Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 80 - 28. apríl 2004 Nr. 80 - 28. apríl 2004 19 Preben Maegaard: Politiski mynduleikin má skapa karmarnar fyri burðardyggari orkuveiting frameftir, so sleppast kann und- an hóttandi orkutil- feingisfelluni ið lúrir fyri framman, og sum fyrilit til umhvørvið. ORKUFUNDUR Jón Gaasedal Hósdagin 15. apríl var fundur við fyrilestrum havdur í Norðurlandahúsin- um. Fundurin var fyriskip- aður av Føroya náttúru- og umhvørvisverndarfelag, FNU. Evnið var varandi burðardygg orka. Ein av ætlanunum við fundinum var, at polittikarar, vinnan og Føroya fólk sum heild kundu fáa eitt størri innlit í hesi viðurskifti, sum so nógv verður gjørt burturúr í londum um allan heim í hesum døgum. Fitt av fólki var savnað í Norðurlandahúsinum henda seinnapart - eini 100 vildi onkur vera við. Fyrilestrahaldarar vóru Dr. Preben Maegaard, for- seti í heimsumfevnandi vindorkufelagsskapinum WWEA; Klæmint Weihe, stjóri í SEV og Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður í orkumálum. Fyrstur á røðarapallinum var Erling Simonsen, for- maður í FNU. Hann bjóðaði øllum vælkomnum, og hug- leiddi eitt sindur um før- oyska samfelagið fyrr í tíðini, og um orku og annað ið tá var. Altjóða viðurkendur Síðani trein Preben Mae- gaard inn á pallin. Preben Maegaard er maður ið er høgt virdur í altjóða høpi, og hevur hann holla vitan og kunnleika til eitt nú vindorku. Framløga hans var, sum væntast kundi, á donskum máli. Hann greiddi frá, hvussu ymiskir orkuspurningar verða loystir í útlondum, meðan myndir og stabba- myndir vórðu varpaðar upp á tann hvíta veggin aftan- vert røðarapallin. Eitt brek við tráleysu mikrofonini darvaði nakað, og óljóð hoyrdist ein part av tíðini, men ikki meira enn tað, at ein hoyrdi hvat sagt varð. Oljan gongur undan Preben Maegaard nýtti fitt- an part av tíðini til at tala um orkutilfeingisnøgdina, ið enn er til av tí orku, sum vit vanliga nýta ídag, og talaði hann eina mest um oljuna. Við verandi nýtslu, segði hann, var bert fossil orka eftir til 30-50 ár - kanska minni enn tað, og tá var øll tann fossila orkan íroknað, t.d. gass og kol. Hann vísti á tær risa nøgdir, sum heimssamfelagið nýtir samanlagt, og samanbar hetta við, at samlaða olju- nøgdin, sum Danmark hev- ur í undirgrundini, svarar til nýtsluna í 25 dagar hjá heimssamfelagnum. 1980 - eitt vegamót Undan 1980 varð árliga funnin meira olja, enn nýtslan var, men eftir 1980 hevur nýslan verið hægri, enn tað ið funnið verður, og er støðugt vaksandi, og tí- skil minka nøgdirnar skjótt. Eisini er vorðið dýrari at taka oljuna upp, og fer tað at hava við sær ein javnt vaksandi kostnað fyri keyp- aran frameftir. Hann nevndi eisini eina møguliga olju- vinnu við Føroyar, og legði afturat - helst skemtandi, at um hann var "Føroyar", so hevði hann bíðað eini 20 ár við at gagnnýta hetta til- feingið, tí tá var oljan vorð- in so mikið virðismiklari. Varnar útsøgnir Annars sýntist hann varin við at koma við konkretum pástandum, tá hann talaði beinleiðis um føroysk við- urskifti. Vanliga er hann rættiliga kontantur, og legg- ur ikki fingrarnar ímillum, tá hann t.d. teppir danskar polittikarar og skeptikarar annars. Preben Maegaard talaði eisini um umhvørvismál, um CO2 útlátið og aðrar loftløgir, ið undir einum verða kallaðir vakstrarhús- loftløgir ella drivhusgasser. Hann nam eisini leysliga við aðrar varandi orku- keldur. Hjartamálið - vindorkan Men tað var einki at taka seg aftur í, at vindorkan, og lutvíst sólorkan, eru hans- ara hjartamál. Hann greiddi frá, hvussu tøknin hevði ment seg fram til dagin í dag, og kagaði eisini fram í tíðina. Grund- gevingar hansara fyri at leggja um til varandi orku sýntust vera fleiri. Helst fyrst og fremst vegna hótt- andi orkutilfeingisfelluna og hægri kostnaðin, men neyvan minst vegna um- hvørvið. 