mikudagur 28. apríl 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 80 - 28. apríl 2004
Nr. 80 - 28. apríl 2004
21
Vit hava leingi vitað,
at Petsi hevði gávur.
Og eisini at hon hevði
høg framtíðarmál. Til
tíðir kundi tað undra,
at ein so ung genta
kundi vera so miðvís í
sínum gerningi. Fyri
nøkrum árum síðani
vitjaði eg stutt inni á
gólvinum hjá Petsi og
teimum í Ålborg, og
hon var fús at seta seg
við klaverið og syngja
ein ella tveir góðar. Av
og á havi eg hoyrt
heimaupptøkur uppi
hjá ommuni, og altíð
er tað tað yndisliga
við sanginum, sum
festir seg
KONSERTUMMÆLI
Hanna Jensen
Hon hevur verið virkin í
sangi og tónleiki, síðani
hon sum 9 ára gomul flutti
til Ålborg. Áhugin var
sjálvandi
langt
síðani
kveiktur, men tað sá út til,
at hon fekk stórar møgu-
leikar at menna seg, nú hon
flutti. Hon hevur gingið til
frálæru í sangi, síðani hon
var 11 ár, og tá hon fór á
studentaskúla, skuldi tað
vera ein, har hon fekk góða
tónleikafrálæru. Harafturat
hevur hon sungið í kirkju-
kóri, lært at spæla klaver og
gingið á MGK (Musikalsk
Grundkursus), sum flestu,
ið sleppa inn á konserva-
torium í Danmark, hava
verið ígjøgnum. Og tað
hevur hon eisini klárað, at
sleppa inn á Jysk Kon-
servatorium, sum er sera
væl umtókt í DK.
17. apríl hevði hon tvær
konsertir í Mentanarhúsin-
um í Fuglafirði. Og tað var
spennandi at sleppa at
hoyra, hvat hon hevði til
okkara. Tað er jú torført at
ímynda sær, tí hon hevur
ikki havt nógv tónlistarligt
virksemi her í Føroyum.
Sum Petsi sjálv avdúkaði
dagarnar
frammanundan
konsertunum, so var tað ein
coverkonsert. Hon hevði
valt sangir, sum hon hevur
tikið at sær ígjøgnum árini.
Og tað í sær sjálvum er
forvitnisligt, tí júst valið
sigur nógv um sangaran,
tað kann lýsa ein hugburð
og gevur røddini karmar at
virka í. Og sjálvandi liggur
nakað egið í tukingini av
sanginum. Sum skilst, so
ynskir Petsi at menna seg
meiri sum sangskrivara,
áðrenn hon ber sítt egna til-
far fram, og tað er áhuga-
vert.
Sangirnir, hon hevði valt
at framføra fyri okkum,
vóru:
You Were Meant for Me
Smooth Operator
I Can´t Make You Love Me
I Don´t Know Why
We Both Know
Fever
Maður stóð við stovuvegg
Natural Woman
Hallelujah (Leonard
Cohen)
Tennessee Waltz
This Kiss
Nothing Compares 2 U
That I Would Be Good
Mest når det er regn
Save the Best for Last
Little Wing (Jimi Hendrix)
Nine to Five
Sum sæst, so vóru kær-
leikssangirnir í meiriluta,
og serstakliga vóru sangir,
sum aðrar songkvinnur
hava sungið, umboðaðir.
Har
var
Sade,
Sissel
Kyrkjebø, Jewel, Alanis
Morisette, Dolly Parton og
aðrar. Men Petsi gjørdi í
fleiri førum sína heilt
serstøku útgávu, væl gjøg-
numhugsað. Eg hugsi um
blandingsútgávuna
av
"Nothing Compares 2 U",
sum var eitt sindur av
Prince,
eitt
sindur
av
Sinead O’Connor og eitt
sindur av egnum hugskot-
um. Og úrslitið var eitt
sindur rokkut og eitt sindur
jazzut. "Smooth Operator"
svingaði væl, og klaver-
solospælið var framúr gott.
"Fever" kom í eini óvan-
ligari og góðari útgávu við
einum, um eg so má siga,
"rullandi"
trummuspæli
sum grund.
