hósdagur 20. juni 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Grindadráp upp
á eitt hægri stig
GRINDADRÁP Í Grindamannafelagnum hava teir einki ímóti, at tað nú
verður kravt, at grindamenn skulu á skeið at fáa prógv í at drepa grind
Áki Bertholdsen
– Vit hava einki ímóti, at tað
verður eitt krav, at hereftir
skulu allir grindamenn á
skeið í at drepa grind.
Tað sigur Ólavur Sjúrðar
berg, formaður í Grinda
mannafelagnum.
Grindamannafelagið hev
ur hevur havt høvi at siga
sína hugsan, nú Jacob Vest
ergaard,
landsstýrismaður
ætlar at broyta manna
gongdina í samband við
grindarakstur og -dráp.
– Vit eiga alla tíðina at
virka fyri at bøta um drápið
fyri at fáa tað á eitt so høgt
stig sum gjørligt, og hetta er
eitt stig tann rætta vegin,
heldur Ólavur Sjúrðarberg.
Grindamenn á skeið
Mest umstrídda broytingin,
ætlanin nú er at seta í verk,
er, at frá 1. mai 2015 sleppa
eingir grindamenn í grind,
uttan at teir hava verið á
skeið og fingið prógv í at
drepa grind.
Tað eru syslumenninir,
sum skulu skipa fyri skeið
unum og eftir lokið skeið,
skulu grindamenninir hava
váttan frá sýslumanninum
fyri, at teir hava verið á
skeið.
Samstundis skulu sýslu
maður og grindamenn kunna
krevja, at menn, sum fara í
grind, skulu vísa prógvið
fram, áðrenn teir sleppa í
drápið.
Á skeiðnum skulu grinda
menn fáa kunning og upp
læring um grindareiðskap,
drápsháttin, deyðseykenni
og lóggávuna um hvalaveiði.
Men formaðurin í Grinda
mannafelagnum heldur, at
vit skulu sláa kalt vatn í
blóðið, tí talan er ikki um at
seta garvaðar grindamenn á
skúlabonk í eina viku at læra,
hvussu teir skulu fáa lívið av
einum hvali.
– Vit hava als einki ímóti,
at grindamenn fáa eina
kunning um grindahval og
um, hvat ansast skal eftir, tá
ið hvalur skal avlívast.
– Men eitt skeið kann
vera so mangt og í hesum
føri er ikki ætlanin at grinda
menn skulu á skúlabonk í
fleiri dagar at læra seg at
drepa grind.
– Í hesum føri verður talan
um at skipa fyri einum
kvøldi, har grindamenn fáa
eina ástøðiliga kunning um
grindahval og um, hvat ger
seg galdandi, tá ið hann skal
avlívast.
– Hetta verður ikki annað
enn tað, sum varð gjørt í
hvørjum kjallara fyrr í tíðini,
tá ið tey eldru lærdu tey
yngru at svevja og at fletta
og tað heldur hann ikki, at
nakar kann verða ímóti.
Eitt annað er so tað, at nú
er ikki longur loyvt at svevja
seyð, tí nú skal hann skjót
ast.
Nýggjur
grindareiðskapur
Ein stór broyting í nýggju
grindareglugerðini, er eisini,
at nú verður tað ólógligt at
brúka gamla sóknarongulin
og grindaknívin.
Hereftir verður kravið, at
tað verða tann nýggi blást
urkrókurin og tann nýggi
mønustingarin, sum skulu
brúkast í grind og sum
verður tann kravdi grinda
reiðskapurin.
Gamli grindakrókurin og
knívurin kunnu bara brúkast
í heilt serligum føri og bara
eftir at sýslumaður, ella
grindaformaður, hava givið
loyvi til tað í hvørjum ein
støkum føri.
Eisini tað eru broytingar,
Grindamannafelagið tekur
undir við, sigur Ólavur Sjúrð-
arberg.
Positivar broytingar
- Broytingarnar, ætlanin er at gera í grindadrápið eru positivar og vit taka undir við øllum, sum kann
lyfta grindadráp upp á eitt hægri stig, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum
Ólavur Sjúrðarberg, formaður
í Grindamannafelagnum.
Grindamannafelagið
heldur at tað átti at verið
fleiri grindapláss í Før
oyum.
Nú ætlanin er at
broyta grindareglugerð
ina,
hevur
Grinda
mannafelagið mælt til,
at eisini Kollafjørður og
Borðoyarvík verða fyri
bils góðkend sum hval
vágir. Men tað ætlar
landsstýrismaðurin ikki,
soleiðis
sum
landið
liggur í løtuni.
Samstundis
hevur
Grindamannafelagið
mælt til, at tað eisini skal
verða loyvt at drepa
grind longur úti á vágni
í Klaksvík, men tað er
heldur ikki ætlanin hjá
landsstýrinum.
Hinvegin hevur Inni
á Fjørð, undir Heljareyga
í
Vestmanna,
verið
fyribilsgóðkend hvalvág,
men landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum metir
ikki, at tað er hóskandi
at halda grind til har, so
tað plássið verður ikki
endaliga góðkent.
Annars er Vestmanna
góðkend hvalvág, tí har
kann grind framvegis
haldast til á Fitjasandi
num.
Seinastu tíðina hava
somuleiðis Tjørnuvík og
Sandavágur, havt fyribils
góðkenning sum hvalvág
og tað vísir seg at hava
riggað so mikið væl, at
ætlanin er nú at tey
bæði plássini fáa enda
liga góðkenning sum
hvalvágir.
Annars hevur mang
an verið tosað um, at
Skálafjørður skuldi verða
góðkend hvalvág, men
tað hevur ikki vunnið
frama av heilsufrøði
ligum orsøkum við tað,
at at spillvatn rennur í
fjørðin.
Men nú kunngerðin
um grind verður broytt,
er heldur ikki ætlanin at
góðkenna
Skálafjørð
sum hvalvág.
Ynskja fleiri
grindapláss
22
1. Norðoyar:
a) Klaksvík, á sandinum
niðan fyri Víkarnar.
b) Viðvík, á sandinum.
c) Hvannasund.
2. Eysturoy:
a) Fuglafjørður, á
sandinum millum
Gjógvará og
bátahylin.
b) Syðrugøta.
c) Norðragøta, á vestara
arminum niðan fyri
kirkjugarðin.
d) Norðskála, í
Møðstøðukrókinum
ímillum Stórá og
Garðsenda og undir
kirkjuni.
3. Streymoy:
a) Tórshavn, Sandagerð.
b) Leynar, á sandinum.
c) Vestmanna, á
Fitjasandinum.
d) Hvalvík, um
Oyrarnar nærri
Streymneslandinum.
e) Tjørnuvík, á
sandinum.
4. Vágoy:
a) Miðvágur, á
sandinum.
b) Bøur, á sandinum.
c) Sandavágur, á
sandinum.
5. Sandoy:
a) Sandur, á sandinum.
b) Húsavík, á sandinum.
6. Suðuroy:
a) Øravík, á sandinum.
b) Trongisvágur, á
sandinum.
c) Hvalba,
Lítlabergssandur,
í Nesi og
Hvalbiarsandur.
d) Vágur.
e) Fámjin.
hereftir skulu tað vera 22 góðkendar hvalvágir í
Føroyum, ætlar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
í fiskivinnumálum, sum eisini umsitur veiðilógir og
grindareglugerðir.
Tær 22 góðkendu hvalvágirnar eru:
grinda-
pláss