25 procent vindorka í Danmark Preben Maegaard vísti myndir og greiddi frá, at í dag verður 20 prosent av danska ravmagninum fram- leitt við vindorku, og av- gjørt er, at innan næstu 3-4 árini skal hetta talið verða komið upp á 25 prosent. Á einstøkum øki var hetta talið longu í dag uppi á 50 prosentum, og á fleiri støð- um uppi á 30 prosentum, so har sýntust ongar forðingar fyri, at Danmark kundi fáa stóran part av orku síni nøktaða frá vindorkuni. Vetni og framkomin tøkni Preben Maegaard kom eis- ini nakað inn á aðrar spurn- ingar, sum vanliga verða tengdir at vindorku, sum t.d. hvussu avlopsorka kann goymast, tá framleiðslan er størri enn nýtslan. Her kom hann serliga inn á vetni, eisini kallað brint ella hydrogen, og talaði um fyrimunir og vansar, har ein vansi er, at tað rúgvar nógv upp, meðan ein av fyri- mununum er, at tað als ikki dálkar umhvørvið. Neyðugt við politiskum kørmum Men fyri at tað skal lata seg gera, so við og við, at leggja um til varandi orku, so er alneyðugt, at politiska valdið skapar neyðugu karmarnar. Her segði hann, at landsins lógir mugu smíðast soleiðis, at privatar fyritøkur verða eggjaðar til íløgur í vindorku, og teim- um má eisini verða tryggj- að ein hóskandi inntøka fyri framleiddu orkuna. Fyri at náa hesum málið, so er ófrávíkiliga treytin tann, at øll skulu hava atgongd til almenna el-kervið. Tey virkisfýsnu og afturhaldið Preben Maegaard vísti á fleiri dømi úr útlondunum, har hesi viðurskifti vóru komin upp á pláss fyri fleiri árum síðani, og onnur, ið ikki fyrrenn nú eru komin við. Her nevndi hann ser- liga Týskland, ið hevði sett sær fyri at verða fremsta landið í heiminum at menna hesa tøkni. Og sum andsøgn til hetta nevndi hann Ongland, sum ikki fyrrenn nú hevur fingið hesi viðurskifti upp á pláss. Og tískil er Ongland eftir- bátur, meðan Týskland er komið eitt stórt stig fram- um aðrar tjóðir á hesum økinum, og samanlíknaði hann hetta við ídnaðarkoll- veltingina, har Ongland gekk á odda, men sum hesaferð so dyggiliga hevði sovið í tímanum. Politiski viljin Niðurstøðan var sostatt, at tað er tann politiski mynd- ugleikin sum noyðist at skapa hesar karmar, og uttan hesar karmar hendir einki. Og hesir karmar eru, at øll skulu hava atgongd til el-kervið, at privatar fyri- tøkur skulu eggjast til at gera íløgur í varandi orku- loysnir, og at tað almenna skal stuðla hesum fyritøk- um í byrjunarstignum. Lítlu Føroyar og hagtøl Næsti røðari var Klæmint Weihe. Klæmint legði skemtiliga fyri við at nevna "Dánjal í leyvubølinum", og segði seg vóna, at eisini hann fór at yvirliva henda túr í "leyvubølinum". Eisini hann hevði eina "presentatión" ið varð varp- að upp á veggin frá eini ferðateldu ið stóð tøk til endamálið, og sum annars varð nýtt av øllum fyri- lestrahaldarunum. Klæmint Weihe vísti myndir og greiddi frá virk- seminum hjá SEV, og hvat teirra virkisøki er, og legði hann serliga áherðslu á, hvat ikki er teirra borð. Vístir vóru grafar og stabbamyndir við ymiskum hagtølum, sum t.d. býtið millum orku frá olju, vatn- orku og vindorku, og býtið av orkunýtsluni millum SEV og aðrar partar av samfelagnum, har skipa- flotin var nógv tann størsti einstaki bólkurin hvat orku- nýtsluni viðvíkur - her olja. Tað sýntist tó eitt sindur løgið, at fleiri av talvunum stavaðu frá 1988, og tískil 16 ára gamlar. Ikki samdir Klæmint Weihe hevði heilt aðrar hugsanir um vind- orkuna enn Preben Mae- gaard, og serliga sæð í sam- band við el-kervið, tí, greiddi hann frá, so kann el-kervið í Føroyum kundi ikki sammetast við tað danska, sum hevur møgu- leika til at samstarva um landamørk og ikki er so ávirkiligt sum tað føroyska, vegna sína stødd. Men hesin munur teirra millum mundi neyvan nerva, tí Klæmint talaði á føroysk- um, og tað skilti hin ikki petti av. Yvirhøvur tóktist at vera langt millum teir báðar. Vindur - óstøðug