Mær dámdi best "Smooth
Operator" og "Little Wing",
sum
gjørdist
rættiliga
ógvusligur og inniligur
móti endanum, tá Michael
skifti kassaguittaran um við
hin elektriska. Og haraftur-
at dámdi mær sera væl
"Hallelujah" og "That I
would be good" Og eg
rokni við, at tað er tí, at teir
eru sorgblíðir bæði í lagi og
teksti. Teir fara eitt sindur
djúpari enn teir vanligu
kærleikssangirnir - alt gott
um teir - og hugleiða meiri
um lívið.
Eg fall púrasta fyri kór-
sanginum í "Mest når det er
regn" Guittaristurin og
trummuspælarin sungu, og
rættasta orðið at nýta er
vakurt.
Petsi er ein dugnalig
songkvinna, við áherðslu á
"dugnalig". Væl hoyrist, at
hon hevur arbeitt við
røddini, vant hana sum eitt
annað ljóðføri. Tað var
týðiligt, at teknikkur og
djúptøknir smálutir vóru í
fokus. Hon kundi so at siga
alt. At laga røddina til sang-
slagið so sum countryrødd,
rokkrødd, jazzrødd osfr. Og
at taka ein tónastiga nú og
tá. Serliga styrki vísti hon á
teimum hægru tónunum.
Hon dugdi at skapa eitt
hart, eitt gleðiligt, men eis-
ini eitt inniligt og sorgblítt
huglag. Í "Hallelujah" vísti
hon millum annað, hvussu
leingi hon kundi halda
tónanum við somu styrki,
og tað ljóðaði so væl.
Tónleikararnir eru nakrir
hon kennir frá tónleika-
lívinum í Ålborg, frá MGK
og øðrum. Michael Møller
spældi
guitar,
Søren
Gemmer spældi á tan-
gentar, Rasmus Boje á bass
og Rasmus Petersen spældi
trummur. Og eisini teir
vóru sera dugnaligir. Eg
fekk ta fatan, at teir sótu og
hugnaðu sær hvør við
sínum ljóðføri, og Petsi við
sínum ljóðføri fall sera væl
inn í samanspælið. Tey
samskiftu væl, og tónleika-
gleðin, sum strálaði frá
teimum, smittaði. Lætst tú
eyguni aftur, so fekst tú
eina kenslu av at vera á café
við livandi tónleiki - serliga
ígjøgnum fyrru helvt av
konsertini, sum sýntist eitt
sindur
friðarligari
enn
seinna helvt, tí tá kom
country
og
rokkur
á
skránna.
Mær dámdi væl konsert-
ina, tað var gott at sleppa at
sita og njóta tað, hon gav av
sær sjálvari. Og spennandi
verður at hoyra hennara
egna tilfar og eina fløgu, tá
hon avger at fara í holt við
tað.
Petsi – ein dugnalig songkvinna
UTTAN ÚR HEIMI
Húsamarknaður
í vanda
Seinastu árini er húsa-
prísurin
í
Bretlandi
hækkaður so nógv, at
serfrøðingar nú eru farnir
at ávara myndugleikarnar
um, at vandi er fyri ein-
um veruligum skrædli.
Í dag kostar tað í meðal
góðar
tvær
milliónir
krónur at keypa sær eini
sethús í Bretlandi, men
vilt tú sleppa at eiga egin
hús í London, noyðist tú
at leggja tríggjar milli-
ónir krónur á borðið.
Ætlar tú tær at búgva í tí
fína býarpartinum Chel-
sea, er prísurin um seks
milliónir krónur. Eina
lítla íbúð kanst tú fáa í
London fyri eina millión
krónur, men skalt tú hava
eina av teimum størru
íbúðunum, kann prísurin
lættliga kom upp ímóti
níggju milliónum krón-
um, skrivar Reuters.
Samstundis vísa fram-
rokningar, at sethúsaprís-
urin fer at hækka seks
prosent í ár, og gongdin
hevur fingið serfrøðingar
at ávara um, at her verður
galin endi. Teir siga seg
vænta, at Bank of Eng-
land fer at seta rentuna
upp fyri at tálma gongd-
ini, og tað kann taka
beinini undan mongum.
