Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Summarkappingin Vikukapping vika 25 l 17. juni 2013 vikustólurin Flogvøllurin er tað besta við Føroyum Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Impulsiv, forvitin, smílandi Hvat merki er bilur tín? Toyota Avensis Hvat merki er telefon tín? Iphone 4s Hvat er tín besta summarfrítíðaruppliving? Har er nógv at velja ímillum, m.a fyrstu ferð eg var í New Zealandi, at hoppa fallskerm yvir Queensland, at sigla í Milford Sound og síggja delfinir spæla sær, at svimja við delfinum í Portugal, at koyra frá Los Angeles til San Fransisco. At verða í Venedig var eisini sera specielt og eitt stórt upplivilsi, og ikki minst túrurin heim av tí, at vit vóru øskuføst og máttu heim aftur við tók í gjøgnum Evropa, tað vóru 24 strævnir tímar tá, men stuttligt at hava prøva í dag Thailand var eisini heilt fantastiskt, har fara vit heilt sikkurt aftur einaferð. Og so ikki minst, tá id eg vitjaði New Zealand aftur aftaná 10 ár - at síggja øll aftur og vísa sjeikinum og dóttrina hettar fantastiska land. At ganga í gamla býrarpartinum í Luxemburg var eisini nakað heilt fyri seg. Gongutúrur í fjøllinum í Grikkalandi. Ein seglbátstúrur í danska sjógvinum, sum smágenta stendur eisini sera fast í minninum, har vit sigldu imillum nakrar danska oyggjar í allar fagrasta veðri. Og so summarferiurnar í Danmark hjá Sussagummu og í gamla summarhúsinum hjá ommu og abba. Og allar feriurnar sum barn í Sandavági hjá ommu og abba Ja, eg kann blíva við, so gevist her Hvat orð ella hvønan setning nýtir tú oftast? Náá, og seriøst… Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?
 Heildini Hvat ger teg í góðum lag? Tá id sjeikurin, sum er sjómaður, kemur heim, og tá id systir mín flennir Hvat stressar teg? Alt sum gongur ov seint fyri seg, og tá ið ting ikki rigga. Hvør er tín yndisrættur? Grind, spik og eplir Hvat gleðir teg? Tá ið tað gongst HB og Manchester United væl Hvar arbeiðir tú? Dagliður leiðari í Kaffihúsinum Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? Tá íð systir mín gjørdis frísk I vetur, Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Eg havi arbeitt í hesari vinnuni síðani eg var heilt ung, so kenni ikki so nógv til annað, so tað fall mær bara heilt natúrligt at læra til tænara, tá id eg fekk bjóða lærupláss á Hotel Føroyum fyri longu 10 árum síðani. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Tá id man hevur so góðar starvsfelgar, tá er ringt ikki at hava tað stuttligt hvønn dag Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Eg haldi eg lurti eftir øllum í dag, men eri nokk eitt sindur av einari poptøs, Michael Jackson dámar mær sera væl Hvat er besta uppfinningin og hví?
 Uppvaskmaskinan, tí at eg eri alt ov dovin at vaska upp við hond, og vaskimaskinan, tí eg kann ikki fyristilla mær at staði í einari á og vaska klæðir, og so bilurin, tann fríheitin man hevur at seta seg í ein bil og so bara koyra frá A til B. Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? Tað má verða bilurin, veit ikki hvat eg skuldi gjørt uttan bil, og so allar tær mongu ferðinar er havi verið á, tað eru rík minnir fyri lívið Hvat er títt besta heimaráð? At finna sær ein góðan sjeik, sum dugur at orna alt sum ikki riggar Hevur tú nakað húsdjór? 
 Ja, ein fittan frens ið kallast Harry Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? Hmmm, tað fornuftigast hevði nokk verið at brúkt tað uppá eini hús, so tað hevði tað nokk eisini enda við, sjálvt um hugurin hevði verið at brúkt hvørt oyra uppá at ferðast 
 Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? Keypt hús og ferðast fyri rest Hvat er best við Føroyum og hví? Flogvøllurin Hvar ert tú um 10 ár? Á einari lekrari strond á Bahamasv Navn: Beinta Ólavsdóttir Rasmussen Besta íløgan er allar tær mongu ferðinar eg havi verið á, tað eru rík minnir fyri lívið