Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 80 - 28. apríl 2004 Landsliðsspælarin í OB, sum mánadagin var álopsspælari á eykaliðnum, dugir einki at siga um møguleikarnar fyri at sleppa framat á besta liðnum ÚTISETI Jóannes Hansen Jákup á Borg er framvegis í OB. Enn hevur hann ikki fingið møguleikan á besta liðnum. Men Jákup hevur ikki mist mótið, og sær sjálvum líkur so leggur hann alla ta megi og orku í, sum tað ber til, fyri at røkka longri upp á fótbóltsstigan- um í Odense. – Tað, sum eg veit, er, at leigusáttmálin millum HB og OB verður liðugur um ein mánað. So skal eg aftur til Havnar at spæla við HB. Annað veit eg ikki. Men eg skal ikki dylja, at eg stór- trívist í OB, og at eg avgjørt einki hevði havt ímóti at hildið fram sum fulttíðar yrkisspælari. Tað er optim- alt sum fótbóltsspælari, og tað er eisini ein nýggj og spennandi støða fyri okk- um sum familja at liva upp á henda mátan her í Odense. Hvussu tá? – Í Føroyum ber tað at vera fótbóltsspælari við sær, at tú, umframt at vera upptikin av dagliga ar- beiðnum, eftir arbeiðstíð ert nógv burturi heimanífrá til venjingar og dystir. Í OB er tað soleiðis, at vit summ- ar dagar venja eina ferð, og aðrar dagar venja vit tvær ferðir. Restina av tíðini ræður tú sjálvur yvir. Sjálv- andi er tað sera týdningar- mikið við hvíld og svøvni. Men tað sigur seg sjálvt, at vit sum familja hava nógv meiri tíð saman, enn vit hava verið von til. Venur seg við nýggjan leiklut Í B36 hevur Jákup á Borg verið millum lyklaspælar- arnar so at siga, síðani hann var nóg gamal at spæla millum teir vaksnu. Nú hevur hann sáttmála við HB, og grannarnir fyri norðan hava neyvan keypt hann, tí teir ætla, at hann skal sita á beinkinum. Í Odense bíðar Jákup enn eftir møguleikanum at royna seg í superliguni. Sunnudagin var hann við liðnum í Århus. Hann var á beinkinum allar 90 minutt- irnar. So tætt at liðnum hevur hann ikki verið áður. Men Jákup hevur onga hóming av, um hann fer at vera við ímóti FCK. Todi Jónsson og liðfelagarnir fara næstu vikuna at spæla tvær ferðir á Odense stadi- on. Leygardagin skulu teir spæla landskappingardyst, og mikudagin verður seinna hálvfinalan í steypa- kappingini millum OB og FCK. Mánadagin spældi Jákup á Borg á eykaliðnum hjá OB. Á Odense stadion spældu teir ímóti AaB. Heimaliðið vann 2-1, og Jákup var á liðnum alla tíðina. Síðani hann kom til OB, hava venjararnir gjørt av, at Jákup skal roynast sum vongverji. Har hevur hann spælt bæði á eykaliðnum og á seriuliðnum. Ímóti AaB var hann í álopinum, og tað var bara síðsta hálva tíman, at hann varð fluttur aftur á vongverjan. Framm- anundan hevði Jákup bara roknað við, at hann skuldi spæla á vongverjanum. – Á vongverjanum í høgru var ein, sum eitur Michael Larsen. Nú veter- anurin Steen Nedergaard er vøddaskaddur, er kapping um bakkplássið. Vit fáa ikki so nógv at vita. Men eg havi bara gingið út frá, at eg gardering á bakkplássin- um, tá ið vit vóru í Århus. Hesin Michael Larsen hev- ur fingið møguleikan frammanundan, men hann var ikki úttikin til dystin í Århus. At hann nú spældi á bakkinum á eykaliðnum, meðan eg var fluttur fram í álopið, kann takast sum ábending um, at teir ætla at geva honum nýggjan møguleika á hesum pláss- inum, tá ið OB fer at spæla ímóti FCK. Tað vil siga, at vánirnar hjá tær eru ikki so góðar? – Tað dugi eg einki at siga um. Hjá mær ræður um at gera mítt besta, tá ið vit venja, og tá ið eg fái møguleikan at spæla. TÍÐINDASKRIV Aftaná landskappingar- dystin millum GÍ og ÍF, sum var í Gøtu sunnudagin undirskrivaði GÍ nýggjar sponsoravtalur við Kall og Kaupthing. Kall hevur verið ein av høvuðssponsorunum hjá GÍ síðan 2002, og er serstak- liga sjónligt í Gøtu við tí sum helst er landsins longsta bandalýsing. Bjarni Bjarnasson, stjóri á Kall, sigur, at eksponering- in gjøgnum GÍ hevur verið positiv, og tað kann helst staðfestast, at henda hevur givið úrslit. Kaupthing hevur verið høvuðssponsor hjá GÍ síð- an 2000, og verður fram- vegis at síggja framman á leikbúnum hjá GÍ. Petur Holm, stjóri hjá Kaupthing, sigur, at GÍ manglaði ein høvuðssponsor í 2000, tá Kaupthing byrjaði í Føroy- um, og hevur lýsingarav- talan við GÍ síðani tá verið ein týðandi sjónliggerð av Kaupthing. Serliga nú, tá Kaupthing hevur skift bú- merki, hevur hendan avtal- an týdning. Brandur Jacobsen, nevndarlimur hjá GÍ, sum hevur ábyrgd fyri sponsor- um og stuðlum, sigur, at nýggju avtalurnar eru eitt framhald av einum væl- virkandi samstarvi, sum hevur stóran týdning fyri Gøtu Ítróttarfelag. Tað hevr verið eitt mál fyri nevndina hjá GÍ at gera langtíðar samstarv við sponsorar til gagns fyri báðar partar, og tað tykist sum hetta hevur eydnast. Jákup hevur tað sum blomman í egginum GÍ heldur fram at samstarva við Kall og Kaupthing Samstarvið heldur fram millum GÍ og Kall og GÍ og Kaupting Jákup á Borg stórtrívst í Odense C M Y K 24 Nr. 80 - 28. apríl 2004 25 Suðuroyar Sjúkrahús 800 Tvøroyri Fysioterapeutar Søkt verður eftir: • Einum fysioterapeuti til fulltíðarstarv frá 1. juni 2004. • Einum avloysara fyri fysioterapeut til fulltíðar- starv í tíðarskeiðinum frá 1. juni 2004 til 31. mars 2005. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til John Rødgaard leiðandi fysioterapeut tlf. 37 11 33 lokal 115 ella 116. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya. Umsóknir við avriti av prógvum v.m. verða at senda til: Umsjónarmannin Suðuroyar Sjúkrahús Postboks 51 800 Tvøroyri innan 13. mei 2004. Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf veitst tú ikki tað? Kokkur Søkt verður eftir royndum kokki at standa fyri mat- gerðini í køki okkara at byrja beinanvegin ella sambært nærri avtalu. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl.08 til uml. 14.00. Keypmaðurin »úti í Grønlandi« Johannes Andreasen Grønlandsvegur 16 · 100 Tórshavn Tlf. 312087 25