týsdagur 18. juni 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juni 2013 · Nr. 69
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ísf-forsetin Petur Elias Petersen
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
– Uttan eitt gott bakland og
forstáilsi frá heimafront_
inum, so bar hetta slett
ikki til. Ein stórur partur
av bæði vanligu frítíðini og
øllum ferium fer til hetta,
og tí hevur tað alt at siga, at
restin av húskinum bakkar
upp. Og har má eg siga, at
Inna og døturnar hava verið
fantastiskar.
Tað sigur Petur Elias
Petersen, sum hevur verið
forseti í Ítróttasambandi Før
oya síðani 2010, men hevur
sitið í starvsnevndini har
líka síðani 1995, umframt at
vera felagsmaður burturav,
tí hann – eisini í øðrum enn
ítróttararbeiði – millum ár og
dag hevur røkt eina rúgvu av
ymsum álitissessum í feløg
um og felagsskapum.
– Tað er ikki óvanligt, at
fólk halda, at tað er eitt lønt
arbeiði at vera forseti í ÍSF,
men tað er tað jú ikki. Eg
plagi at siga, at upp á sama
máta sum onnur eru venjarar
ella nevndarlimir, eru eg jú
tað eisini. Her brúki eg mína
tíð til nevndararbeiði og
annað líknandi, so tað er ikki
øðrvísi enn hjá øllum øðrum,
sum gera eitt ólønt arbeiði
innan ítróttin kring landið,
sigur Petur Elias, sum við
einum feskum dømi vísir á,
at fólk flest munnu halda,
at hann situr í løntum starvi
hjá ÍSF.
– Nú ein dagin, vit vóru í
Sandoynni við Tryggingar
felagnum Føroyar, bleiv eg
spurdur, um eg var við, tí
konan arbeiddi har. Tá eg so
svaraði, at eg sjálvur arbeiddi
har, ásannaði tann, sum
spurdi, at hann helt meg vera
í fullum og løntum starvi
í ÍSF. Og eg havi varhugan
av, at fleiri eisini halda tað,
men hetta er altso bara eitt
ólønt frítíðararbeiði, sum
so nógv annað. Nei, her er
eingin forsetaløn, annað enn
gleðin um tað, sum lukkast
og gongur væl.
Sum forfedrarnir
Petur Elias Petersen er fødd
ur og uppvaksin í Sandavági,
har hann sum hini børnini
spældi fótbólt og hondbólt og
róði kapp. Men tað var nokk
so skjótt greitt, at hansara
styrki
var
umsitingarligi
parturin, og tí endaði hann
við at ganga í fótasporunum
hjá forfedrunum.
– Abbi mín var SÍF-for
maður og pápi mín hevur
eisini verið har, so tað hevur
ligið í ættini at vera felags
fólk, og soleiðis er tað eisini
hjá mær. Eg kom ungur upp
í nevndina í SÍF í 1979, har eg
varð sitandi til 1990, harav í
fimm ár sum formaður í fót
bóltsnevndini hjá felagnum,
greiðir hann frá.
– So bleiv tað meira til
arbeiði í sersambondunum,
tí eg var formaður í dómara
nevndini
í
Hondbólts
sambandinum í fimm ár,
umframt at eg var nevndar
limur í Róðrarsambandinum
frá 1995 til 2003, harav for
maður í kappingarnevndini
í fimm ár. Og so var eg eisini
liðleiðari hjá fótbóltslands
liðnum í níggju ár, har tað
mær bókstaviliga frá sjálvari
síðulinjuni untist at uppliva
nógvar av fyrstu dystunum
hjá Føroyum í altjóða kapp
ing.
Somuleiðis hevur Petur
Elias verið virkin í Oyggja
leikanevndini,
har
hann
kom uppí í 1996, og saman við
Sofusi D. Johannesen, Katrin
Joensen og øðrum hevur
hann staðið fyri føroysku
luttøkuni øll hesi árini. Nú
er so Oyggjaleikanevndin,
Olympiska
nevndin
og
starvsnevndin eitt og tað
sama, so har stendur sanda
vágsmaðurin framvegis á
odda.
