Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 17. juni 2013 28 Fjarðastevnan Vikutema Fjarðastevna á Skála Fjarðastevna, sum verður á Skála í vikuskiftinum, 19.-23. juni, hevur nógv áhugavert á skránni. Her verður eitt nú FM-kappróður, kampingtreff, eins og nógv spennandi ítróttar-, undirhalds-og mentanartiltøk eru á skránni Vilmund Jacobsen Fjarðastevna liggur næst síðsta viku­ skifti í juni, og í ár er tað Skála, sum er vertur fyri stevnuni. Stevnan skiftir millum Vestmanna - annað hvørt ár - og so hava Strendur og Skáli stevnuna fjórða hvørt ár. Tað serliga við fjarðastevnuni í mun til árligu bygdastevnuna, sum vanliga er á Skála, er, at FM-kappróður er á skránni. Hetta merkir eisini, at meiri verður gjørt burtur úr enn á árligu bygdastevnuni. Og soleiðis verður eisini í ár. Øll vælkomin Á Skála eru tey komin undir land við fyrireikingunum til stevnuna, og endalig skrá er løgd. – Vit eru øll spent, og vit vóna, at nógvir gestir koma at vitja á Skála hesar dagar, stevnan er. Vit bjóða øllum vælkomnum til bygdar, siga tey, sum standa aftanfyri fjarðastevnu á Skála í ár. Niels Pauli Danielsen í kirkjuni Hóskvøldið 20. juni verður tiltak í Skála kirkju, sum hevur fingið heitið summarsálmasangur, har Niels Pauli Danielsen fer at hava andakt Vilmund Jacobsen Skráin fyri fjarðastevnu á Skála byrjar hósdagin, 20. juni, tá steypadystur verður klokkan 17.30 millum Skála og ÍF (U14, dreingir). Hetta er einasta ítróttarliga tiltak á skránni hendan dagin, men seinnu dagarnar í skránni verða fleiri aðrar ítróttarkappingar, sum vit fara at venda aftur til. Summarsálmasangur Hóskvøldið klokkan 20 verður eitt áhugavert tiltak í Skála kirkju, sum hevur fingið heitið summarsálmasangur. Her verður eisini andakt við Niels Paula Danielsen, og aftan á verður kirkjukaffi, sum tað verður rópt. Kamping á Skála Í sambandi við fjarðastevnu, er eisini gjørt klárt hjá kampingvognum at koma til bygdina. Longu mikukvøldið 19. juni klokkan 18 verður kampingøkið á ítróttarøkinum opið, og tá kunnu fólk, sum ætla sær at vitja á stevnuni í kampingvogni, koma til bygdina og fáa vognin uppá pláss. Niels Pauli Danielsen fer at hava andakt í Skála kirkju hóskvøldið 20. juni klokkan 20, tá summarsálmasangur verður á skránni - Vit vóna, at nógv fólk fara at leita sær til Skálar á fjarðastevnu, og øll eru hjartaliga vælkomin til bygdar, siga fyrireikararnir á Skála