mikudagur 28. apríl 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 28. apríl 2004
23
ÍF venjarin sigur seg
hava gott mót, men
hann vísir samstundis
á, at tað hjá hansara
monnum er neyðugt
at lúka persónligu
mistøkini, tí tey verða
nógv meiri eirindar-
leyst sektað í bestu
deildini, enn tey
vórðu í 2. deild
AFTANÁ 1. UMFAR
Jóannes Hansen
Fer tað at eydnast fuglfirð-
ingum at býta seg fastar í
bestu deildini, ella fara teir
ella eitt annað av feløgun-
um í Eysturoy at flyta niður.
Sjálvandi er grundarlagið
fyri orðaskifti um henda
spurningin ógvuliga iva-
samt, nú bara eitt umfar er
avgreitt í hesum kappingar-
árinum. Men tað eru kortini
betri fyritreytir at tosa um
kappingina nú, enn tað
vóru, tá ið Sosialurin undan
páskum gav serblaðið um
fótbólt út.
At ÍF ella eitt annað lið í
Eysturoy
verður
nevnt
kemst av, at hetta økið eigur
seks av tíggju liðum í bestu
deildini. Eingin ímyndar
sær, at HB og B36 fara at
flyta niður. VB tykist vera
væl fyri, og KÍ er betri fyri
í ár, enn teir vóru í fjør.
Sigfríður Clementsen var
venjari, tá ið ÍF í fjør flutti
upp, og hann stendur fram-
vegis við stýrisvølin í
Fuglafirði.
– Sum heild var eg nøgd-
ur við avrikið hjá ÍF í Gøtu,
sjálvt um vit taptu 3–2. Tá
ið vit fóru undir fyrireik-
ingarnar til nýggja kapp-
ingarárið, settu vit okkum
fyri, at vit skuldu vinna
dystir og stig í bestu deild-
ini við at spæla fótbólt. Vit
halda ikki, at nakað sum
helst endamál er í at verja
og sparka burtur eitt heilt
kappingarár í vónini um, at
tað kanska fer at bera nóg
nógv stig við sær til at fáa
møguleikan at verja og
sparka burtur eitt ár afturat,
sigur ÍF venjarin.
Tað var týðuligt í Gøtu, at
ÍF liðið legði seg eftir at
spæla. Teir pakkaðu seg
ikki saman aftarlaga á vøll-
inum, og síðstu tveir trið-
ingarnar av fyrra umfar-
inum vóru teir leikliga
omaná.
– Í útgangsstøðuni høvdu
vit Hanus Eliasen á fram-
rættaðum miðvallarplássi
ella sum hangandi álops-
spælara. Tá ið teir vóru
komnir framum, fluttu vit
Hanus
heilt
fram. Tá
spældu vit 4–3–3, meðan
GÍ spældi 4–5–1. Tað átti at
givið teimum yvirvág á
miðvøllinum,
men
vit
megnaðu at leggja trýst á
verjuna hjá teimum, meðan
teir stórar partar av 1.
hálvleiki ikki vóru serliga
vandamiklir frammanfyri
málinum hjá okkum.
Men kortini taptu tit?
– Tað vísir, hvussu stóran
týdning tað hevur at vera
væl skipaður og ikki at gera
persónlig mistøk. Gøtu-
menn eru sera væl skipaðir
á vøllinum, og teir gera ikki
nógv mistøk. Tá ið teir
skoraðu fyrsta málið, kom
tað eftir at bólturin úr
høgru varð sendur tvørtur-
um og afturum fýra verju-
spælarar hjá okkum. Tað
eigur ikki at koma fyri. Í 2.
deild høvdu vit kanska ikki
verið sektaðir fyri sovorðið
mistak, men tað verður
man í 1. deild. Tá ið teir
skora næsta málið, er tað tí,
at vit missa í uppspælinum.
Tað er eitt tað ringasta, sum
kann henda. Verjan er ikki
skipað, og ímóti GÍ verður
sovorðið sektað. Men vit
arbeiða vit at betra um
organiseringina og at lúka
persónligu mistøkini. Í
steypakappingini og venj-
ingardystunum hava vit
fleiri ferðir tapt við einum
máli. Tá eru persónligu
mistøkini serliga dýr.
Mugu vinna fleiri
ferðir
Undanfarnu árini hevur tað
víst seg, at eitt lið nógvu
tey fyrstu umførini ikki
hevur megnað at fingið stig
og vunnið. Í fjør vann Skála
ikki fyrrenn í 9. umfarin-
um, og í fyrraárið var sama
skilið hjá teimum.
– Skálamenn royndu at
spæla fótbólt í fjør, og tað
fingu teir í síðsta enda
nyttu burturúr. Í ár haldi eg
teir hava gott fólk á mest
sum øllum plássunum. Um
teir í fjør bara høvdu spark-
að og vart, so hevði støðan
ikki verið tann hjá teimum
nú, sum hon er, er metingin
hjá ÍF venjaranum.
