Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 17. juni 2013 13 lýsing Góðskufólk Fyri felag okkara Sp/f P. P. Faroe Pelagic, Kollafirði søkja vit eftir fólki til at starvast sum góðskufólk í framleiðsluni á virki okkara. Tey, sum setast skulu, mugu hava góðan kunnleika til øll viðkomandi øki viðvíkjandi dagligu fram­ leiðsluni av fiski. Royndir innan líknandi arbeiði er ein fyrimunur. Hetta er ein frálíkur møguleiki at gerast ein part ur av tí, ið kemur at vera ein tann størsta framleiðslueindin í Evropa. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við fram leiðslustjóran. Vænta verður, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella upplæring og prak­ tiskar royndir á økinum, og at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur initiativ til sjálv/ur at taka stig til at loysa tær neyðugu arbeiðsuppgávurnar. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Løn sambært galdandi sáttmála. Ynskjast nærri upplýsingar, kann ringjast Petru Eystberg á 478888 ella við at senda teldupost til finance@ppfaroe.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skulu sendast til finance@ppfaroe.fo í seinasta lagi 20. juni 2013. FAROE PELAGIC Vodafone leitar eftir einum virkisfúsum og ágrýtnum elektronik/radiomekanikara at umsita rakstur og menning av radio út­ búnaði hjá Vodafone. Ábyrgdarøkjunum eru m.a: Uppsetan/rakstur av 2G/3G RBS/ BTSum 2G/3G repeaterarum 15 ­ 25 Ghz radiolinkar 900/2100 Mhz Eftirlit í kervinum umvegis BSC og RNC Mastra­ og antennuanlegg Umsiting av battarí, UPS, køliskipanum har, sum útgerðin er Vit bjóða Eitt starv, har tú ert ein týðandi persónur í fyritøkuni og fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi um­ hvørvi. Førleikar og royndir hjá umsøkjaranum Vit ynskja, at umsøkjarin er ein liðspælari við góðum teldukunnleika, ið dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt ynskja vit, at umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving og royndir. Løn og setanartreytir verða gjørdar í sam­ ráð við leiðsluna. Umsókn Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Torben Prior tel. 502073 ella senda ein teldupost á top@vodafone.fo. Freistin at søkja er 17. juni 2013 og skulu umsóknir, lívsrensl og viðmæli sendast til tlh@vodafone.fo ella Óðinshædd 2, FO­100 Tórshavn. Vodafone er ein fjarskiftisfyritøka, ið bjóð­ ar tænastur innan GSM, fastnet telefoni, IP net og ADSL. 32 fólk starvast Vodafone. Vodafone søkir eftir elektronik/ radiomekanikara eblaðið sos.fo lysing@sos.fo