Clinton skrivar
lívssøgu
Fyrrverandi amerikanski
forsetin Bill Clinton er í
ferð við at skriva sína
ævisøgu. Hann hevur valt
at kalla bókina "My Life"
(Mítt lív), og hon verður
ætlandi at fáa í bókabúð-
unum í USA í juni.
Tað er tað kenda for-
lagið Alfred A. Knopf,
sum gevur bókina út, og
sambært amerikonskum
fjølmiðlum hevur forlag-
ið goldið Bill Clinton
ímillum 70 og 80 milli-
ónir krónur fyri útgávu-
rættindini. Tað er lítið at
ivast í, at mong fara at
keypa bókina, og serliga
bíða mong eftir, hvat
Clinton fer at skriva um
sambandið við skriv-
stovukvinnuna Monicu
Levinsky.
Summir politiskir eyg-
leiðarar siga, at bókin hjá
Clinton kann fáa stóran
týdning fyri valstríðið hjá
John Kerry upp undir
forsetavalið í heyst. Ein
talskvinna
hjá
John
Kerry sigur við CNN, at
alt, sum kann lýsa ta
stóru
búskaparfram-
gongdina í USA í Clin-
ton-tíðini, gagnar val-
stríðnum hjá Kerry.
Gera kirkjur til
hotell
Í fleiri londum so sum
Týsklandi, Írlandi, Dan-
mark og Niðurlondum er
tað vorðið rættiliga van-
ligt, at gamlar kirkjur
verða umbygdar, so tær
kunnu nýtast til gist-
ingarhús ella onnur enda-
mál. Tað hendir eisini
meiri enn so, at kirkjur
verða dansihøli, hóast øll
ikki eri líka fegin um tað.
Í Noregi verður nú
tosað um at umbyggja
gamlar krikjur, so tær
kunnu nýtast til okkurt
gott endamál, sum tikið
verður til. Eitt nú hava
tónleikarar í Oslo kært
seg um stórar hølis-
trupulleikar, og teir hava í
hesum sambandi víst á, at
tað kundi verið skilagott
at umbygt onkra av teim-
um gomlu kirkjunum í
býnum til tónleikahøli.
Tað finnast fordømi í
norska høvuðsstaðnum. Í
1985 góvust fólk at nýta
Jákupskirkjuna í Oslo.
Tosað varð um at taka
kirkjuna niður, men eftir
drúgt orðaskifti endaði
tað við, at hon bleiv um-
bygd til eitt mentanarhús,
og fyri fýra árum síðani
lat Mentanarhúsið Jákup
upp. Nú verða kanska
fleiri av hesum slagnum,
skrivar Dagsavisen.
Milliónir fyri
frímerkir
Tað eru tey, sum eru til
reiðar at gjalda nógvar
pengar fyri at fáa fatur á
sjáldsomum frímerkjum,
og fyrrakvøldið rindaði
ein dani 2.187.500 krón-
ur fyri eitt hefti við frí-
merkjum frá 1852.
Á
uppboðssøluni
í
Keypmannahavn var eis-
ini eitt frímerki, sum stóð
uttan á einum brævi, sum
varð sent tann 1. apríl í
1851. Fyrsta boðið var
200.000 krónur, og eftir
fáum minttum varð tað
selt fyri 340.000 krónur.
Her er kanska vert at
nevna, at tey fyrstu
donsku frímerkini komu í
1851.
Frímerkini, sum vórðu
seld mánakvøldið, eru úr
einum av teimum best
kendu frímerkjasøvnun-
um í Danmark. Ein partur
av savninum varð seldur
seinasta heyst.
Abu Hamza, sum er
leiðari hjá muslimum
í Bretlandi, mælir
sínum viðhaldsfólki
til at fremja sjálv-
morðsatsóknir at
bretskum málum
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Abu Hamza vakti ans um
allan Vesturheimin, tá hann
alment fagnaði teimum,
sum framsu atsóknina at
World Trade Center og
Pentagon tann 11. sep-
tember í 2001.
