týsdagur 18. juni 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 19. juni 2013 · Nr. 69
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
– Vit skulu bara minnast
til, at vit eru við til at skapa
karmarnar, so børnini, ung
dómurin og tey vaksnu hava
nakað felags at ganga uppí.
Og um vit geva teimum ungu
gularøtur allan vegin, har tað
hægsta má vera at sleppa á
eitt landslið og at umboða
landið, so eru vit partur av
nøkrum, sum altíð vil vera
størri, enn vit sjálv eru, sigur
ÍSF-forsetin.
Einki grenj
Tá vit spyrja Petur Elias
Petersen, hvat er størsta
broytingin hesi árini, hann
hevur verið virkin á ovastu
rók í føroyskum ítrótti,
er hann skjótur at vísa
á veddingarpengarnar,
sum komu, eftir at ÍSF
og Danske Spil høvdu
gjørt sáttmála í 1998.
– Tað er so í øllum
førum
nógv
tann
størsta
broytingin,
tá
vit
tosa
um
fíggjarligu karmarnar
hjá ítróttinum, tí við
eitt tvífaldaðust inn
tøkurnar og harvið
møguleikarnir
fyri
virksemi. Eisini hev
ur tað givið okkum í
ÍSF møguleika fyri at
styrkja
umsitingina,
so vit hava fingið sett
førleikamenning
á
breddan. Vit hava í dag
tveir ítróttarráðgevar
í starvi, so vit kunnu
skipa
fyri
nógvum
tiltøkum og skeiðum, ið
koma felagsarbeiðinum
kring landið væl við,
sigur hann.
– Eitt annað, ið hevur
nógv at siga, er at hallar-
og
vallarviðurskiftini
eru batnað síðstu nógvu
árini.
Og
vónandi
verða hesi viðurskifti
uppaftur betri, so
tørvurin
verður
nøktaður, tí eru
karmarnir
ikki
har, kunnu vit ikki
vaksa.
Ítróttur
er
soleiðis,
at
uttan
karmar
er einki, tí hava
karmarnir snøgt
sagt alt at siga,
so vit hava eina
støðuga menn
ing.
Petur
Elias
Petersen
vísir
á, at tá hyggjast
skal frameftir, so er ein stór
avbjóðing alla tíðina at fáa
fólk til at taka sær av teimum
ungu, at skapa karmar og
fortreytir fyri virksemi, og
har fegnast hann um, at
ÍSF við venjaraskeiðunum
1 og 2 hevur givið venjarum
betri førleikar, tí ikki færri
enn einir 300 venjarar hava
longu verið ígjøgnum hesa
skipanina.
Rørsla fyri øll
– Eitt øki, vit eiga at styrkja,
so hvørt sum brúk er fyri tí,
er dopingfyribyrgjandi ar
beiðið. Har eru vit so mikið
væl fyri, at vit fáa her í
Føroyum tikið lutfalsliga líka
nógvar dopingroyndir sum
grannalond okkara, men vit
eiga framvegis at leggja sera
stóran dent á at upplýsa um
vandan við tí. Enn hevur
eingin positiv dopingroynd
verið, og tað kunnu vit fegn
ast um, men skulu vit halda
føroyskan ítrótt reinan, er
neyðugt við upplýsing og
aftur upplýsing, sigur hann.
–
Akkurát
hetta
við
dopingini er sjálvandi aktu
elt júst nú, men tað er eitt
støðugt arbeiði, ið má gerast,
og her vildi eg ynskt, at vit
kundu styrkt lógargrundar
lagið. Til dømis hava tey
niðri ta skipan, at venjingar
miðstøðir fáa ein súran
»smiley«, um tær ikki eru
undir eftirliti og við uppá, at
tær javnan kunnu fáa vitjan
av dopingeftirliti. Eina slíka
lóg kundu vit saktans eisini
havt í Føroyum, so vit eisini
á tí økinum kundu arbeitt
fram ímóti, at allur ítróttur í
Føroyum var reinur.
Ein
framtíðardreymur
hjá ÍSF-forsetanum er at fáa
meira samstarv millum ítrótt
og skúla, og her hugsar hann
serliga um, at ítróttur og
rørsla skal verða ein partur
av skúladegnum hvønn dag.
–
Royndir
uttanlands
vísa støðugt á, hvussu stór
an týdning daglig rørsla
hevur á innlæringina hjá
skúlabørnum.
Kunnu
vit
fáa skúlar og ítróttarfeløg at
samvirka um at eitt dagligt
rørslutilboð til øll skúlabørn,
so ber til at gera enn fleiri
børn og ung likamsvirkin.
Tað kemur eisini at galda
tey, sum annars ikki eru við
í skipaðum ítrótti ella ikki
røra seg stórvegis uttan fyri
skúlatíð. So rørsla ein tíma
um dagin fyri øll vildi verið
eitt gott mál hjá okkum
øllum at sett sær, sigur Petur
Elias Petersen.
hilmarjan@sosialurin.fo
Nei, her er eingin forsetaløn,
annað enn gleðin um tað, sum
lukkast og gongur væl
Myndir: Álvur Haraldsen