Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 17. juni 2013 14 Lýsing vikustjórin Akkuleya við frískum blómum úr Hálandi Í fleiri ár hevur Akkuleya keypt sínar blómur beinleiðis úr Hálandi, men fyri eini tíð síðan fór blómuhandilin at keypa beint av velduga stóru auktiónini í Amsterdam. - Góðskan úr Hálandi hevur altíð verið hin besta, og tað er hon ikki minni, nú keypt verður á auktiónini, sigur eigarin av Akkuleya í miðbýnum í Havn Vilmund Jacobsen Eyðrit Ejdesgaard hevur átt og rikið blómuhandilin Akkuleya síðan august 1991. Handilin húsast í góðum, ljósum og hugnaligum hølum í Niels Finsensgøtu 18 í Havn og í sama bygningi sum Thomas Dam Búnýti. – Vit hava viðskiftafólk um alt landið. Beint nú hava vit úr at gera við blómusamlingum til næmingar, sum hava fingið og fáa prógv. Ein vøkur blómusamling, sum tú við góðari samvitsku kanst geva einum maka, børnum ella vini liggur um einar 300 krónur. Men, tað eru eisini tey, sum geva eina rósu. Alt er eftir, hvørji ráðini eru, og hvussu nógv tú ætlar at gleða við eini samling ella einari rósu. Eyðrit Ejdesgaard sigur, at Akkuleya hevur viðskiftafólk úr øllum Føroyum, eins og handilin eisini er partur av altjóða samtakinum, Interflora, sum ger tað møguligt hjá viðskiftafólki at gleða fólk kring allan heim við blómum og bukettum. – Akkuleya hevur eisini blómur, bukettir og kransar til jarðarferðir, og handilin hevur samstarv við Gravar­ hjálpina um at pynta kistu, kapell og umhvørvið, haðani kistan verður borin út. Enn ein stórur marknaður hjá Akkuleya er ymiskar reseptiónir og móttøkur hjá stórum og smáum fyritøkum, stovnum og øðrum. – Vit hava nógv viðskiftafólk úti í býnum og kring landið, og okkara fólk fara eisini út at pynta, um viðskiftafólk ynskja tað, leggur Eyðrit aftrat. Keypa úr Hálandi Vanligt er, at føroyskir blómuhandlar bíleggja sínar vørur um og úr Danmark, men í fleiri ár hevur Akkuleya keypt beinleiðis úr Hálandi. – Fyri eini tíð síðan fingu vit nýggjan forhandlara í Hálandi, og nú keypa vit beint av velduga stóru auktiónini í Amsterdam. Góðskan á blómunum úr Hálandi hevur altíð verið av tí besta, og tað er hon ikki minni, nú keypt verður beinleiðis á auktiónini. Á henda hátt spara vit eisini millumhandlarar, sum aftur ger, at kappingarførið hjá okkum, sum altíð hevur verið gott, verður enn betri. Eyðrit Ejdesgaard vísir á, at Háland er kent fyri litir og góðsku, tá ræður um blómur, og til auktiónina koma blómur úr stórum parti av heiminum, bæði nær og fjar. Loftvegis flutningur Tað er heldur eingin bíðitíð eftir vøru úr Hálandi. – Eg fór inn á auktiónina í gjára­ morgunin, og longu klokkan 14 í dag hava vit vøruna við dyrnar. Tað er so­ leiðis líka skjótt ella skjótari at fáa blómurnar heim úr Hálandi enn úr Suður­oy. Eyðrit leggur aftrat, at Akkuleya brúkar bara skjótan loftvegis flutning, og tað er Posta, sum syrgir fyri, at vøran kemur úr Kastrup og til dyrnar í Niels Finsensgøtu. - Tað er stórur munur á at brúka loftvegis-og sjóvegis flutning, og haraftrat eru hálendingar heilt ótrú­ liga effektivir, sigur hon. Menn keypa eisini Eyðrit Ejdesgaard lærdi í sínari tíð til blómubindara og dekoratør í Gongini í Havn. Í fleiri ár húsaðist Akkuleya í Ull­ vøruhúsinum, og seinastu seks árini hevur handilin verið hinumegin vegin – og í sama bygningi sum Thomas Dam Búnýti. – Vit eru fimm fólk í Akkuleya, tveir lærlingar og tríggir sveinar. Hon sigur, at eitt, sum er broytt seinnu árini, er, at menn í nógv størri mun enn áður eru vorðnir partur av viðskiftaskaranum. – Í dag er tað vanligt, at menn koma inn á gólvið at keypa blómur og bukettir. Áður var tað soleiðis, at teir, sum komu á gátt, líka sum vildu fjala tað, teir høvdu keypt. Nú fara teir glaðir og stoltir avstað aftur at geva damuni ella konuni eina blómusamling. Hon heldur, at menn eru vorðnir meiri umhugsnir, og í størri mun enn áður eru teir ein partur av familjuni, um vit so kunnu siga. – Jú, her er nógv broytt, sigur Eyðrit Ejdesgaard. Heimasíðan hjá Akkuleya er www.akkuleya.fo - og facebook- profilurin er Akkuleya Blómuhandil. - Menn eru vorðnir meiri umhugsnir. Tað er stuttligt at síggja teir fara út aftur úr Akkuleya við eini vakrari blómusamling, sigur Eyðrit Ejdesgaard Mynd: Álvur Haraldsen Í dag er tað vanligt, at menn koma inn á gólvið at keypa blómur og bukettir Fakta: Navn: Eyðrit Ejdesgaard Aldur: 54 ár Børn: 4 Starv: Eigari av Akkuleya