hósdagur 20. juni 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
- Tað er fantastisk, at man
hevur brúkt ressoursir fyri
at seta alt í upprunastand
fyri á tann hátt at vísa,
hvussu man livdi fyrr í tíð
ini. Fyri meg, ið komi úr Dan
mark, gevur hetta eitt gott
innlit í søguna hjá føroyska
samfelagnum
Helle Thorning-Schmidt
var
bæði
áhugað
í
og
bergtikin av gamla býlingi
num Heimi í Húsi í Koltri.
Býlingurin er síðstu árini
høvuðsumvaldur og settur í
upprunastand. Arbeiðið fór
av álvara í gongd í 2008, og tað
endaði fyribils 22. juni í fjør, tá
oyggin varð opin oyggj í tveir
dagar. Almenningurin fekk tá
høvi at síggja umvælda bý
lingin, sum nú eisini er vístur
fram fyri danska forsætisráð
harranum.
Bjørn
Patursson,
fyrr
verandi bóndi í Koltri, vísti
runt. Nærlagdi frásøgumað
urin greiddi frá , hvat bygn
ingarnar vórðu brúktir til
í fornari tíð, hann gav sær
stundir at fortelja og svara
spurningum frá forsætisráð
harranum.
Býlingurin Heimi í Húsi er
tann elsti, men nógv er eftir
at gera í Koltri. Býlingurin
Norðuri í Gerði, har bónda
húsini eru ídag, skal eisini
setast í stand, og triða verk
ætlanin er Gróthústangi, har
fleiri úthús eru. Tær báðar
seinnu ætlanirnar eru ikki
gjørdar ítøkiligar enn.
Fyrst má landsstýrið taka
støðu til, hvussu Koltur skal
skipast sum tjóðgarður og
hvussu hetta skal fíggjast.
Til borðs
Í gomlu bóndahúsinum í
býlinginum Heimi í Húsi
bjóðaðu Bjørn og Lükka
Patursson til ein betri bita
við føroyskum viðskera, øli
og hvonnsnapsi. Tað mes
ta, ið borðreitt varð við, var
framleitt úr rávøru við upp
runa í Koltri.
Forsætisráðharrin
fekk
matarfrið frá fjølmiðlum,
men sum skilst smakkaði og
dámdi henni føroyska matin,
ið borðreitt varð við.
Síðani var farið til gongu.
Koltur er sermerkt á tann
hátt, at har er savnað saman
alt tað, ið hoyrdi gomlu tíðini
til. Eisini teigalendið rundan
um er áhugavert. Har veltu
tey korn, og talan er um eitt
tað størsta lendið av sínum
slag í Føroyum. Ferðalagið
kom eisini væl niðan á
Kolturshamar, men mjørkin
argaði somikið, at gingið varð
ikki seinasta strekkið uppá.
Forlipt í Koltri
Koltur stóð fyri stóru náttúruupplivingini á vitjanini hjá Helle Thorning-Schmidt hesaferð.
Forsætisráðharrin var bergtikin, frá fyrstu løtu hon trein fótin á land