Tá John Kjær í 1995 legði
frá sær sum skrivari í ÍSF,
kom valið um eftirmannin
at standa millum Petur Elias
Petersen
og
Schandorff
Vang, og tað endaði við, at
Petur Elias dró longra stráið
og kom upp í ovastu leiðslu
í ÍSF tann vegin. Og tá so
Sverre Midjord fór frá sum
varaforseti í ÍSF, bleiv Petur
Elias valdur í tann sessin,
til hann í 2010 tók við sum
forseti, tá Sølvi R. Hansen
mátti trekkja seg, tí hann var
blivin formaður í NSÍ.
– Soleiðis hevur tað verið
ein spakulig gongd uppeftir
ígjøgnum
skipanina,
har
eg havi havt møguleika at
roynt ymisk álitisstørv í
ymiskum høpi, so eg kenni
til eitt sindur av hvørjum av
tí, sum verður gjørt og sum
hendir runt um í føroyska
ítróttarheiminum,
heldur
Petur Elias.
– Tað hevur verið mær ein
góður førningur, nú eg hesi
seinnu árini havi røkt ovasta
sessin í føroyskum ítrótti.
Vil geva nakað aftur
Sum við so nógvum øðrum
virksemi, so eru tað summi,
ið eru virkin upp á ein máta
og onnur upp á ein annan
máta, men brúk er fyri øllum,
skal heildin fáast at virka. Og
soleiðis er eisini við hesum
ítróttarliga
frítíðararbeið
inum, Petur Elias Petersen er
og hevur verið partur av.
– Tað, sum hevur verið
mín drívmegi hesi árini, hev
ur verið, at eg havi følt, at
eg havi havt nakað at givið
felagsskapinum, sum hevur
givið mær so nógv. Og eg
haldi eisini, at tað hevur ging
ið hampuligt, tí eg havi havt
gott samstarv við nógv fólk,
samstundis sum familjan
eisini hevur verið við upp á
tað. Tí havi eg følt, at eg havi
kunnað verið við, og um eg
ikki endiliga geri mun, so eri
eg kanska við til at gera ein
mun, sigur hann.
– Líka so væl, sum hetta
kann vera strævið og tungt,
so haldi eg eisini, at nakað av
tí, ið er lokkandi við at vera
virkin í ítróttararbeiðinum
er, at talan er um sjálvboðið
arbeiði, sum drívur verkið,
og at eg møti glaðum fólkum,
sum eru virkin og fús til at
taka eina hond í, har brúk er
fyri tíð. Sjálvandi gongur ikki
altíð sum ætlað, men tað eru
so nógv stuttlig ting á veg
num, at tað er heilt fantast
iskt at vera partur av hesum
felagsskapinum og at síggja,
hvussu fólk kunnu hava tað
gott saman.
Petur Elias vísir á, at ítrótt
urin er eitt gott og fjølbroytt
tilboð, og at talan er um eina
støðuga tilgongd. Ítróttar
greinar leggjast aftrat, og
hjá teimum, sum eru við, er
galdandi, at summar greinar
blóma, meðan aðrar kanska
ikki eru so virknar, men at
hetta er ein skiftandi gongd,
sum alla tíðina er, og tað at
tað ikki er øðrvísi enn við
øðrum viðurskiftum, har
tað viðhvørt gongur væl
og viðhvørt minni
væl.
Einasta lønin
er gleðin
– Mín drívmegi hesi árini hevur verið, at eg havi følt, at eg havi havt nakað at givið hesum
felagsskapinum, sum hevur givið mær so nógv. Um eg ikki endiliga geri mun, eri eg
kanska við til at gera ein mun, sigur Petur Elias Petersen, sum nú er ÍSF-forseti, men líka
síðani á ungum árum hevur verið virkin í nevndararbeiði og ítróttarumsiting
ÍSF-FORSETI
Føddur: 30. desember 1965
Maki: Inna Sigvardsen
Børn: Vár, 14 ár,
Eyð, 10 ár, Sólja, 8 ár
Starv: Tryggingarfelagið
Føroyar
Petur Elias
Petersen