Nú fer hann uppaftur
longur. Á einari bandupp-
tøku, sum limirnir í sam-
komu hansara í Finsbury
Park í London hava fingið,
biður hann sínar stuðlar
skipa fyri heilagum kríggi
ímóti Bretlandi. Somu á-
heitan hevur hann sent
ígjøgnum alnótina.
Á bandinum endurtekur
hann fagnaðin til teirra,
sum søktu at New York og
Washington.
Hann
ger
greitt, at amerikanararnir
høvdu sjálvir skyldina av
atsóknini, og hann hóttir
við, at vit fara at síggja tað
sama henda aftur. Abu
Hamsa rósar eisini Osama
bin Laden, sum hann sigur
vera eina fyrimynd hjá
øllum pínslarváttum.
Bretsku myndugleikarnir
hava skuldsett Abu Hamza
fyri at eggja fólki at fremja
yvirgang, og mánadagin
var hann í rættinum í
London. Ta seinastu tíðina
hevur hann roynt at vanda
sær betur um orðini, og
eygleiðarar í London halda,
at tað kemur honum illa
við, at blaðið Daily Mail nú
hevur
almannakunngjørt
innihaldið í bandupptøk-
uni.
Bretska løgreglan hevur
gjørt greitt, at áheitanin á
bandupptøkuni er ein hótt-
an ímóti trygd Bretlands.
Hinvegin er greitt, at teir
vanligu muslimarnir í Bret-
landi taka ikki undir við
Abu Hamza, men á bønar-
fundum, sum hann fram-
vegis sleppur at halda,
verður eldur settur á bretsk
fløgg, og samkoman mælir
til kríggj í navni Islams.
Myndugleikarnir í
Afghanistan hava
avrættað ein mann,
sum var dømdur til
deyða, men Amnesty
International finst
hvassliga at manna-
gongdini
AFGHANISTAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í juli í 2002 var afghanski
herleiðarin Abdullah Shah
ákærdur fyri at hava beint
fyri tveimum av sínum
egnu konum og tveimum av
sínum egnu børnum. Har-
afturat var hann ákærdur
fyri at hava beint fyri 16
øðrum fólkum.
Herfyri dømdi ein hern-
aðardómstólur
Abdullah
Shah til deyða, og tann 19.
apríl varð hann avrættaður.
Amnesty International og
afghanski mannarættinda-
felagsskapurin
finnast
hvassliga at mannagongd-
ini undir rættarmálinum.
Sambært AI fekk tann
ákærdi ongan verja, og
sjálvt rættarmálið bleiv
hildið handan stongdar dyr.
Harafturat bleiv dómarin
skiftur út mitt undir við-
gerðini, tí illgruni var um,
at hann hevði tikið ímóti
mutri.
Avrættingin av Abdullah
Shah er tann fyrsta í Af-
ghanistan, síðani Taliban-
stýrið bleiv rikið frá.
AI finst at avrætting
Muslimaleiðari vil hava
fleiri sjálvmorðsatsóknir
í Bretlandi
"Nógvir brøður vilja fegnir vera heilagir stríðsmenn, men teir eru so kúgaðir í sínum
egna landi, at teir vilja sleppa burtur haðani. Teir vilja sleppa í heilagt kríggj í
Kekenia, Eritrea og í Afghanistan, men teir tora ikki at fara í heilagt kríggj í sínum
egna heimlandi. Men tað hevði verið eitt størri avrik, og tað er skylda okkara at
rættleiða heimland okkara. Latum okkum lata eyguni upp, og latum okkum ikki fara
í heilagt kríggj langt burturi frá teimum londum, sum vit búgva í. Tær nýtist ikki at
ferðast fleiri túsund fjórðingar fyri at gera pínslatrvátti, tí tað kanst tú gerast uttan fyri
tínar egnu dyr."
(Brot úr bandupptøku hjá Abu Hamza)
Abu Hamza mælir sínari
samkomu í London til at
fremja yvirgang í sjálvum
Bretlandi
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
21
20