orka Klæmint Weihe vildi vera við, at vindorka er ein óstøðug orka, og vístir vóru grafar ið stavaðu frá vind- myllunum ið standa oman fyri Vestmanna, og sum fe- lag uttanfyri SEV eigur og rekur. Grafarnir vístu ta óstøðugu orkuna, ið hesar vindmyllur framleiða inn á netið hjá SEV, har spenn- ingurin fer upp og niður, alt eftir hvussu vindurin háttar sær ta løtuna. Hesar broyt- ingar í veitingini noyðist so SEV at bera í bøtuflaka fyri, við samsvarandi at vaksa og minka spenningin, fyri at endaliga úrslitið, sum brúkarin fær um rav- magnsveitingina, kann ger- ast ein javnur spenningur. (Viðm.: Tað er m.a. hetta sum ger, at avmarkað er hvussu nógva vindorku netið hjá SEV tolir, í hvussu er um vindmyllu- tøknin verður nýtt á henda hátt. Tað finnast í dag vindorku-heildarloysnir, har als ongar broytingar eru í veitingini, og eru tá ongar forðingar longur fyri, hvussu nógvar vindmyllur kunnu setast til netið. Men henda møguleika hava myllurnar í vestmanna ikki sum er.) Ansar eftir el- góðskuni Klæmint Weihe greiddu frá, at trupulleikin var als ikki tann, at sjálvar linj- urnar ikki toldu, at ov nógvar vindmyllur verða knýttar upp í netið, men at tað vóru hesar óstøðugu broytingarnar í veitingini ið eru orsøkin, og at tað var hansara uppgáva sum stjóri á SEV at syrgja fyri, at góðskan á el-veitingini í Føroyum ikki gjørdist ov vánalig. Olja og vatnorka álitið Klæmint Weihe segði seg vera sannførdan um, at rætt er at halda áfram við vatn- orkuútbyggingunum, og at hann ikki ivaðist í, at vit framhaldandi fóru at brúka olju sum orkukeldu nógv ár framyvir. Orkupolitikkurin Triði og seinasti røðari var Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í m.a. orku- málum. Hann var komin av øðrum fundi, og hevði tískil ikki møguleika at hoyra tað, sum Preben Maegaard hevði at bera fram. Bjarni Djurholm greiddi frá tí, sum arbeitt verður við í løtuni frá politiskari síðu, m.a. at orðast skal ein orkupolitikkur fyri Føroyar, tí sum er, er eingin yvir- ordnaður orkupolitikkur á økinum. Bjarni Djurholm var annars samdur við Klæmint Weihe um, at Føroyar fóru at hava oljuna sum sítt álit á orkuøkinum nógv ár fram í tíðina, og sýntust teir báðir sum heild at vera samdir um tað mesta, teir høvdu borið fram. Niðurstøða Áhoyrarin fekk høvi til at hoyra framløgur um orku- spurningin frá trimum ymiskum røðarum, uttan tó at nøkur niðurstøða fekst. Hetta kom sjálvsagt av, at talað var á føroyskum, og kundi tískil Preben Mae- gaard ikki gera viðmerk- ingar, til tað sum hinir søgdu, og Bjarni Djurholm kundi sjálvsagt heldur ikki gera viðmerkingar til tað, sum Preben Maegaard hevði borið fram, tí hann var á øðrum fundi, um tað mundið hesin hevði orðið. Hetta gjørdi sum heild fundin heldur marghátt- ligan og fløkjasligan, og ein fekk eina kenslu av, at hoyra tríggjar heilt ymiskar framløgur, ið als einki samband høvdu hvør við aðra, og høvdu menn ikki sørt ymiskar hugsanir um fleiri spurningar. Fyrireikararnir kundu havt borið so í band, at onkur var sum kundi tulka fyri Prebeni Maegaard, tað ið fyrifórst og varð sagt. Hetta hevði ríkað áhoyraran meira, og hevði verið ein íblástur til víðari kjak, og eisini ein stuðul hjá lands- stýrismanninum í orkumál- um, nú álit um orku skal leggjast fram í næstum. Margháttligur fundur í Norðurlandahúsinum Við verandi nýtslu er bert fossil orka eftir til 30-50 ár, segði Preben Maegaard 20 prosent av danska ravmagninum verður framleitt við vindmyllum. Myndin er tikin, tá vindmyllurnar hjá P/F Røkt í Vestmanna komu til landið Klæmint Weihe segði seg vera sannførdan um, at rætt er at halda áfram við vatnorkuútbyggingunum, og at hann ikki ivaðist í, at vit framhaldandi fóru at brúka olju sum orkukeldu nógv ár framyvir Klæmint Weihe sigur, at oljan fer at verða álitið í føroysku orkupolitikki í nógv ár framyvir C M Y K 19 18