Í fjør flutti FS Vágar nið-
ur við 11 stigum. Í fyrraárið
var TB aftast við 6 stigum.
Í 2001 flutti FSV niður við
9 stigum, og í 2000 flutti
Sumba niður við 10 stigum.
Hægsta stigatalið, sum eitt
lið er flutt niður við nógvu
tey seinastu árini, er trettan.
Tað flutti TB niður við í
1996.
– Tað kann væl vera, at
tað í ár verður neyðugt at
fáa uppaftur fleiri stig enn
so fyri at vera vísur í at
sleppa undan niðurflyting-
ini. Kappingin tykist fara at
verða jøvn, og kanska verð-
ur tað neyðugt at vinna
fimm ella seks dystir fyri at
verða heilt vísur í at varð-
veita plássið. Í fyrsta um-
farinum vóru tað umframt
okkum B68, EB/Streymur
og HB, sum taptu. Eg rokni
ikki við, at HB fer at halda
fram við at tapa. B68 tykist
vera betri fyri nú, enn teir
vóru í steypakappingini, so
tað sær rættuliga spennandi
út.
Sunnudagin fer ÍF at
spæla fyrsta heimadystin í
landskappingini
síðani
1999. Tá fáa teir vitjan av
NSÍ sum í fyrsta umfarin-
um spældi 1–1 á heimavølli
ímóti VB.
Hava tit møguleikar at
styrkja um liðið?
– Vit hava hampuliga gott
fólk. Bárður á Lakjuni er
ikki í fullgóðari venjing
enn. Tað er saknur í Árna
Petersen, sum í fjør spældi í
borðinum, og í miðvall-
aranum Høgna Zacharias-
sen. Teir eru báðir skaddir.
Helmingurin av liðnum hjá
okkum hevur lítlar og ongar
royndir av at spæla í 1.
deild. Tær royndirnar fáa
teir bara við at spæla. Tað
er eisini á tann hátt, at teir
skulu venja seg við, at
ferðin er væl hægri, enn
hon var í 2. deild. So vit
mugu arbeiða nógv og
miðvíst fyri at styrkja um
fyritreytirnar, og eg havi
gott mót, sigur optimistiski
ÍF
venjarin,
Sigfríður
Clementsen.
Fótbóltsspælið skal vera í hásæti
Í gjár kom føroyska
kvinnulandsliðið í hond-
bólti til Italia. Liðið hev-
ur seinastu dagarnar vant
og spælt í Danmark, men
í gjáramorgunin var flog-
ið úr Keypmannahavn til
Milano.
Kvinnurnar
skulu
verða við í eini altjóða
hondbóltskapping, sum
verður hildin har norðuri
í Italia, og tær spæla
fyrsta dystin í dag klokk-
an 15.00.
Føroyar eru í bólki
saman við Ísrael, Belgia
og Letlandi, og fyrsti
dysturin er ímóti Belgia.
Kvinnurnar
í Italia
ÍF skal spæla og ikki sparka seg til stigini, sum eru neyðug fyri at varðveita plássið í bestu deildini,
sigur Sigfríður Clementsen
23
Nr. 80 • mikudagur • 28. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Ein altjóða vedding-
arfyritøka er farin í
holt við at bjóða før-
oyskar fótbóltsdystir
sum veddingarmøgu-
leikar. Fyribils verður
roynt viðí fýra umfør-
um av bestu fótbólts-
deildini hjá monnum
ÍTRÓTTAVEDDING
Heri á Rógvi
Føroyskir fótbóltsfjepparar,
við brelli eftir at sleppa at
gera dystirnar eitt sindur
meira spennandi, hava nú
fingið ein gyltan møgu-
leika. Veddingarfyritøkan
Nordicbet.com er farin í
holt við at bjóða føroyskar
dystir sum veddingarmøgu-
leikar.
Hóast tað er stutt fráliðið,
síðani Nordicbet byrjaði at
bjóða kundum at vedda um
føroyskan fótbólt, so er
áhugin ikki heilt lítil at
vedda um føroyskan fót-
bólt.
Hetta sigur 21 ára gamli
Suni Juul Pedersen, sum av
egnum áhuga vendi sær til
Nordicbet og vakti teirra
áhuga fyri føroyskum fót-
bólti.
- Eg havi sjálvur veddað
hampuliga nógv um fótbólt
ymsastaðni. Eg helt tað
kundi verið spennandi við
møguleikanum at vedda um
føroyskan fótbólt, so eg
setti meg í samband við
Nordicbetteir, sigur Suni
Juul Pedersen.
Hann stýrir tí partinum
av Nordicbet, ið snýr seg
um føroyskan fótbólt. Hetta
krevur, at Suni fylgir væl
við, og hann heldur fyri, at
tað er nógv meira spenn-
andi at skipa fyri vedding-
ini – heldur enn at vedda
sjálvur.
Tað verður í fyrsta umfari
bert føroyskur fótbóltur,
sum verður á føroysku
skránni hjá Nordicbet. Og
tað eru dystirnir í bestu
mansdeildini, ið kunnu
geva nakað av avkasti ella
tapi til føroysku veddarar-
nar.
