týsdagur 18. juni 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juni 2013 - Nr. 69
NÆ
FRODSKAPARSETUR
FØROYA
Stakskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya
Í heyst verða væl umtóktu stakskeiðini í lóg aftur á Søgu- og
samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Á bachelorstigi verða tvey skeið boðin út:
e 2816.13b Grundskeið í løg (sep-okt) 10 ECTS — kr. 5.000
e 2140.13b Grundleggjandi fyrisitingarlóg (okt-des) 10 ECTS — kr. 5.000
2816.13b Grundskeið í lóg. Lærarar Dr. Kári á Rógvi og Bárður Larsen.
Skeiðið er serliga ætlað fólki, ið ikki eru lógkan og vilja menna kunnleika sín til
løgfrødiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti. Dentur verður
lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men
í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting.
Grundskeið í lóg er vorðið karmur um samskifti um lóg og fyrisiting í Føroyum.
2140.13b Grundleggjandi fyrisitingarlég. Lærarar Dr. Kári á Rógvi og Bárður
Larsen.
Fakið er serliga ætlað fólki, ið ætla at útbúgva ella menna seg í almennari
fyrisiting. Dentur verður lagdur á praktiska fatan grundleggjandi hugtøkum
fyrisitingarlóg í breiðum týdningi, sakligari fyrisiting og meting, formligum treytum
um gegni, hoyring, grundgeving og tílíkum, almennum og ødrum fyrisitingarligum
innliti, umframt at royna fyrisitingarligar avgerðir.
Grundleggjandi fyrisitingarlóg er hóskandi framhald av grundskeiði í lóg.
Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til fakini eru miðnám ella samsvarandi fyri
grundskeið í lóg.
Í fakinum grundleggjandi fyrisitingarlóg miðnám ella samsvarandi umframt
grundskeið í lóg ella samsvarandi grundleggjandi kunnleiki um lóg.
Á masterstigi verða trý skeið boðin út:
e 2417.13 Føroyskur skattarættur (sep-des) 10 ECTS — kr. 6.000
e 2412.13 Føroysk fyrisitingarlóg (sep-okt) 10 ECTS — kr. 6.000
e 2411.13 Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur (okt-des) 10 ECTS — kr. 6.000
2417.13 Føroyskur skattarættur. Lærari Eyðfinnur Jacobsen advokatur.
Skeiðið veitir innlit í føroyska skattalóg, kunnleika til føroyskan skattarætt í lóg og
venju, herundir týðandi rættarkeldur og gransking á økinum, og grundleggjandi
førleikar at meta um høvi og loysnir innan skattarætt, nær ætlan kann hava
við sær skattlegging, og meta um tær rættarkeldur, sum svara skattligum
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
www.Setur.fo
spurningum. Innlitid skal fevna um at fåa venju f at bera fram skattarættarliga
pråvgrund í skrift og talu og sjålvstødugt megna at leggja fram og viðgera åvist
evni í hesum høpi.
2412.13 Føroysk fyrisitingarlóg. Lærarar Dr. Kári á Rógvi og Bárður Larsen
ráðgevi
Skeiðið veitir innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tey mongu sløgini av
lógkeldum, tinglógir, dómalóg, venju hjá eittnú umboðsmanni og kærunevndum,
umframt lógkana læru. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar í føroyskari
fyrisiting verða tey lesandi kunnaði um mótini, har fyrisitingarligar reglur møta
ætlanum og heimildum hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum.
Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøduna.
2411.13 Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur. Lærari Dr. Kári á Rógvi
Skeiðið veitir innlit í føroyskan kollektivan arbeiðsrætt, serliga í tær mongu
lógkeldurnar á arbeiðsmarknaðinum merktum av spjaddum rættarskapandi
stovnum, fakfeløgum, Fasta Gerðarrætti og ødrum dómstólum. Út frá damum
verður hugt at, hvussu ymsu lógkeldurnar samvirka at skapa sera ymiskliga og
broytiliga stødu. Dentur verður lagdur á kunnleika um og háttalag til at meta um
hesa fjølbroyttu rættarstødu.
Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til fakini á master eru bachelorútbúgving
ella samsvarandi við nóg mikið av lógkunnleika sum partur av útbúgving ella
eftirútbúgving.
Nærri skeiðslýsingar liggja á
http://setur.fo/scegu og samfelagsdeildin/utbugving/skeidslysingar/
Aumarkað pláss.
Umsóknin skal sendast Søgu- og samfelagsdeildini,
Jónas Broncksgetu 25, 100 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er 15. august 2013.
Boð um upptøku verða givin í seinasta lagi ultimo august.
Eftir freistina verður tó tikið upp, so leingi pláss er.
NÆ
FRODSKAPARSETUR
FØROYA