Beinir er eisini sangari og gittarspælari í Óvita Blues Band, sum spælir bluestónleik hjá kendum tónleikarum úti í heimi. Umframt at verða á palli við nevndu bólkum, framførir Beinir javnan síni egnu løg einsamallur við kassagittara. Atljóða herða­klapp Føroyski sniðgevarin, Barbara í Gongini, er ein av teimum, sum eru vald at umboða norðurlendskan móta á tveimum altjóða framsýningum, har evnini eru list og mótalist. Tað skrivar Fashionforum. Talan er um framsýningina, Moba, í Niðurlondum og um eina framsýning, ið nevnist, “Outer Dark Continuing after Fashion” í Frankfurt. Barbara í Gongini sigur við Fashionforum, at hon er errin av at verða vald at umboða norðurlendskan móta á tveimum so stórum framsýningum. - Hetta eru tær mest háfloygdu og markbrótandi mótaframsýningarnar, sum eru og tí fegnast vit um at fáa høvi til at geva okkara norðurlendska ískoyti, sigur hon. Hon tekur tað eisini sum eitt herðaklapp og sigur, at hetta vísir, at harða arbeiðið at taka dystin upp við tey heilt stóru merkini, ber frukt og verður viðurkent. Kendi føroyski sjónvarpsframleiðarin Per Zachariassen er kallaður heim úr USA fyri at standa á odda fyri fram­ leiðslu­ni av stóra Eurovision til­taki­ num, sum verður í Danmark næsta ár. Per Zachariassen hevur 20 ára roynd­ir sum sjónvarpsframleiðari, og í Danmark er hann kendur fyri at hava ábyrgdina av stórum sjón­varps­fram­ leiðslum sum X Factor og Talent. Sein­ astu árini hevur Per verið búsitandi í USA, har hann hevur starvast fyri Fremantle­Media fyritøkuna, ið fram­ leið­ir undirhaldssendingar sum X Fac­ t­or, Fear Factor, Talent og Idols. - Eg gleði meg ótrúliga nógv at verða ein partur av liðnum, sum skal gera europeiska Grand Prix­ið í Danmark. Grand Prixið er ikki bert ein av heimsins størstu sjón­varps­fram­ leiðslum, tað er eisini eitt av elstu sjón­varps­konseptunum og ein partur av europeiskari sjónvarpssøgu. Eg eri errin av, at eg kann fáa møguleikan at seta eitt fingramerki á kappingina, sig­ur Per Zachariassen við DR. Jan Lagermand Lundme, sum er undir­haldsstjóri hjá Danmarks Radio, sigur, at tað krevur bestu fólkini í faki­ num at framleiða Grand Prixið, og tí hava tey sent boð eftir Per Zacharias­ sen. - Per er ein av teimum bestu, sum er í bransjuni. Hann hevur nógvar roynd­ir og eini framúr evni til at endur­nýggja tað traditionella, sigur Jan Lagermand Lundme. Føroyingur framleiða Grand Prixið Leita eftir meira plássi til campingvognar