Àðrenn landskappingin
byrjaði kundu fólkt tippa,
hvør fór at vinna bestu
mansdeildina. Har varð
mett, at B36 hevði eigur
bestan møguleikan at ogna
sær
gullkrónurnar,
og
havnaliðið hevði gav tí
minst
ferðir
pengarnar
aftur. Eisini vóru onnur
spøl, eitt nú um Heine Fer-
nandez, HB, fór at skjóta
fleiri mál enn Jonhard
Frederiskberg, Skála.
Suni Juul Pedersen sigur,
at Nordicbet í fyrstu atløgu
fer at royna føroyskan fót-
bólt í fýra vikur, og síðani
verður gjørt av, um tað skal
haldast fram við føroyskum
fótbólti á Nordicbet.com..
Alt møguligt
Tað er ikki serliga torført at
fara í holt við veddingina á
Nordicbet. Tú skalt stovna
tær eina konto við peningi,
sum tú síðani kanst vedda
fyri. Lættast er at gjalda
peningin inn við gjalds-
korti, og so kanst tú vedda,
sum tær lystir. Tað ber
eisini til at flyta pengarnar
umvegis peningastovn.
Tað er einki mark fyri,
hvussu lítið tú kanst vedda
fyri ella hvussu fáar dystir,
ið tú kanst vedda. Tú kanst
blanda føroyskar dystir við
bæði aðrar fótbóltsdystir og
dystir í øðrum ítróttagrein-
um. Harumframt eru ymisk
serspøl, eitt nú hvør fer at
gerast amerikanskur for-
seti.
Føroysku dystirnir verða
lagdiar út á Nordicbet
mikudagar, og kunnu vedd-
ast til stutt undan dystar-
byrjan kunnu veddast
Í Costa Rica
Tað er kortini ikki bara ein
og hvør, sum kann bjóða
seg fram at hava ítrótta-
vedding í Danmark – og í
Føroyum fyri sovítt. Ì Dan-
mark eigur Dansk Tips-
tjeneste einkarrætt at bjóða
veddingartænastur.
Men
ávirkar kortini ikki tað
stóra á Internetinum. Allar
tær
veddingarfyritøkur,
sum bjóða spøl til danir, eru
skrásettar í øðrum londum.
Hetta sama er galdandi fyri
Nordicbet. Fyritøkan er
skrásett í Costa Rica. Fyri-
tøkan hevur umboðan í
Norðurlondum, og í sínum
virksemi leggur fyritøkan
serliga dent á evropeiskan
ítrótt av ymsum slag.
Nordicbet ger á heimasíðu
sínari nógv burturúr, at
talan er um eina rættiliga
og seriøsa veddingarfyri-
tøkuna, sum nú hevur
virkað við góðum úrsliti í
eina tíð.
Vedda føroyskt
Hjalgrím gjørdi
trý mál
Hjalgrím Elttør gjørdi
í gjárkvøldið trý mál
fyri U21 liðið hjá
Fremad Amager. Teir
spældu ímóti FC Hille-
rød og vunnu 8-2.
Hjalgrím skoraði til
bæði 1-0 og 2-0 tíðliga
í dystinum, og hann
gjørdi tað eisini til 3-1
stut fyri hálvleiks-
steðgin. U21 liðið hjá
Fremad Amager er á
odda í sínum bólki.
Hjalgrím Elttør hev-
ur ikki verið við á
besta
liðnum
hjá
Fremad Amager sein-
astu tríggjar ferðirnar,
men hann hevur skor-
að mál fyri U21 liðið
og 2. liðið hjá felag-
num hesa tíðina.
Keane má bíða
Liðskiparin hjá Man-
chester United, Roy
Keane, fær ikki sum
væntað comeback á
írska landsliðnum hesa
vikuna.
Keane var úttikin til
venjingardystin ímóti
Póllandi í annaðkvøld,
men hann er farin úr
landsliðsleguni
við
einum skaða.
Bymer liggur
stillur
Danski álopsspælarin,
Jacob Bymer, sum
sunnudagin tryggjaði
KÍ trý stig í fyrsta
landskappingardystinu
m í ár, fær ikki spælt
komandi vikuna.
Hann fekk ein skaða
í lærið, og tí skal hann
binda frið í minsta lagi
í eina viku.
Møguliga
verður
hann klárur til fjórð-
ingsfinalurnar
í
steypakappingini um
slakar tvær vikur.
Jákup og teir
vunnu
Jákup á Borg og liðfe-
lagarnir á eykaliðnum
hjá OB spældu í mána-
dagin ímóti AaB, og
teir vunnu dystin 2-1.
Bæði OB og AaB
høvdu mannað sterk
lið til dystin, og tí var
talan um ein góðan og
tættan dyst.
Møguleiki er at vedda um føroyskan fyrstudeildarfótbólt á Nordicbet.com. Møguleiki er at vedda um allar dystirnir í hvørjum umfari
C
M
Y
K
22