mánadagur 17. juni 2013síða 59
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fjarðastevnan 2013
Vælkomin á fjarðastevnu
Skála bygd, sum nú fer at skipa fyri fjarðastevnu, er partur av Runavíkar kommunu og borgarstjórin,
Magnus Rasmussen, bjóðar vegna kommuna øllum hjartaliga vælkomnum til Skálar at halda stevnu
Vilmund Jacobsen
Eins og borgarstjórin í Runavíkar
kommunu, Magnus Rasmussen, her
fyri bjóðaði vælkomnum á eystan
stevnu í Runavík, bjóðar hann nú
øllum vælkomnum á fjarðastevnu á
Skála, ið er vertur fyri stevnuni í ár.
Boðskapurin hjá borgarstjóranum
er stuttur og greiður:
– Øll eru hjartaliga vælkomin til
Skálar í vikuskiftinum, 19.-23., tá
skálafólk skipa fyri stevnu. Tað er
okkara vón, at veðrið verður til vildar,
og at nógv fólk leita sær til bygdar,
meðan stevnan er. Tað er altíð nakað
serstakt, tá FM-róður er, og soleiðis
verður á fjarðastevnu á Skála í ár.
Borgarstjórin vísir á, at stevnu
fyrireikararnir hava lagt til rættis
eina fjølbroytta og spennandi skrá.
– Hyggja vit nærri í skránna, kann
av sonnum sigast, at her er nakað fyri
øll. Vit hava øll brúk fyri at taka okkum
av løttum av og á og njóta fríløtuna.
Her eru nógvir møguleikar – og latið
okkum gera brúk av teimum.
Borgarstjórin vísir á, at tað er ikki
lítið, sum liggur aftanfyri fyrireiking
arnar til eina slíka stevnu og øll tey,
sum njóta hesi tiltøk, hava nógv at
takka fyrireikarum og stuðlum fyri.
- Um sjálvbodna arbeiðið ikki var
drívmegin í stevnuni, so var eingin
stevna, sigur Magnus Rasmussen,
sum bjóðar øllum hjartaliga vælkom-
unum á fjarðastevnu á Skála.